mánadagur 12. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 7 - 12. januar 2009 ]
Vildu meira
Fagnaðurin var ovurstórur á
Stjørnu-spælarunum, tá tær
við einum øgiligum enda-
spurti høvdu vissað sær
sigurin á VB sunnudagin.
Eftir dystin fingu vit orð
á Duritu Christophersen, og
hon helt, at tað fyrst og
fremst var stríðsviljin, sum
tryggjaði teimum sigurin.
- Vit stríðast alla tíðina
fyri sigrinum og vit trúgva
alla tíðina uppá, at tað letur
seg
gera.
Fyri
steðgin
brendu vit tó alt ov nógvar
møguleikar, men vit hildu á
fram at trýsta, og tað eydn-
aðist so eisini at enda.
Sigurin ger, at tit nú eru
trygt á odda í deildini. Var
hetta tað, sum skuldi til,
fyri at tryggja finalupláss
ið?
- Nei. Vit mugu á ongan
hátt byrja at taka tað róligt.
Har eru nógvir dystir eftir
at spæla, og teir skulu vinn-
ast, áðrenn vit kunnu byrja
at tosa um nakra finalu, held-
ur Durita Christophersen.
-mørk
Mistu høvdið
Tær vóru í kjallaranum. Í
trý korter hevði VB so
ruddiliga takið á Stjørnuni,
men seinasta korterið gekk
alt galið, og Rannvá Jo-
hannesen hevði ilt við at
seta orð á, júst hvat tað var,
sum hendi.
- Eg veit ikki. Men sein-
asta korterið vil einki rigga
hjá okkum. Tær koma bara
tættari og tættari, og tá vit
so eisini fáa eina útvísing,
gerst tað enn tyngri hjá okk-
um.
Seinast móti Stjørnuni
togaðu tær eisini nógv inn í
seinna hálvleiki, og móti
Tjaldri skrædnaði av álvara
eftir steðgin. Er orkan nóg
góð hjá tykkum?
- Móti Tjaldri haldi eg
nú, at tað var galið alla tíð-
ina. Men jú, orkan er nóg
góð. Eg haldi heldur, at tað
snýr seg um, at vit skulu
vera meira klárar í høvdin-
um, tí vit vita jú av, at
Stjørnan stríðist til tað sein-
asta.
Vinnur Tjaldur sín dyst í
morgin, eru tær bara tvey
stig aftan fyri tykkum. Er
tað eitt trýst, sum tit nú
merkja?
- Tað haldi eg ikki. Vit
eru framvegis framman fyri
Tjaldur, og tað eru fyrst og
fremst vit sjálvar, sum gera
av, um vit skulu røkka final-
uni ella ikki, sigur Rannvá
Johannesen.
-mørk
Dortmund keypir í Tottenham
Fyri hálvum øðrum ári síðani keypti Tottenham Kevin-Prince Boateng úr
Hertha Berlin. Spælarnir var tá roknaður sum eitt av størstu talentunum í
týskum fótbólti, men uppihaldið í London hevur verið rættiliga miseydnað
hjá 21 ára gamla miðvallarspælaranum. Um vikuskiftið leigaði Dortumd
Boateng úr Tottenham fyri restina av kappingini.
Vejle vann DM undir taki
Um vikuskiftið var spælt um danmarksmeistaraheitið í
innandura fótbólti. Vinnarin gjørdist Vejle, sum í finaluni
spældi ímóti FC Nordsælandi. Finaludysturin var
undirhaldandi, og endin var, at liðið úr Vejle, sum ikki hevur
havt nógvar sigrar í fremstu deildini at fegnast um seinnu árini,
vann 3-1. Bronsan endaði hjá SønderjydskE.
VB hevði meistarar
nar í pottinum, men
tær megnaðu ikki
at basa ótroyttiliga
stríðsviljanum hjá
Stjørnuni, sum í evstu
løtu kortini togaði
sær stigini heim
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tær høvdu alla orsøk at
iðra seg. Kvinnurnar hjá
VB.
Undan dystinum varð
sagt, at trýstið frá Tjaldri á
VB kundi gerast sera stórt,
um ikki okkurt fekst burtur
úr dystinum hjá VB í Klaks-
vík. Og fyri tað allar mesta
tóktist hetta eggja gestunum
í Klaksvík at taka sær av
øllum.
Fyrstu trý korterini av
dystinum var nevnliga lítið
og einki, sum bendi á, at
Stjørnan skuldi fáa nakað
sum helst burtur úr dystin-
um.
Ikki óvæntað legði Stjørn-
an stóran dent á at ansa
Daivu Toumaite, men VB
er ikki longur bara Daiva.
Aukse
Vysniaskaite
og
Gurið Mortensen sýndu í
løtum stórspæl, og við nógv-
um variatiónum í álopsspæl-
inum hevði verjan hjá
Stjørnuni ovurstórar trupul-
leikar av at halda VB frá
málinum.
Og so hjálpti tað ikki
heimaliðnum serliga nógv,
at tær ferð eftir ferð mis-
nýttu opnar møguleikar.
Eitt er, at VB hevur ein góð-
an málverja, men í fleiri før-
um gjørdu tær á heimalið-
num ikki uppgávuna hjá
Astu Armanaviciute serliga
trupla.
Mistu høvdið
Og gongdin var neyvt tann
sama, tá seinni hálvleikur.
Um nakað fekk VB enn
meira ferð á, og eitt skifti
lúrdi veruligt sorl í luftini.
Men um miðjan seinna
hálvleik
kom
spakuliga
vend í. Fyrst og fremst tí
kropssterka
verjan
hjá
heimaliðnum nú veruliga
byrjaði at fáa takið á álops-
spælinum hjá VB. Hetta
kostaði nógvar kreftir, og
tað strongdi gestirnar, sum
nú eisini byrjaðu at misnýta
opnar møguleikar. Og tá
Kristina Griksaite um sama
mundi togaði veruligt stór-
spæl fram, fór av álvara at
knípa hjá gestunum.
Og tá so Stjørnan eisini
byrjaði at skora, kom veru-
ligur spenningur í. Simona
Petersen hevði fyri tað
nógva sitið á beinkinum,
men hon fekk nøkur týðandi
mál. Tað sama fekk Durita
Christophersen, og tá mest
stóð á, sýndi Dianne Møller,
at hon eisini hevur sjáldsam-
ar dygdir. Seinastu løtuna
varð hon sett á veingin, og
við fimm skoringum á rað
eftir gott pressspæl togaði
hon Stjørnuna upp á 24-23.
VB hevði um sama mundi
mist Gurið Mortensen, sum
fekk reytt kort fyri at toga í
armin á leysum álopsspæl-
ara, tær megnaðu kortini at
svara til 24-24.
Men hetta gjørdist eisini
seinasta sprellið frá VB í
dystinum. Durita Christoph-
ersen fekk seinasta orðið,
og hóast Stjørnan megnaði
at klodda ein bólt burtur
seinasta hálva minuttin, so
fekk VB ikki spælt seg
ígjøgnum til málið, sum
kundi givið eitt sera týðandi
stig.
Hugburðurin á muni
Meira enn nakað, so prógv-
aði sigurin – og seinasta
korterið av dystinum – at
Stjørnan enn sum áður
hevur viljan og hugburðin,
sum skal til, um tú skalt
enda á ovastu rók. Sum fleir-
faldir greipuvinnarar er lætt
at staðfesta, at í Stjørnuni
verður
bara
ein
sigur
góðtikið, og avrikið hesa
ferð prógvaði eisini, at tær
ikki gevast at stríðast, fyrr
enn dómarin hevur bríkslað
fyri seinastu ferð. Nakað
sum hevur verið galdandi
fleiri ferðir í ár, tá Stjørnan
annars ikki hevur fingið
spælið at koyra nóg væl.
Hjá VB er spurningurin
kanska heldur, hvussu tær
megna at snara høvdinum,
soleiðis at tað eisini vendir
rætt seinastu og avgerandi
løturnar av dystinum.
Tí megnar VB at spæla
tað spælið, sum tær spældu
fyrstu 42-43 minuttirnar í
Klaksvík, í ein heilan dyst,
so verður sera trupult hjá
nøkrum øðrum at standa
teimum kurl. Hinvegin er
einki loyndarmál, at skjýtur
tú bert eitt mál seinastu 12
minuttirnar av einum hond-
bóltsdysti, so verður ser-
stakliga trupult at fáa stig.
Líkamikið, hvør mótstøðan
er.
Stjørnan-VB 25-24 (10-14):
Vinnaraviljin vann
Stjørnan-VB 25-24 (10-14)
10 min: 5-5
20 min: 7-9
40 min: 14-18
50 min: 21-23
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Christophersen 8, Dianne Møller 6,
Simona Petersen 3, Durita Ljósstein 2, Joan Midjord
Djordjevic 2, Anna Kristina Samson 2, Durita Mikkelsen
1(1), Una Olsen 1
VB: Aukse Vysniaskaite 7(5), Rannvá Johannesen 6,
Gurið Mortensen 4, Svava Vestergaard 3, Daiva Toumaite
2, Bára Mortensen 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Stjørnan 1, VB 7
Útvísingar: Stjørnan 2, VB 2
Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA um dystin
Simona Petersen hevði ikki
ein av sínum bestu døgum.
Men hon hevði nakrar sera
týðandi skoringar, tá Stjørnan
um miðjan seinna hálvleik
vann seg aftur á VB
Mynd: Norðlýsið
17