mánadagur 12. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 7 - 12. januar 2009
Soljóðandi skriv varð
02.01.09 send leiðslu
Kringvarpsins og síðani
eisini Kringvarpsstýri
num og landsstýris
kvinnuni í mentamálum
Starvsmannafelagið krevur,
at Kringvarpið tekur aftur
øll hoyringsskrivini, sum
vóru latin teimum sjey lim
unum hjá Starvsmannafelag
num 16. desembur 2008.
Kravið er grundað á, at
kringvarpsleiðslan ikki
hevur haldgóðar grund
gevingar fyri ætlaðu
uppsøgnunum.
Samstundis sum ætlanar
skriv um uppsøgn verða
viðgjørd, hevur Kringvarp
ið valt at seta nýtt fólk í
starv, hóast skikkað fólk
eru millum tey, ið ætlanin
er at siga úr starvi.
Kringvarpsleiðslan hevur
ført fram, at uppsagnirnar
gjørdust neyðugar orsakað
av brádliga íkomnum tørvi
á sparingum í 2009, hon
mátti tí siga dugnaligum
fólki farvæl.
Men tað er Starvsmanna
felagsins greiða fatan, at
ongin orsøk er at siga nakr
an úr starvi orsakað av spar
ingum í 2009. Sparingarnar
orsakað av uppsøgnum av
limunum hjá Starvsmanna
felagnum eru í 2009 góð
hálv millión krónur. Hetta tí
øll hava langa uppsagnar
freist og frítíð til góðar. Tey
flestu fáa tí løn til og við
septembur.
Tilsamans er talan um
gott eitt ársverk, sum verð
ur spart burtur í árinum.
Um tvey av teimum, ið
hava fingið hoyringsskriv,
valdu at fara niður í hálva
tíð í 2009, og Kringvarpið
ikki setti nýtt fólk, men
umrokerar á stovninum, so
sparir stovnurin tvey árs
verk uttan uppsagnir. Stovn
urin kundi tá sloppið und
an tí harðrendu framferðini
mótvegis starvsfólkunum á
stovninum og tikið sær
stundir til at lagt eina skila
góða ætlan fyri tillaging av
búskapinum í samráð við
eitt nú Mentamálaráðið.
Starvsmannafelagið
heitir tí á leiðsluna um at
taka aftur ætlanarskrivini.
Starvsmannafelagið býður
sær saman við starvsfólk
unum á stovninum og
leiðsluni at finna ein leist
fyri ætlaðu sparingum
uttan at siga fólki úr starvi.
Í øðrum umfari heitir
Starvsmannafelagið á
stýrið fyri Kringvarpið og
Mentamálaráðið um at
tryggja starvsfólkunum í
Kringvarpinum eina virði
liga viðferð, at sømuligur
starvsfólkapolitikkur
verður rikin innan tað
almenna, og at ætlanar
skrivini um uppsøgn verða
afturtikin í stundini.
Á fundi í dag við leiðslu
Kringvarpsins hevur
Starvsmannafelagið tví
hildið um, at í sambandi
við setanina av journalisti
nýggjaftan, hevur leiðslan
fyri Kringvarp Føroya
brotið ásetingarnar í sátt
málanum, at størv skulu
lýsast leys alment og eisini
almenna setanarpolitikkin.
Lýsingin hevur bert stað
ið á heimasíðu Kring
varpsins og er hetta ikki
nøktandi lýsingarháttur.
Eisini hevur leiðslan
brotið bæði sáttmála og
almenna setanarpolitikkin, í
mun til at álitisfólk skal
hava málið til ummælis,
áðrenn endalig støða verður
tikin og sum partur av
setanarbólkinum skal vera
við í setanartilgongdini og
er hetta ikki farið fram.
Orðingin í almenna
setanarpolitikkinum er
henda:
”Setanarnevnd verður sett
at meta um umsøkjarar,
viðgera umsóknir og hava
setanarsamrøður. Í setanar
nevndini skulu verða um
boð fyri leiðslu og starvs
fólk, t.d. umboð fyri ávísar
starvsbólkar, ið viðkoma
starvsøkinum, og álitisfólk.
Tað er av stórum týdn
ingi, at setanarnevndin er
umboðað við fólki, sum
hevur førleika at meta um
umsøkjarar, tá talan t.d. er
um starv, ið krevur serligan
fakligan førleika.
Góð tíð skal verða sett av
til at viðgera umsóknirnar.”
Starvsmannafelagið
góðtekur als ikki hesa
framferð og hevur kravt at
setanin verður ógildað.
Leiðslan vil ikki ógilda
setanina og Fíggjarmálaráð
ið metir ikki, at hetta er so
álvarsamt brot, at avleið
ingin er ein ógildan av
setanini.
Starvsmannafelagið og
hini fakfeløgini í fakfelags
samstarvinum á almenna
arbeiðsmarknaðinum:
Akademikarafelag Føroya,
Føroya Lærarafelag, Før
oya Pedagogfelag, Felagið
føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar og Havnar Arbeiðs
kvinnufelag eru samd um,
at hetta mál er av sera
principiellum týdningi.
Vit góðtaka ikki at sátt
málaásetingar verða brotn
ar og at hetta ikki fær
avleiðingar!!
Vísandi til skrivið, ið
sent varð leiðsluni og av
varandi myndugleikum, so
er grundgevingin fyri at
limir okkara hava fingið
hoyringsskriv um uppsøgn
ógrundað.
Sparingin er so lítil, at er
vilji at troyta allar møgu
leikar at fyribyrgja upp
sagnunum, herundir m.a.
møguleikarnar fyri niður
settari tíð og gagnnýta
ásetingarnar um eldra
politikkin í sáttmálanum
og ikki at seta leysa starv
ið, so er als ikki neyðugt
við uppsagnum.
Tað er eisini follið fak
felgssamstarvinum fyri bróst
ið, at ikki allar royndir at
fyribyrgja uppsagnum eru
troyttar, við virðing fyri teim
starvsfólkum, ið hava tænt
Kringvarpinum í mong ár.
Kringvarpið tolir als ikki
fleiri starvsfólkaskerjingar.
Við hesum grundgev
ingum heitir Starvsmanna
felagið enn einaferð staði
liga á leiðslu Kringvarp
sins at taka ógrundaðu
hoyringsskrivini aftur.
Tað tykist sum ein stak illa
umhugsað krígsavbjóðing,
at Starvsmannafelagið nú
krevur, at Kringvarpið nú
skal strika starvssetanina
av einum journalisti, sum
er limur í fakfelagnum
Føroysk Miðlafólk.
Føroysk Miðlafólk vara
ikki av sjálvum sáttmálan
um, sum journalistar og
onnur programmfólk verða
starvssett eftir í Kringvarpi
num. Men tó skal tað
standa púra greitt, at felag
ið undir ongum umstøðum
fer at góðtaka, at nýggjasta
starvssetanin av einum
journalisti, sum er limur í
Føroysk Miðlafólk, á sjón
varpsredaksjónini á tíð
indadeildini verður strikað.
Føroysk Miðlafólk hava
longu mótmælt uppsøgnun
um, sum ætlanarskriv eru
send út um, og felagið stend
ur fult út við sítt mótmæli.
Felagið heldur uppsagnirnar
skaða tað journalistiska
fakið, tí næstan øll tey, ið
ætlanin er at siga úr starvi,
eru beinleiðis tengd at
journalistisku framleiðsluni.
Men ætlaðu uppsøgnir
nar hava als onki við
nýggjastu starvssetanina á
tíðindadeildini at gera, og
tí mótmæla vit harðliga, at
Starvsmannafelagið bland
ar hesi málini saman og
tilvitað gruggar tey. Úrslit
ið kann einans verða, at
starvsfólk í Kringvarpinum
á henda verða sett upp
móti hvør øðrum.
Føroysk Miðlafólk hava
kannað umstøðurnar og
niðurstøðan er greið:
Starvið á sjónvarpsredak
sjónini, sum varð sett beint
fyri nýggjár við virknaði
frá 1. februar, varð lýst
leyst á heimasíðuni hjá
Kringvarpinum, áðrenn tað
nakrantíð var upp á tal at
siga fólki úr starvi á
stovninum.
Starvið varð lýst leyst, tí
ein sera sentralur med
arbeiðari í november segði
seg úr starvi. Um sjónvarps
redaksjónin skuldi vera
arbeiðsfør, var tað sera
umráðandi, at nýtt fólk við
hollum journalistiskum
royndum og royndum
innan sjónvarp varð sett í
staðin sum skjótast.
Tað er tað, sum er hent.
At málið við uppsøgnun
um so stingur seg upp, stutt
eftir at starvið á sjónvarps
redaksjónini longu var lýst
leyst, er púra tilvildarligt.
Øll hava havt møguleika at
søkja hetta starvið – eisini
fólk í øðrum størvum í
Kringvarpinum, íroknað
tey, sum hava fingið ætlan
arskriv um uppsøgn.
Hetta málið ella hesi
málini undirstrika bert enn
einaferð, at Starvsmanna
felagið ikki skilir, hvussu
eitt journalistiskt arbeiðs
pláss virkar og enn minni,
hvat journalistiska fakið er
– millum annað at fakið og
arbeiðsøkini eru spesiali
serað, soleiðis at ofta
krevjast serligir førleikar
til serligar uppgávur.
Tað er bert náttúrligt, at
Føroysk Miðlafólk, sum er
einasta felag, ið burtur av
virkar fyri journalistiska
fakið, nú fer at herða
strembanina eftir at fáa
sáttmála fyri sínar limir í
Kringvarpi Føroya.
Tískil mæla vit eisini
staðiliga okkara limum í
Kringvarpinum til at tekna
seg úr øðrum fakfeløgnum.
Starvsmannafelagið krevur hoyringsskrivini afturtikin
Forkvinna
Selma
ellingSgaard
Føroysk Miðlafólk verja sínar limir
forkvinna,
vegna nevndina í
Føroysk Miðlafólk
anna V.
ellingSgaard
Av og á síggja og hoyra vit
um hugtakið ”misskilt
nationalisma."
Alt tað, ið danskt er, er
av tí ónda, tá tú ert fongdur
við misskiltari national
ismu, verður sagt.
Hinvegin, so ert tú bæði
heilur og sælur, um tú tek
ur av øllum, sum danskt er,
og sagt verður, at lands
stýrið ger tað einasta rætta
við at leggja Bankapakka
II fyri tingið sum skjótast.
Hóast danir í skrivandi
løtu als ikki eru samdir, og
framvegis dystast um,
hvussu teir skulu pakka
Bankapakka II, so siga teir
okkara, sum ongantíð
halda seg misskilja nakað
av nøkrum sum helst, at vit
skulu í sama pakka sum
danir, uttan mun til hvussu
pakkin annars sær út.
Í Onglandi eru royndir
nar tær, at bankapakkarnir
onga effekt hava. Hóast
bankarnir har hava fingið
stórar innspræningar, so
lata teir kortini lítið og
einki frá sær, hvørki til
privat ella vinnulív.
Bank of England sigur, at
ensku bankarnir eru blivnir
enn meiri afturhaldandi í
útlánspolitikki teirra aftan á
fyrsta enska bankapakkan
upp á 4.000 mia. kr.
Í Danmark er ivin eisini
stórur millum leik og lærd.
Onkur serfrøðingurin
heldur, at danski staturin
sjálvur eigur at keypa ein
banka, og síðan læna
pening út.
Kanska er tað líka frægt
at eiga ein banka, sum at
eiga nakað í øllum bank
um, so sum gjørt var við tí
fyrsta bankapakkanum.
Eingin trygd er fyri, at
ein nýggjur bankapakki
fær neyðugu ávirkanina, og
royndirnar eru tær somu,
sum í Onglandi.
Hildið verður frá dansk
ari síðu, at donsku polit
ikararnir ikki hava gjørt
neyðugu kanningarnar, ið
lýsa tørvin á einum
nýggjum bankapakka.
Lagaligi útlánspolitikk
urin er komin fleiri bankum
afturumaftur, og hildið
verður, at eingin orsøk er
til, at tað almenna skal
tryggja hesi útllán frameftir.
Her hjá okkum er polit
iska støðan enn verri.
Sjálvur løgmaður sigur seg
hava frætt, at ein banka
pakki er á veg, men at
hann ikki hevur ánisli av,
hvat ið er í hesum pakka,
sum kortini skal leggjast
fyri tingið.
Rímiligt er nú at spyrja,
hvør ið er nú fongdur við
hvørjum?
Í Visjón 2015, komu
strategibólkarnir hjá und
anfarnu ABCsamgongu til
somu niðurstøðu í 2007,
sum Tjóðveldisflokkurin
kom til í 1948.
Teir søgdu, at “stórstu
forðingarnar í altjóðagerð
ini eru stjórnarrættarligu
viðurskifti okkara, ið eru
ein avmarking, tá ið tað
ræður um limaskap í
ymiskum millumtjóða
felagsskapum.”
Á høgra bredda nakað
niðanfyri miðjuna á síðu
20 taka teir uppaftur:
“Formligu viðurskifti
Føroya við danska ríki eru
stórsta einstaka forðingin
fyri, at Føroyar sum land
kunnu luttaka á jøvum føti
við onnur lond."
Sum skilst, so koma vit
ikki á føtur, um alt tað
potentiali, sum kann geva
føroyska samfelagnum ein
størri búskaparvøkstur,
liggur fjøtrað undir
donskum valdi.
Hetta einvegis og
fjøtrandi sambandið kostar
okkum ov nógv á inn
tøkusíðuni, og enn eina
ferð verða vit mint á, at vit
eru í lummanum á tí, sum
vit fáa lummapening frá.
Fylgja vit teimum
skuldsetandi føroysku
politikarunum, so síggja
vit, at strategibólkarnir hjá
tí almenna mugu vera
bitnir av somu misskiltu
nationalismu, sum full
veldisfólk eru bitin av.
Meðan embætisverkið og
ein partur av politiska
landslagnum heldur, at
lykilin til altjóða menning
liggur í føroyskari luttøku
og sjálvstøðugum føroysk
um limaskapi á flest møgu
ligum økjum, so heldur
annar parturin alt vera sára
gott, um bert danir taka
sær av flest øllum føroysk
um áhugamálum.
Harafturat er tolsemið so
avmarkað, at alskyns
ókvæmisheitið verða heft á
tey, sum vilja virkað eftir
egnum fortreytum. Eitt nú
verða tey kallaði nation
alistar í negativari merking.
Ikki so lítið bendir á, at
tey sum rópa harðast um
misskilta føroyska nation
alismu, eru meiri fongd av
danskari nationalismu, enn
danir sjálvir eru.
Misskilt nationalisma
Hergeir
nielSen
viðmerkingar