mánadagur 12. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 7 - 12. januar 2009 ]
Rafael Benitez og Alex
Ferguson eru farnir í
holt við obligatoriska
nervakríggið, sum Sir
Alex mest sum altíð er
partur av
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skotski
venjarin
hjá
Manchester United er mest
sum heimskendur fyri síni
»Mind games« móti øðrum
venjarum. Kanska við 1996
sum besta døminum, tá
hann fekk táverandi New
castlevenjaran, Kevin Kee
gan, í øðini fyri opnum
skíggja.
Í løtuni er Liverpool odda
lið í Premier League, og tað
var eisini Liverpoolvenj
arin, sum var tann fyrri at
byrja nervakríggið hesa
ferð.
Alex Ferguson sleppur
alt ov lætt við at finnast at
dómarunum. Hann átti at
fingið fleiri leikbann fyri
síni karaktermorð. Nú finst
hann eisini at, hvussu skráin
er løgd. Kanska vildi tað
rættasta verið, at dystar
skráin varð sett saman á
skrivstovuni hjá Alex Fergu
son, segði Rafael Benitez
millum annað fríggjadagin
í farnu viku.
Og eftir málleysa javn
leikin hjá Liverpool móti
Stoke fekk Benitez eisini
stuðul frá Jamie Carragher.
Hetta er nakað, sum
hevur nervað Rafa í eina tíð.
Og kanska er tað nakað um
tað. Tað er jú vanligt, at folk
siga, at tey stóru liðini fáa
fyrimun, segði Carragher.
Sjálvur
tóktist
Alex
Ferguson tó ikki at vera
serliga samdur við teimum
báðum.
Hatta var eitt óndsinnað
álop, og eg veit ikki, hvar
hann hevur fingið hatta
hugskotið. Hanne r sjónliga
forstýraður av onkrum. Og
tá hann hugsar seg um, sær
hann helst, hvussu býttisligt
hatta
er,
sigur
Alex
Ferguson.
Hvussu er og ikki, so er
eingin ivi um, at hetta neyv
an er seinasti parturin av
orðadráttinum
millum
Ferguson og Benitz, nú vit
skriva 2009.
Brasilski venjarin hjá
Chelsea roknar ikki
við, at tað verður í
ár, at Chelsea aftur
fær fatur á Premier
League-gullinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vit hava enn 17 dystir eftir
at spæla, so hvør veit, hvat
hendir. Men spæla vit bara
tríggjar ella fýra dystir
afturat upp á hendan mátan,
er ikki tað stóra at gera.
Louis Felipe Scolari var
vónsvikin av avrikinum hjá
sínum monnum sunnudagin.
Tað, sum varð rópt fyri stóri
dysturin
hetta
umfarið,
endaði við størsta sigrinum
sama umfarið, tá Man
chester United vann ikki
minni enn 30 á heimavølli
móti Chelsea.
Eingn ivi er um, at trýstið
er stórt á Scolari, sum ann
ars fekk eina flúgvandi
byrjan upp á kappingarárið,
men sum seinasta mánaðin
hevur verið at kalla áskoð
ari, meðan Liverpool og
Manchester United veruliga
hava meddað seg inn móti
endaspurtinum í kappingini.
Tvær kappingar eftir
Men hóast skrivað hevur
verið um kreppufund í
Chelsea, har venjarin var
partur av dagsskránni, so
vil brasiliumaðurin als ikki
avskriva felagið í nakrari
kapping. Enn er Chelsea
partur
av
FACup
og
Champions League, men
tað er eingin ivi um, at
trýstið herðist heilt ógvus
liga, um tað ikki eydnast
Chelsea at basa Southend í
umdystinum í ensku steypa
kappingini, og við 1/8
finalu móti Juventus í
Champions League kann
talan lættliga gerast um eitt
serstakliga strævið vár hjá
Chelsea og Scolari.
Og
sunnudagin
var
veruliga lítið, sum bendi á,
at Chelsea er á nøkrum,
sum líkist rættari kós. Man
chester United sat á tí mesta
í dystinum, og eftir at
Nemanja Vidic stutt undan
steðginum skoraði til 10,
var ongan tíð nakar ivi um,
hvør skuldi vinna. Wayne
Rooney og Dimitar Berba
tov øktu í seinna hálvleiki,
og um nakað kundi heima
sigurin verið enn størri.
Meistararnir trýsta
Var vónbrotið stórt hjá
Scolari, so var gleðin sjálv
andi tað sama størri hjá
starvsfelaganum í Man
chester United, Sir Alex
Ferguson.
Manchester United er nú
bara fimm stig aftan fyri
Liverpool, sum fekk eitt
vónbrot við málleysa javn
leikinum móti Stoke, sum
enntá hevði eitt skot á
tvørtræið. Men tað vildi nú
verið ein gøla, um trífalda
rangstøðan,
sum
Rory
Delap var partur av, hevði
givið úrslit í einum sigurs
málið frá manninum, sum
annars er kendur fyri síni
langu innkøst.
Tað úrslitið ber við sær,
at Manchester United kann
vera oddalið longu leygar
dagin, um teir vinna á
Wigan
mikudagin
og
Bolton leygardagin.
Í átta heimadystum hevur
meistaraliðið higartil vunn
ið sær 24 stig, og Sir Alex
Ferguson heldur, at hansara
menn nú hava ein serstakliga
góðan møguleika í kapp
ingini.
Hetta var eitt framúr
úrslit
fyri
okkum. Vit
jagstra Liverpool, og nú eru
vit eitt sindur nærri. Megna
vit at halda fast um góða
formin á heimavølli, hava
vit ein sera góðan møgu
leika, segði hann við ensku
miðlarnar
eftir
dystin
sunnudagin.
Scolari gevur upp
Nervakríggið er byrjað
Nemanja Vidic hevur sent Manchester United á sigurskós við sínum máli til 1-0. Ensku
meistaranir bukaðu Chelsea í stórdystinum sunnudagin, og nú er spenningurin av álvara øktur í
Premier League
Mynd: Polfoto/AP
Leygardagin
Aston Villa-WBA
2-1
Everton-Hull
2-0
Middlesbrough-Sunderland 1-1
Newcastle-West Ham
2-2
Arsenal-Bolton
1-0
Stoke-Liverpool
0-0
Sunnudagin
Wigan-Tottenham
1-0
Manchester Utd-Chelsea
3-0
Úrslitini
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Liverpool
21
13
- 7
-
1
35
13
22
46
2 Chelsea
21
12
- 6
-
3
40
12
28
42
3 Man Utd
19
12
- 5
-
2
32
10
22
41
4 Aston Villa
21
12
- 5
-
4
35
23
12
41
5 Arsenal
21
11
- 5
-
5
34
23
11
38
6 Everton
21
10
- 5
-
6
29
25
4
35
7 Wigan
20
9
- 4
-
7
25
21
4
31
8 Hull
21
7
- 6
-
8
28
39
-11
27
9 Fulham
19
6
- 8
-
5
18
14
4
26
10 West Ham
21
7
- 5
-
9
26
30
-4
26
11 Newcastle
21
5
- 8
-
8
28
34
-6
23
12 Bolton
21
7
- 2
-
12
22
29
-7
23
13 Sunderland
21
6
- 5
-
10
22
30
-8
23
14 Portsmouth
20
6
- 5
-
9
21
33
-12
23
15 Man City
20
6
- 4
-
10
38
30
8
22
16 Middlesbr.
20
5
- 6
-
9
18
30
-12
21
17 Stoke
21
5
- 6
-
10
18
33
-15
21
18 Tottenham
21
5
- 5
-
11
20
26
-6
20
19 Blackburn
20
4
- 6
-
10
22
36
-14
18
20 WBA
21
5
- 3
-
13
17
37
-20
18
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
11
9
-
1
-
1
302
227
75
19
2 VB
11
8
-
0
-
3
302
244
58
16
3 Neistin
11
4
-
3
-
3
285
271
14
13
4 Tjaldur
11
5
-
2
-
3
263
238
25
12
5 StÍF
11
2
-
0
-
9
258
327
-69
4
6 Kyndil
10
5
-
2
-
3
173
276
-103
0
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
11
9
-
0
-
2
304
280
24
18
2 Neistin
11
7
-
0
-
4
330
315
15
14
3 H71
11
6
-
0
-
5
293
266
27
12
4 StÍF
11
5
-
2
-
4
273
2730
3
12
5 Kyndil
11
3
-
2
-
6
274
298
-24
8
6 KÍF
11
1
-
0
-
10
262
307
-45
2