Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2009 27 tíðindi Oddvør Johansen var ein av teimum, ið noyddist at njóta Nýggjárskonsertina umvegis sjónvarp og útvarp. Hon metir Nýggjárskonsertina at vera fjølbroytta og populera, og alsamt betri umtókta millum fólk konsert Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tey 650 atgongumerkini, ið vóru sett til sølu tíðliga í desember mánaði, vóru alt fyri eitt rivin burtur. Tí noyddust fleiri at njóta kon­ sertini úr sofuni heima við hús, og var ein teirra urgu­ leikarin Oddvør Johansen, ið annars plagar at vera á konsertini. ­ Til Nýggjárskonsertina skal tónleikurin vera populerur, og hann má ikki vera alt ov eksperimerandi. Og konsertin var populer. Nógvur kendur tónleikur var á skránni, millum annað filmstónleikur, sigur Odd­ vør Johansen. Viðvíkjandi stykkinum hjá Atla Kárason Petersen, sum var frumframført hetta kvøldið, dámdi henni væl stykkið, men hon saknaði William Heinesen í hesum. ­ William Heinesen var ókenniligur í hasi týðingini. Hatta var bara Carl Johan Jensen, heldur Oddvør Johansen. Um hon skal taka saman um og samanbera við onnur ár, metir hon at Nýggjárs­ konsertin alsamt vindur upp á seg, og at tað sæst aft­ ur í hvussu skjótt tað er sel­ ja atgongumerkini til kon­ sertina. Á konsertina var nógv gott fyri eygu og oyru, og var tað til dømis stuttligt at síggja Eivør, sum riggaði so væl, dirigenturin og tón­ leikurin var fínur, og í heila tikið var skráin festlig og fjølbroytt, heldur hon. ­ Í heila tikið haldi eg at stemningurin á konsertini var góður, sigur Oddvør Johansen. Populer Nýggj­ árs­­kons­­ert Yrkingin hjá Williami Heinesen tók seg væl út í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Tað heldur Sunnleif Rasmussen, tónaskald, um nýskrivaða verkið eftir Atla Kárason Petersen konsert Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo ­ Mær dámdi væl hetta verk­ ið. Yrkingin er væl vald, ikki minst til tað, tað er bílagt til. Eg kenni væl hesa yrkingina um Havnina, sum tá var ein bygd. Eg haldi, at tónleikurin var avvekslandi og mystiskur við djúpum tónum, og hevði hann nakað av fanfari yvir sær. Kórsatsurin varð gjørdur soleiðis, at mann skilti væl tekstin tí hann varð lisin upp áðrenn tónleikurin byrj­ aði. ­ Kórið hevði týðiligan tekst. Og teksturin sjálvur er øgiliga væl týddur, og málið er lætt. Mær dámdi væl tann einraddaða sangin í byrjanini og endanum, og tá endin kom, kundi eg hugsað mær at hoyrt meir. Verkið væl valt Oddvør Johansen, urguleikari, metir Nýggjárskonsertina at vera populera. Tó heldur hon ikki at William Heinesen er til at kenna aftur í týðingini av hansara yrking, Tusinder master i regn Tónaskaldið, Sunnleif Rasmussen dámdi væl verkið eftir Atla Kárason Petersen, sum hevði sett lag til nýtýddu yrkingina eftir William Heinesen, Mastraskari í regni William Heinesen: Úr: Útsýni við ælaboga, 1972 Mastra­skari í regni Ein sovorðin herlig verðslig bygd! Á farstøðini við ferjustaðið verður bygt út nú og tjúknir av byggipøllum tarna Ein skjótan munn av beiskum brennivíni og avstað út í oynna hjá Cythere. Síðan út í pallaskógin síðan út á fjørðin í bróstinum vellur og bralar Gandaða regn, gandaða toka, Gandaða hvønndagsverð slups, krapi og runa. Sum tað kortini er gott og rætt. Sum alt lítilsvert er vælsignað um baktjaldið bert er lívsfrískar vónir Carl Jóhan Jensen týddi William Heinesen: Tusinder master i regn Hvilken herlig verdslig by! Afgangsstationen ved færgestedet bliver udvidet og er blokeret af stilladslabyrinter. Man snapper sig en mundfuld bitterbrændevin før overfarten til Cytheres Ø. Så ud i stilladsskoven. Så ud på vandet med en liden gejser i brystet. Fortryllende regn og tåge. Fortryllende hverdag, sjask og sjap og pløre. Hvor er det dog godt og rigtigt. Hvor er det trivielle vidunderligt når blot baggrunden er glad forventning! (Fra: “Panorama med regnbue” 1972)