Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 7 - 12. januar 2009 ] Bíða eftir sjónvarpspengum Bestu donsku fótbóltsfeløgini gleddu seg um eina veruliga kapitalinnspræning, tá nýggj avtala um sjónvarpsrættindi varð gjørd í fjør. Tað er tó komið óvart á fleiri feløg, at útgjaldið av pengunum ikki kemur fyrr enn í desember mánaði. Jyllands Posten skrivar, at fleiri av feløgunum hava roknað hetta sum gjaldføri við ársbyrjan, og tað gevur trupulleikar við gjaldførinum í fleiri feløgum. Stjórin í Divisionsforeningen, Claus Thomsen, dugir tó ikki at síggja trupulleikan í hesum. Hann tvíheldur nevnliga um, at feløgini alla tíðina hava vitað, hvussu útgjaldið av pengunum skuldi fara fram. Laursen var bestur Martin Laursen varð leygarkvøldið kosin sum ársins danski fótbóltsspælari í 2008. Hetta tá DR skipaði fyri stórum ítróttargalla. – Hetta er heilt fantastiskt. Ikki minst, tá eg hugsi um, hvussu stórar trupulleikar eg havi havt við knænum, segði Martin Laursen. Samstundis nýtti hann høvið at takka skurðlæknanum, Richard Stedman, sum opereraði knæið á verjuspælaranum fyri hálvum triðja ári síðani. Tað eru limirnir í danska spælarafelagnum, sum greiða atkvøðu, og vann Martin Laursen framman fyri Nicklas Bendtner, Daniel Jensen, Christian Poulsen og Jonas Borring. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Strandingar vunnu á Neistanum, og so er finaluplássið brádliga bara tvey stig burtur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo StÍF tók av, tá teir sunnu­ dagin fóru undir uppgáv­ una, sum líktist einum seinasta møguleika at halda fast í royndini at røkka ein­ um finaluplássi í FM­kapp­ ingini í manshondbólti. Sigurin á Neistanum varð grundlagdur í fyrra hálv­ leiki, tá StÍF var so nógv tað sterkara liðið. Neistin hevur havt ilt við at fáa samanhang í spælið seinastu dystirnar, og hetta revsaði heimaliðið so ruddiliga. Eftir steðgin kom Neistin betur við, men hóast teir eitt skifti móti endanum vunnu seg upp á javnt, so megnaðu teir ikki at halda dampinum uppi seinastu løtuna. Sigurin ber við sær, at StÍF nú er komið upp á 12 stig. Tað eru tvey færri, enn Neistin hevur á øðrum plássi, og so mundi tað eisini koma væl við, at H71 einki fekk við sær úr Vestmanna. Mansliðið hjá Kyndli hevur havt tað sera striltið í vetur, men seinastu vikurnar hev­ ur tó glógvað hjá teimum grønu. Og í gjár vunnu teir triðja sigurin upp í slag, tá KÍF vitjaði. Fyri steðgin var talan um ein sera javnan dyst, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki skrykti Kyndil seg leyst, tá teir lupu upp á 17­ 11. Og eftir hetta megnaði KÍF als ikki at skapa spenn­ ing íaftur. Kyndil helt rimm­ ar fast um munin allan vegin á mál, og hava teir nú vunnið seg upp á átta stig. Tað er framvegis nakað minni enn tað, sum ovaru liðini í deildini hava, men við níggju dystum eftir kann Kyndil væl koma at arga hesi enn meira, enn teir longu hava gjørt. -mørk Kyndil-KÍF 28-24 (12-10) 10 min: 3-3 20 min: 8-7 40 min: 17-11 50 min: 22-18 Málskjúttar Kyndil: Bárður Johannesen 6(1), Høgni Klein 5, Tummas Pauli Hanusarson 5, Janus Einar Sørensen 4(1), Jónleif Sólsker 3, Hans Áki Dal-Christiansen 2(1), Andreas Sólsker 1, Rói Lamhauge 1, Rani Ellingsgaard 1 KÍF: Rógvi Weihe 6, Jákup Trúgvason 4, Ási Dam 4(2), Niklas Reginsson 3, Teitur Joensen 3, Andrias Nielsen 2, Hallur Hansen 2 Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 2 Útvísingar: KÍF 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA um dystin StÍF-Neistin 28-26 (16-11): StÍF spælir framvegis við StÍF-Neistin 28-26 (16-11): 10 min: 6-5 20 min: 11-7 40 min: 20-15 50 min: 23-22 Málskjúttar StÍF: Alexander Johansen 6 (1), Bárður Danielsen 4, Mortan Hansen 4, Borgar Danielsen 4, Jørmund Joensen 3, Bent Djurhuus 2, Hávardur Trúgvason 2, Pauli G. Hansen 2, André Danielsen 1 Neistin: Áki Mørk 5, Tróndur Kragesteen 5, David Edvardsen 4, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha 3(1), Birgir Poulsen 2, Finnur Hansson 2, Karl Herup Olsen 1 Brotskøst: StÍF 2, Neistin 2 Útvísingar: StÍF 1, Neistin 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA um dystin Kyndil-KÍF 28-24 (12-10): Kyndil tekur seg fram Kyndil, sum stóran part av árinum hevur verið botnlið, hevur veruliga lyft seg seinastu vikurnar Mynd: Sofus Debes Johannesen Strandingar hava nú aftur blandað seg upp í oddastríðið. Eftir sigurin á Neistanum eru teir bert tvey stig frá einum finaluplássi Mynd: Álvur Haraldsen