Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 7 - 12. januar 2009 ] VÍF hevur mest sum longu staðfest sína luttøku í finaluni. Vestmenningar vóru klárt omaná, tá H71 vitjaði í gjár, og hava lagt sjógv millum seg og hini liðini Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Høllin er á gosi. Vest­ menningar klappa og rópa, meðan gestirnir úr Hoyvík taka seg til høvdið. VÍF tevjar finalupláss, meðan H71 er í trupulleikum. ­ Tað loysir seg best ikki at hava nakrar vónir, stað­ festir ein vónbrotin hoyvík­ ingur, júst tá seinasta brík­ slið hevur ljóðað. H71 má sanna, at teir renna aftaná oddinum í løtuni. Vónirnar vóru stórar til liðið undan kappingarbyrjan, men nú sær ikki serliga ljóst út. Úti av steypakappingini, og vís­ ir ikki finalustyrki í lands­ kappingini. ­ Eingin steðgar okkum nú!, rópar ein vestmenningur. Lagið var í øllum førum sera skiftandi, tá vit royndu at troka okkum út úr høllini eftir dystin. VÍF omaná VÍF legði bragdliga fyri. Skjótt vunnu teir sær eina leiðslu á fýra mál, og tóktust hava fullkomiliga tamarhald á. Vestmenningar høvdu lætt spæl móti H71­verjuni, har heimaliðið hevði fleiri gjøgnumbrot. ­ Tað er betri, at vit eru aftanfyri í hálvleikinum enn tá dysturin er liðugur, segði ein hoyvíkingur skemtandi. Hoyvíkingarnir vóru lítið sannførandi fyrstu løtuna. Alt ov ofta kastaðu teir bóltin burtur í álopsspæli­ num, sum heimaliðið gjørdi sær dælt av við skjótálopum. Hóast truplu byrjanina reistust gestirnir aftur, og vóru aftanfyri við tveimum málum í steðginum. Men nærri komu hoyvíkingar ikki. VÍF settu ferðina upp í seinna hálvleiki, og tá kláraði H71 ikki at fylgja við. Áskoðararnir fingu undirhald, og menn spardu seg ikki í nærdystunum. Men spenningur var ikki seinasta korterið, og tá avtornaði høvdu vestmenn­ ingar vunnið við tveimum málum – 29­27. Nú skal tað verða Vestmenningar eru bjart­ skygdir í løtuni. Í einari full­ settari høll stuðlaðu áskoð­ ararnir væl sínum liði, sjálvsálitið er í topp. ­ Tað er fantastiskt, at eg veit undan dystinum, at VÍF fer at vinna, prikaði ein vestmenningur eftir dystin. H71 misti ikki tað stóra í stríðnum um annað av fin­ aluplássunum í gjár. Neistin tapti sín dyst á Skála, og tí eru tað framvegis tvey stig, sum skilja liðini. Men hoyvíkingar hava okkurt at hugsa um eftir tapini á Kyndli og VÍF seinastu vikuna. Og komandi sunnu­ dag skulu teir prógva sítt, tá teir vitja í høllini á Hálsi, at Kyndil aftur bíðar teimum. VÍF-H71 29-27 (14-12): Vestmenningar tevja finalupláss VÍF-H71 29-27 (14-12) 10 min: 6-3 20 min: 9-9 40 min: 18-16 50 min: 24-20 Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 9(2), Agnar Joensen 7, Rúni Joensen 4, Áki Olsen 2, Niels Andreasen 2, Áki G. Olsen 2, Eli Müller 1, Bjarti Hansen 1, John Zachariassen 1 H71: Poul Kjartan Dam 8, Danni Syhler 5, Halgir Dahl Olesen 5(2), Regin Joensen 2, Johnny Durhuus 1, Esbern Patursson 1, Dánjal Tórgarð 1(1) Brotskøst: VÍF 2, H71 7 Útvísingar: VÍF 5, H71 4 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA um dystin Eitt lið í menning ­ Vit gjørdu ov nógvar villur í álopspartinum. Tað gav teimum møguleikan til skjótálop, sum teir eru best til. Tað staðfestir Birgir Hansen, annar av venjarunum hjá H71. Hann heldur, at dysturin var tættur fyri tað mesta, men at hoyvíkingar enn hava ov fáar royndir. ­ Vit eru ikki serliga stabilir. Vit mugu eisini hugsa um, at spælstýrarin hjá okkum ikki er meira enn 20 ára gamal. Liðið er framvegis í menning. Tit settu nøsina upp eftir einum finaluplássi í steypa – og landskappingini undan kappingarbyrjan. Verða tit vónsviknir, um tað ikki eydnaðst? ­ Sjálvandi. Kappingin hevur lagað seg soleiðis, at vit eru við í oddastríðnum, og tað skulu vit halda fast við. Men vit hugsa framvegis nógv um menningina hjá yngru leikarunum, sigur Birgir Hansen, sum leggur afturat, at tað kann gerast ein fyrimunur hjá H71, at teir ikki eru í steypakappingin longur. -uni Vestmanna er okkara borg VÍF hevur nú lagt sjógv millum seg og nærmastu kappingarneytarnar. Sambært Áka G. Olsen, so er tað serliga heimavøllinum í Vestmanna at takka. ­ Vestmanna er okkara borg. Øll liðini hava tað trupult her. Ein onnur orsøk er, at vit eisini vinna teir dystirnar, tá spælið ikki riggar serliga væl, sigur Áki G. Olsen. Tit hava tapt tvær ferðir móti H71 í hesum kappingarárinum. Hvat gjørdu tit øðrvísi hesaferð? ­ Vit stýrdu dystinum. Vit avgjørdu leikferðina, meðan teir runnu aftaná. Vit sluppu eisini lættari til málini. Vit vóru meira uppsettir, tí vit ætlaðu okkum ikki at tapa triðju ferð í slag móti teimum, staðfestir Áki G. Olsen. -uni Agnar Joensen og VÍF hava verið flúgvandi síðani ársskiftið. Sunnudagin vunnu teir næsta toppdystin á rað, og nú stendur VÍF á gáttini til at tryggja sær sess í FM-finaluni Mynd: Jens Kr. Vang Bersøgin Benitez skal kannast Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, legði ógvusliga eftir venjar­ anum hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, undan vikuskiftið. Benitez segði, at Ferguson slapp at gera, sum hann vildi í sambandi við dystir. Hann kundi skelda dómarar, finnast at feløgum og annað, uttan at tað fekk nakrar fylgjur. Nú ætlar enska fótbóltssambandið at kann viðmerkingarnar hjá Benitez. Kanouté fekk bót fyri t-shirt Frederic Kanoute, sum spælir fyri Sevilla, lyfti týskvøldið spæli­ troyggjuna hjá sær upp í sambandi við eitt mál og vísti fram t­ shirt við boðskapi um stríðið í Gaza. Tað er bannað at vísa fram troyggjur við politiskum ella líknandi boðskapi, og tað kostar nú Kanouté, sum erættaður av Mali, eina bót frá spanska fótbólts­ sambandið. Kanouté skal gjalda 22.000 krónur fyri sína markering av stuðlinum til palestinar.