mánadagur 12. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Heath Ledger vann eina Golden Globe
Tað var einki yvirraskilsi, tá ið Heath
Ledger, sum doyði fyri umleið einum ári
síðan, vann eina Golden Globe fyri sín
leiklut í filminum Batman – ’The Dark
Knight’.
Tá ið tað varð almannakunngjørt, at
Heath Ledger var tilnevndur til prísin,
segði fyrrverandi kona hansara,
Michelle Williams, at hon fegin vildi
taka ímóti prísinum fyri hann. Hetta vildi
hon gera vegna Matilda Rose, dóttir
teirra, men familjan hjá Ledger var ímóti
hesum.
Spenningurin um, hvør skuldi taka ímóti
prísinum, ið varð latin av Demi Moore
øktist, tá ið leikstjórin, Christopher
Nolan, kom á pallin.
– Øll vit, ið hava arbeitt við Heath, taka
ímóti hesum, við einari ræðuligari kenslu
av sorg og stoltleika, segði Nolan.
Harvið er tað enn einaferð greitt, at
australski sjónleikarin fer at lata eitt
tómrúm vera eftir sær í filmsøguni.
(Skrivað hevur Annika Lamhauge-
Mortensen, starvspraktikantur hjá
Sosialinum)
Eftir eitt inspirerandi
vikuskifti er Steintór Ras-
mussen nú til reiðar at
avdúka, at Frændur geva
enn eina fløgu út, nú 25
ára eru liðin síðan fyrsta
plátan kom á gøtuna.
Í samrøðu við Rás2 sigur
Stentór, at vikuskiftið
var nýtt til at savna
tilfar, sum teir ymsu
limirnir í Frændum høvdu
liggjandi, og nú er greitt
at tilfar er til taks, og
hetta skal verða árið
har Frændur menninir
gera ætlanir til veruleika.
Sambært Steintóri hevur
prátið seinastu árini
snúð seg nógv um at út-
geva eina fløgu, og hetta
árið er eitt gott ár at gera
dreymar til veruleika.
Spurdur um hvørt tilfarið
hjá Frændum á nýggju
fløguni fer at verða í
sama stíli sum undanfar-
nu fløgur, sigur Steintór,
at Frændur hevur verið
væl móttikið, og at hann
sær onga orsøk til at
Frændur skal broyta stíl
nú. Tað sum Steintór tó
sær sum ein vansa, er
at Frændur hevur verið
sera væl umtókt allar
sínar dagar, og tað hevur
sambært honum verið
spell, um 25 ára útgávan,
ikki var eins væl móttikin
og hinar. Hann leggur tó
smílandi aftrat at “Hví
skuldi hon ikki tað”. Tað
er so ein spurningur,
sum vit fáa svar uppá,
tá nýggja Frændur fløga
kemur á gøtuna seinni
í ár.
Nógv vóru tey, ið
vónrík leitaðu sær til
upptøkuroynd sum
vertir til Mús. Tann
hepni vinnarin gjørd-
ist 17 ára gamla Bjørk
Olsen
30 vóru tey, ið vóru til upp-
tøkuroynd hjá Klippfisk við
vónum um at gerast nýggi
vertur til Mús. Bjørk Olsen
gjørdist tó hepni vinnari av
kappingini, og hetta hevur
sambært Bjørk verið ein
sera strævin og ikki minst
lærurík tíð.
– Eg fór beint úr skúla til
eina hárfríðkanarstovu og
síðani at filma. Vit arbeiddu
til langt út á náttina, og
tíðin at fyrireika okkum var
sera knøpp, so mangan
var tað strævið at fáa alt at
hanga saman, sigur Bjørk
Olsen.
– Tá tíðin er knøpp, lærur
ein t.d. at samskifta við fólk
á ein heilt øðrvísi hátt. T.d.
tá ymsir serfrøðingar komu
inn í upptøkuhølið, vóru vit
noydd at læra at fáa tey at
føla seg gott beinanvegin,
tí tíðin var ikki til at hava
langar samrøður við tey
áðrenn upptøkurnar, sigur
Bjørk
“Do You Want Me To
Seduce You”
Ungdómsheimasíðan
www.nym.fo hevur mangan
hildið eitt vakið eyga við
almennum persónum í
Føroyum, og tí kom tað
ikki heilt óvæntað, tá eitt
videobrot lá á heimasíðuni,
ið vísti ein heldur øðrvísi
vinkul upp á ungu vertinn-
una. Í bakgrundini koyra
orðini “I’m not going to
seduce you. Do you want
me to seduce you?” , og
mong eru tey, ið hava lagt
ungu havnagentuna undir
at sokallað “flirtra “ við
teir ymsu gestirnir í Mús
sendingunum. Til hesa
ákæruna sigur unga kvin-
nan soleiðis:
– Vit hildu tað verða
ótrúliga skeg, og vístu
brotið í eftirfylgjandi Mús
sending. Eg haldi, at orsøk-
in til at eg bleiv løgd undir
at “flirtra”, var tí at eg var
so móð aftaná teir longu
arbeiðsdagarnar og var
tískil ikki heilt tilvitað um
hvørji signal eg sendi út ,
sigur Bjørk.
Mús aftur á skíggjan?
Slatur hevur gingið um, at
Mús aftur skal á skíggjan
til eina sokallaðu “rundu
2”, og hetta avnoktar Bjørk
Olsen ikki.
– Vit hava fingið fyrispurn-
ing frá Kringvarpinum, um
at halda fram við sendingu-
num, men enn er tað bert
prát, sigur Bjørk Olsen.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa fatur á
Programleiðaranum hjá
Kringvarpinum, men meira
verður at frætta um hetta
skjótast gjørligt.
Bjørk Olsen: Mús
strævið og læruríkt
Frændur:
Fløgan
kemur
í heyst
Bjørk Olsen
heldur møguliga
fram í nýggjari
»rundu« av Mús