Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 7 - 12. januar 2009 Leygarkvøldið var stóra árliga Nýggj­árs­ konsertin hj­á Føroya Sym­foniorkestri í Norðurlanda­ húsinum­. 650 fólk høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið leygardagin. Frálík til tónleikur frá Sym­foni­ orkestrinum­, eina fantastiska Eivør, og Helena Dam­ á Neystabø leikandi á sj­am­panj­ugaloppin­ um­ m­yndaði ársins litríku Nýggj­árs­ konsert, um­fram­t spældu nýtt verk konsert Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað vóru 650 fólk, ið høvdu ognað sær atgongumerki til á Nýggjárskonsertina hjá Symfoniorkestrinum leygar­ kvøldið. Fyri mong er Nýggjárskonsertin nakað heilt serligt, og sæst tað aftur á atgongumerkjunum, ið vórðu rivin burtur longu tíðliga í desember. Skráin fyri Nýggjárskon­ sertina var fjølbroytt við kendum verkum, sum Sym­ foniorkestrið framførdi afturvið kór­ og solosangi. Tvær stórhendingar innan symfonitónleik fóru fram hetta kvøldið. Nýggja verk­ ið eftir Atla Kárason Peter­ sen, sum hevði gjørt lag til yrking eftir William Heine­ sen, varð framført, og nýgg­ ja harpan hjá Symfoni­ orkestrinum varð tikin í brúk. Harafturat var Eivør gestasolistur, og framførdi hon egið lag, umframt eitt eftir Petur Pólson og eitt eftir Anniku Hoydal. Tað var nakað lætt og fest­ ligt yvir framførsluni hjá Symfoniorkestrinum. Nak­ að, sum var við til at seta festliga dámin á konsertina, var tá Helena Dam á Neysta­ bø var solistur í stykkinum um sjampanjugaloppin. Nakrar ferðir skuldi galopp­ urin roynast, áðrenn hann ljóðaði sum hann skuldi. Tá Bernharður Wilkinson hevði fingið fólk at klappa í takt, bæði við størri og smærri armrørslum, var ikki frítt fyri at tað prikaði í hondunum, og tey flestu mundu fara smílandi avstað aftur. Samanumtikið ein litrík og festlig Nýggjárskonsert, sum staðfestir høga støðið á føroysku symfoniorkestur­ tónleikarunum og sangar­ um. Vit lata myndirnar á hes­ um síðum tala fyri seg. Festlig og litrík Nýggjárskonsert