mánadagur 12. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 7 - 12. januar 2009 ]
StÍF-Neistin 29-33
(12-18):
Trygt hjá
Neistanum
Kvinnurnar hjá Neistan
um høvdu ongar stórveg
is trupulleikar, tá tær í
gjár vitjaðu á Skála.
Efitr eina javna byrjan
rann Neistin mótstøðuna
um koll seinna partin av
fyrra hálvleiki, og eftir
hetta var ongan tíð nakar
veruligur ivi um, hvønn
vegin
stigini
skuldu
fara.
Hóast sigurin, so mugu
tær
bláu
framvegis
hyggja hampuliga langt,
um tær skulu hóma nak
að finalupláss, sum ann
ars var málið undan kapp
ingarbyrjan.
Neistin
hevur
havt
trupult við at halda fast í
Stjørnuni, VB og Tjaldri,
sum eru liðini, ið stríðast
um finalusessirnar, og
tað skal veruliga nakað
serligt til, um Neistin nú
skal skapa spenning í
teirri kappingini.
-mørk
Danskur dómari gremur seg um løn
Claus Bo Larsen hevur seinnu árini verið fremsti fótbóltsdómarin í Danmark, og nú ger
hann vart við, at dómararnir fáa ikki nóg góða løn fyri at døma dystir í Danmark. Hann
heldur, at meðan øll onnur í samfelagnum hava fingið lønarhækkingar seinnu árini, hava
dómararnir ikki fylgt við. Dómarar fáa 8000 krónur fyri at døma ein dyst í superliguni.
Samráðingar um løn verða í næstum.
Nigel Clough hevur
nógvar royndir sum
fótbóltsspælari, men
bert venjararoyndir
frá ensku 5. deild
og 6. deild. Nú skal
hann venja liðið, sum
pápin, Brian førdi til
enska meistaraheitið
í 1972
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Nigel Clough er 42 ára gam
al, føddur 19. mars í 1966.
Hansara besta tíð sum yrk
isspælari var í Nottingham
Forrest, tá pápin, Brian
Clough vandi felagið. Árini
19841993 spældi Nigel
Clough 317 dystir fyri Nott
ingham Forrest, og skoraði
hann 102 mál í hesum 317
dystunum.
Tað eydnaðist honum at
vinna Liga Cup kappingini
saman við Forrest tvey
fylgjandi ár, í 1989 og í
1990. Í 1991 tapti hann FA
Cup finaluna saman við
Forrest ímóti Tottenham.
Tað var tann minniliga final
an, tá Paul Gascoigne bleiv
skaddur, aftaná eina sinnis
svaka takling. Nigel Clough
spældi við Liverpool, árini
19931996, har tað bleiv til
7 mál í 39 dystum. Árini
19961998 spældi Nigel
Clough
við
Manchester
City, har tað bleiv til 4 mál
í 39 dystum. Kappingarárið
19961997 var hann aftur í
Nottingham Forrest, men
her bleiv tað bert til eitt mál
í 13 dystum.
Nigel Clough spældi 14
landsdystir fyri Ongland,
millum 1989 og 1993, men
skoraði einki mál fyri land
sítt. Hann spældi eisini 18
U21 og Blandsdystir. Í
teimum eydnaðist tað hon
um at skora 4 mál.
Spælandi venjari
Í 1998 bleiv hann spælandi
venjari hjá Burton Albion í
ensku
6.
deild.
Nigel
Clough hevur spælt 300
dystir fyri Burton, og skor
að 16 mál í teimum. Men
seinastu 3 árini hevur tað
verið langt ímillum, at
Nigel Clough hevur verið á
vøllinum. Tað eydnaðist
Nigel Clough og Burton at
vinna sær sætið í 5. deild,
kappingarárið 20012002.
Nigel Clough hevur so
leiðis havt 11 ár í venjara
stólinum í Burton. Mest
minniligi dysturin var í FA
Cup kappingini, har tað
eydnaðist Burton Albion at
noyða Manchester United
út í ein umdyst fyri einum
góðum ári síðani. Men tá
minti
Nigel
Clough
á
hvussu skjótt tað gongur í
fótbóltsheiminum.
Alex
Ferguson var tann einasti
venjarin, sum var eftir frá
tíðini, tá pápi hansara, Bri
an Clough var venjari.
Stór uppgáva
Nú stendur so stóra uppgáv
an fyri framman. Nigel skal
venja Derby, sum pápin
vandi árini 19671973. Fyri
Derbyviðhaldsfólk
er
Brian Clough ein tann
størsta hetjan, sum nakran
tíð hevur livað. Tað verður
ongantíð gloymt, at hann
førdi Derby til teirra fyrsta
meistaraheitið í 1972. Fólk
í Derby tosa um stórliðið í
1970unum, sum var tað
nakað, sum var hent ígjár.
Nigel Clough ætlar sær
sjálvur avgjørt ikki at taka
frástøðu frá pápa sínum,
men virðismetir alt tað
góða, sum pápin hevur gjørt
fyri Derby. Men júst tí son
urin fer at ganga í fótaspor
um pápa síns, so hevur eitt
metstórt tað av fjølmiðla
fólkum leita sær til Pride
Park fyri at fáa prát við
sonin hjá venjaralegenduni.
Á ymiskum veggum hanga
eisini myndir av Brian
Clough, sum minna á teir
góðu, gomlu dagarnar í
1970unum.
Tá Derby og Manchester
United spældu fyrru hálv
finaluna í Liga Cup kapp
ingini í farnu viku, var eis
ini nógv afturhvarv kring
vøllin. Mong Derbyvið
haldsfólk høvdu turrikløð
og bannarar við andlits
myndum av Brian Clough,
fyri at fagna soninum, sum
nú skal venja eitt lið úr
næstbestu deildini. Og tá
Derby so eisini vann dystin
ímóti risunum úr Man
chester, so mundi fagnað
urin ongan enda fingið.
Gleðir seg
Nigel Clough gleðir seg til
ta stóru uppgávuna.
Eg kenni hetta felagið
frá A til Z. Hetta felagið
hevur altíð havt eina ser
staka støðu í mínum hjarta,
og í hjørtunum hjá øllum í
okkara familju. Og eg eri
sannførdur um, at hetta er
eitt av teimum mest spenn
andi størvunum innan fót
bóltsheimin.
Starvið í Derby verður
bara annað starvið hjá Nigel
Clough, sum hevur vant
Burton Albion í nærum 11
ár. Formaðurin í Derby,
Adam Pearson er sannførdur
um, at starvssetanin av Nigel
Clough, er ein starvssetan,
sum fer at halda í fleiri ár:
Eg eri sannførdur um, at
Nigel er tann rætti maðurin,
men hann vil gjarna seta síni
egni fingramerki á felagið.
Hann hevur longu tosað um
eina 10ára ætlan. Vit ætla at
hava tol við honum, men vit
eru vissir í, at hann fer
beinavegin at hava eina
jaliga ávirkan á liðið. Hann
hevur
eina
veruliga
persónsmensku. Hann er
harður, men rættvísur, og eg
vænti, at hann fer at verða
væl grundaður í venjingini
av spælarum, sum hesum.
Fáir pengar
Fáir pengar eru tøkir, og
verður Nigel Clough tí
noyddur at arbeiða við tí
hópinum hann hevur nú.
Hópurin er stórt sæð tann
sami, sum flutti úr Premier
League í fjør, og setti met
við bara at fáa 11 stig av
114 møguligum.
Nigel Clough roynir at
tóna niður, at hann ikki
hevur so nakrar royndir,
sum venjari á so høgum
støði: Spælireglarnir eru
teir somu, óansæð deild.
Tað sum vit hava roynt at
gjørt tey seinastu 10 árini,
og hátturin vit eru uppaldir
í ávísum feløgum, tað fer at
síggjast aftur í venjingunum
her. Nigel Clough ætlar sær
framvegis at røkja familju
lívið, sjálvt um hann fyri
fyrstu ferð tekur eitt heil
tíðarstarv, sum fótbóltsvenj
ari.
Eg og kona mín fara at
royna at finna eina javnvág
í dagliga lívinum. Tí konan,
og bæði børnini eru tey
týdningarmiklastu fólkini í
míni verð. Tað fer eingin
starvssetan at broyta.
Bendtner fær rós
Danski álopsspælarin Nicklas Bendtner
skoraði sigursmálið, tá ið Arsenal um
vikuskiftið eftir stórt stríð vann á Bolton.
Venjarin hjá Arsenal rósar nú Bendtner fyri
avrikið. Hetta var ikki hansara besti dystur,
men nú tykist tað, sum hann rættiliga er
komin fyri seg aftur eftir eina trupla tíð við
smáskaðum. Hann er nærlagdur undir
venjing, og nú skoraði hann aftur, sigur
Arsene Wenger.
Í fótasporum pápa síns
Sum sonurin hjá einum
av kendastu venjarunum í
enskari fótbóltssøgu hevur
Nigel Clough sítt at liva upp til
Mynd: Polfoto/AP
StÍF-Neistin 29-
33 (12-18):
10 min: 3-3
20 min: 7-9
40 min: 18-24
50 min: 25-27
Málskjúttar
StÍF: Rebekka
Justinussen 7(2), Bára
Berthelsen 5, Ninna K.
Johansen 5, Louisa
Andreasen 4, Fríðrun
Danielsen 3, Sunfríð
Johansen 3, Anna
Petersen 2
Neistin: Trine
Mayland 9(2), Tordis
Tróndarson 4, Heidi
Maria Akselsen 4,
Annika Ljósstein 4(2),
Rakul Augustinussen
4, Nicoleta R. Hansen
3, Stine Mikkelsen 2,
Unn Kragesteen 2(1),
Elin Stakksund 1
Brotskøst: StÍF 2,
Neistin 7
Útvísingar: StÍF 2,
Neistin 2
Dómarar: Rúni Mohr
& Ragnar Simonsen
FAKTA um dystin
16