mikudagur 19. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 180 - 19. september 2001
Nr. 180 - 19. september 2001
11
Formaður Javnað-
arfloksins ·sannar
· landsfundinum,
at flokkurin hevur
ligið ov leingi Ì
dvala og skal n˙
purrast ˙t. N˙
skulu gomlu
javnaðarm·lini
aftur setast Ì h·sÊti
LANDSFUNDUR
Edvard Joensen
Vestmanna:
Føroya framtíð verður
avgjørd við næsta val.
Og tí skyldar Javnaðar-
flokkurin fólki, at melda
greitt út, hvat flokkurin
vil,
segði
formaður
Javnaðarfloksins í for-
mansfrágreiðing síni á
landsfundinum um viku-
skiftið.
Landsfundur Javnað-
arfloksins verður hildin í
Skúlanum í Vestmanna
undir
herrópinum
»Fólkið fyrst« . Og
eingin ivi skal vera um,
at
Javnaðarflokkurin
eigur at halda seg til síni
upprunamál, sum eru
almannamál og mál,
sum koma vanliga borg-
aranum til góðar, segði
Jóannes Eidesgaard.
Sum dømi um flokk,
sum hevði gloymt hesi
sosialdemokratisku
aðalmál, nevndi hann
norska Arbeiðaraflokk-
in, sum við valið fyrr í
vikuni fekk ein rættiliga
kjaftfisk. Júst tí, at hann
hevði gloymt gomlu
floksvirðini, segði Jó-
annes Eidesgaard.
Og frá verandi sam-
gongu er einki at vænta
hendanveg, segði for-
maður Javnaðarfloksins.
Han vísti á, at lands-
stýrismaðurin við al-
mannamálum beinleiðis
hevði sagt, at einki røkt-
arheimspláss er komið
afturat í hesum valskeið-
num. Og hann ivaðist
heldur ikki í, at tað kem-
ur heldur einki haðani
frá.
Javnðarflokkurin hevur
lagt uppskot fyri verandi
løgting á hesum økin-
um. Men tey verða feld
frá hond. Eisini mál,
sum flokkurin hevur lagt
fram saman við øðrum.
Allur politikkur í Før-
oyum er seinnu árini
køvdur av fullveldismál-
inum, sum kortini ongan
veg er komið.
– Har er stutt og greitt
als einki komið burtur
úr, segði Jóannes Eides-
gaard.
Tað undraði hann, at
støðan í dag er, at sam-
gonguflokkarnir, Tjóð-
veldisflokkurin
og
Fólkaflokkurin
nú
knappliga er farnir at
halla til Heimastýris-
lógina.
Hinvegin er Javnað-
arflokkurin komin tað
longri, at hann arbeiðir
við eini sjálvsstýrislóg.
At
landsstýrissam-
gongan ongan veg er
komin við fullveldis-
málinum kemst av, segði
Jóannes Eidesgaard, at
samgongan torir ikki at
fremja málið, sum teir
so braneggjaðir settu
sær eftir seinasta val.
Hví fullveldið doyði í
føðingini, torir sam-
gongan ikki at koma út
og siga fólki.
Hóast roynt verður at
billa fólki annað inn, er
veruleikin, at samgong-
an hevur onga sum helst
ávirkan á, hvussu long
skiftistíðin verður. Hana
fáa teir bara ásetta úr
Danmark.
Hinvegin fer sjálv-
stýrislógin,
Javnaðar-
flokkurin skýtur upp, at
geva føroyingum av-
gerðarrættin
yvir
arbeiðsgongdini, segði
Jóannes
Eidesgaard,
formaður Føroya javn-
aðarfloks, millum annað
í ársfrágreiðin síni á
landsfundinum í Vest-
manna um vikuskiftið.
Javnaðarflokurin
eigur at minnast til, at
t· hann leggur n˝ggja
valskr· fram, eigur
hann eisini at duga at
greiða fÛki fr·,
hvussu hon skal
fÌggjast, segði ein
fundarluttakari ·
landsfundinum
LANDSFUNDUR
Edvard Joensen
Vestmanna:
Fólk vóru samd um, at
nýggja valskrá Javnaðar-
floksins
var
eitt
gott
upplegg. Men mælt verður
til at fara varliga fram og
ansa eftir, at altíð er
fíggjarligt grundarlag undir
tí, sum skotið verður upp.
Thomas Arabo, sum var
tann fyrsti, sum tók orðið
eftir formansfrágreiðing-
ina, mælti flokkinum til
altíð at leggja upp fyri,
soleiðis, at eitt uppskot frá
flokkinum á tingi altíð
legði meira upp fyri á
útreislusíðuni, enn sam-
gongan ger. Tí greitt er, at
verandi samgonga hevur
lagt alt, sum eitur al-
mannamál aftur um full-
veldismálið,
sum
full-
komuliga hevur køvt før-
oyskan politikk.
Eisini
vísti
hann
á
vandan við at lova ov mikið
í eini valskrá. Hann vísti á
mál sum undirsjóvartunnlar
og ferjur, sum eingin er
ímóti yvirhøvur. Men tað
skal gjaldast, segði hann,
og bað fólk ansa sær eitt
sindur við at lova ov mikið.
Jákup Birgir Mohr vísti
á, at Javnaðarflokkurin eig-
ur ikki bara at lata full-
veldismálið fara afturvið
kortini. Tí flokkurin má
ásanna, at hetta er mál, sum
upptekur nógv ungfólk. Og
teimum eigur flokkurin at
siga frá, at sjálvsstyrislóg
Javnaðarfloksins
gevur
Føroyum minst líka nógv
fullveldi, sum fullveldismál
tjóðveldisfloksins.
Munurin er bara tann, at
Javnaðarflokkurin
ikki
krevur fullveldi her og nú,
men fer skynsamari fram í
neyvum
samstarvi
við
Danmark.
Elin Lindenskov rósti
eisini
valskránni,
men
eftirlýsti eini neyvari frá-
greiðing um, hvussu røkt-
arheimsparturin hjá komm-
unum
skal
fíggjast.
Í
skránni stendur bert, at
landskassin skal bera sín
part. Eisini eftirlýsti hon
eini lýsing av, hvussu tey
nýggju røktarheimini skulu
síggja út. Stór ella smá?
Hvønn tørv skulu fólk
hava, sum sleppa inn?
Dement? Menningartarn-
að? Sálarsjúk?
Jú, sanniliga er gott við
slíkum politikki, og átroðk-
andi eisini. Men samstund-
is vísti hon á, at nýggju
eldrasambýlini, sum nú
verða bygd, eru gjørd eftir
bíligastu loysn, hóast tey
eru frálík annars.
Ávísir manglar eru tó í
skránni, vísti Elin Linden-
skov á. Hon fegnaðist um,
at flokkurin setir í val-
skránna, at børnini skulu
fram um oljuna, sum nevnt
verður í partinum um skúl-
an. Men flokkurin gloymir
børnini undir skúlaaldur,
segði hon. Men eisini tað er
mál, sum arbeiðast skal
víðari við, nú skjøtil er
settur á.
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður, ásannar, at tað
kann verða ein trupulleiki
hjá smáum kommunum at
fara undir at byggja røkt-
arheim. Men so er samstarv
millum kommunurnar at
týða til, metti hann.
Hinvegin vísti hann á, at
kommunurnar sjálvar eisini
eiga part í trupulleikanu,
tær kunnu fáa, tí tær hava
bara tikið í móti teimum
uppgávum, tær hava fingið
álagdar frá samgonguni.
Og eingin hevur mótmælt.
Tað kann fara at koma
afturum aftur hjá teimum,
vísti Kristian Magnussen á.
Mangan verður víst til
teir ovurlongu bíðilistarnar,
sum eru á eldraøkinum.
Til tað segði Andrias
Petersen, kommunulækni,
at tørvurin er umleið 250
pláss.
Tað grundaði hann á
kanningar, sum gjørdar eru
av veruliga tørvinum held-
ur enn bara listunum, sum
fólk sjálv skriva seg á,
hóast tørvurin kann liggja
nøkur ár frammi í tíðini.
Fólk, sum vilja vera í góð-
ari tíð og binda um heilan
fingur.
Jákup Joensen vísti á, at
parturin um fiskidagamark-
naðin átti at lýsast betri.
Hann helt ikki, at fiski-
dagar nakrantíð eiga at
verða søluvøra, men at
tann, sum søkir um fiski-
loyvi, skal fáa tað fyri einki
frá tí almenna at brúka,
meðan hann fiskar. Tá hann
gevst, eiga dagarnir at falla
aftur til landsstýrið, sum
síðan kann lata tað til næsta
umsøkjaran.
Jóannes Eidesgaard svar-
aði til tað, at tað í grundini
var júst tað,sum lá aftan
fyri hugsanina í valskránni.
At fiskidagar ongantíð eiga
at gerast spekulatiónvøra,
soleiðis sum vit síggja tað í
dag, og sum ein frí um-
setiligheit altíð fer at gera
teir til.
Landsfundurin
skal vera ˙tpurring
Farið varliga fram
Javnaðarflokkurin
hugsar ov lÌtið um
ungdÛmin, halda
limir Ì Sosialistiskum
Ungmannafelag
LANDSFUNDUR
Edvard Joensen
Vestmanna:
Flokkurin brúkar ov nógva
tíð upp á pensiónir og
pensionistar, um ikki er tíð
til at viðgera tørvin hjá
ungsóminum eisini, helt
umboð fyri SU, sum tók
orðið á landsfundi Javnað-
arfloksins.
Hann helt tó ikki, at tað
er skeivt at brúka nógva
orku upp á pensionistarnar.
Sjalvandi ikki. Men tey
ungu í dag kenna seg eitt
sindur í villareiði, tá tosað
verður um ungdómspoli-
tikk hjá ymsu flokkunum,
vísti hann á.
Ungfólk í dag vita ikki,
hvar tey skulu halda seg
politiskt, tí eingin flokkur
er, sum veruliga dugir at
siga teimum, hvat hann
kann gera fyri tann partin
av fólkinum. Alt gongur út
upp á børn, tilkomin og
eldri. Tað er líkasum at tann
aldursbólkurin, sum liggur
millum børn og tilkomin,
bara verður burtur.
Javnaðarflokkurin eigur
at fáa nógv betri tak á
ungdóminum, vísa tey á í
SU.
Men tað vóru ikki øll,
sum vóru samd í, at Javn-
aðarflokkurin hevur mist
tey ungu burtur ímillum.
Víst varð á, at tað er ikki
so øgiliga langt síðan, at
teir
undirvísingarmøgu-
leikar, sum eru í dag, vóru
fyri øll. Fleiri teirra, sum
vóru á fundinum, mintust,
tá skúlaverkið bara var fyri
tey fáu. Hevði eitt nú
Javnaðarflokkurin ikki havt
stríðst fyri einum skúla fyri
øll, hevði verið enn minni
av tilboðum til tey ungu,
varð víst á.
Umr·ðandi at f·a ungdÛmin við
Hugsunarsamir luttakarar
Thomas Arabo
Floksformaðurin fekk
bÊði undirt¯ku og
mÛtst¯ðu, t· hann
tÛk undir við, at
landsst˝ris- og
l¯gtingsmenn skuldu
f·a eina gÛða eftirl¯n
LANDSFUNDUR
Edvard Joensen
Vestmanna:
Jóannes Eidesgaard fekk
undirtøku frá einum lands-
fundarluttakara, tá hann
metti, at tað var í lagi, at
landsstýris- og løgtings-
menn fingu ta eftirløn, sum
nú var samtykt.
Men restin av fundarlut-
takarunum, sum var á
røðarapallinum eftir teir
báðar, tók avgjørda støðu í
móti slíkari talu. Eisingin
ivi var heldur um, at lands-
fundurin sum heild helt, at
tað var ikki javnaðarpoli-
tikkur at játta sær sjálvum
eina eftirløn, sum er marg-
fald tann,um ein fólka-
pensionistur fær.
Jóannes Eidesgaard tók
aftur í aftur, at tað var helst
skeivt av Javnaðarflokk-
inum at taka undir við hes-
um uppskotinum uttan at
seta sum treyt, at tað sam-
stundis varð samtykt at seta
samhaldsføstu eftirlønar-
skipanina í gildi.
Men hinvegin vísti hann
á, at alternativið kundi
verða, at flokkurin fram-
provokeraði fólkatrygging-
ina hjá Fólkaflokkinum, og
tað hevði verið ein rein
vanlukka, vísti hann á.
Eitt sindur av hyklaríi
metti hann kortini lá aftan
fyri tað, fundurin førdi
fram. Tí fáa politikarar
onga eftirløn, er vandi fyri,
at eingin fer upp í politikk,
tí tað loysir seg betri at
tjena sær eftirløn aðra-
staðni. Og á tann hátt
kunnu nógvar góðar kreftir
fara fyri einki, segði Jó-
annes Eidesgaard.
Landsfundurin valdi
einmÊlt starvs-
nevndina aftur
LANDSFUNDUR
Edvard Joensen
Vestmanna:
Starvsnevndin í Javnaðar-
flokkinum stillaði uppaftur
og varð øll einmælt aftur-
vald.
Tað vóru eingi mótval-
evni til starvsnevndina hjá
Javnaðarflokkinum,
tá
nevndin skuldi veljast á
landsfundinum.
Jóannes Eidesgaard varð
afturvaldur sum formðaur,
meðan Jancy Olsen og
Bergur P. Dam halda fram
sum næstformenn.
Floksskrivari er enn, sum
undan
landsfundinum,
Eyðólvur Dimon, meðan
Viljehelm
Johannesen,
Katrin Dahl Jacobsen og
Ragnhild Olsen halda fram
sum starvsnevndarlimir.
”semja um eftirl¯nir
Starvsnevndin
afturvald
Jancy Olsen varð afturvald til næstformann í Javnaðarflokk-
inum saman við Bergi Dam
Í seinnu greinini av tveim-
um hjá Finnuri Helmsdal
um økismenning nevnir
hann flytingina av Stuð-
ulsstovninum til Runavíkar.
Undirritaðu, sum starvast á
Altjóða Skrivstovuni og á
LFÚ-Ráðgevingini, hava
hesar viðmerkingar:
Tørvurin á vegleiðing um
útbúgvingar er vaksandi. Í
dag eru fólk í øllum aldri
undir útbúgving, útbúgv-
ingartilboðini verða fleiri
og fleiri, og útbúgvingarnar
kunnu takast um allan
heimin. Í skúlunum veita
skúlaráðgevar og lestrar-
vegleiðarar generella veg-
leiðing um útbúgvingar. Tá
ið tey ungu skulu søkja inn
á ein útbúgvingarstovn eru
trý støð, har tað ber til at
fáa kunning um umsókn-
arbløð, upptøkutreytir, bú-
stað, stuðulsmøguleikar og
mangt annað. Tey trý
støðini eru LFÚ-ráðgev-
ingin, Altjóða Skrivstovan
og
ikki
minst
Stuð-
ulsstovnurin. Skrivstovur-
nar hjá øllum trimum eru í
Tórshavn — ikki í sama
húsi, men kortini í sama
býi.
Vit sum arbeiða á einum
av hesum støðunum kunnu
ikki ímynda okkum, at vit
skulu flyta enn longur
burtur frá hvør øðrum,
heldur áttu vit at verið løgd
undir sama tak — ella
møguliga at verið løgd
saman. Var alt á einum
staðið, sum Finnur Helms-
dal nevnir eitt kraftsentur,
kundu enn fleiri, sum ætlað
sær undir útbúgving, komi
at fingið holla og fjøl-
broytta ráðgeving á sama
staðið. Tað er trupult á
ímynda sær, at tey sum ætla
sær undir útbúgving ikki
skulu
vitja
á
minst
tveimum av støðunum og
annað
verður
altíð
Stuðulsstovnurin.
Í hinum Norðanlond-
unum eru útbúgvingar- og
lestarvegleiðarar altíð í
teimum størru býunum, tvs
teimum býunum har flestu
skúlarnir og tey flestu eru,
sum ætlað sær undir út-
búgving. Okkum kunnugt
er eingin útbúgving fyri
ung eftir 10. flokk í Runa-
vík.
At flyta Stuðulsstovnin
til Runavíkar, við vand-
anum um at missa starvs-
fólkini
og
ikki
minst
royndir teirra, er sum at
flyta bilasøluna hjá Mein-
hardi Arge til Nólsoyar!
Hevði tað ikki verið eitt
skilagott hugskot at tikið
starvsfólkini á teimum
trimum stovnunum við
uppá ráð, at vita hvat tey
siga?
Vit vóna at avvarðandi
myndugleikar lesa hetta og
ein virðlig loysn fæst á
hesum málinum.
Fyri LFÚ-rágevingina:
Inger Flø Jørgensen og
Bjørg Róin
Fyri Altjóða
Skrivstovuna: Holger
Arnbjerg
Tórshavn 17.9. 2001
¡heitan · Landsst˝rismannin
Ì mentam·lum
VIÐMERKINGAR
Um at privatisera
Palli Dalsgaard
Nú spøkir ætlanin aftur hjá
landsstýrinum um at pri-
vatisera. Og sum ikki eina-
ferð eru tað bussarnir, ið
standa fyri skoti, partvís at
verða
privatiseraðir
og
partvís rutur, ið geva ov
lítið, skulu niðurleggjast.
Hvat, ið verður gjørt
aðrastaðni í Føroyum, við-
komur ikki okkum, sum
búgva í Sandoynni. Eitt er
heilt vist, verður núverandi
bussruta her hjá okkum
niðurløgd, tað verður ein so
stórur saknur, at tað verður
ein skandala. Og tað verður
tað sama, um hon verður
skerd, minkað. Vit eru øll
greið yvir, at tað ferðast
ikki nógv fólk við bussin-
um, og at tað tíverri sita
fólk innan fyri gardinurnar
og læa so hjartaliga at
bussunum, ið koyra tómir.
Men hesi fólk hugsa ikki
um, hvør nytta er í bussun-
um hjá teimum fólkum,
sum hava brúk fyri teimum.
Havi latið mær sagt, at
síðan Teistin kom at sigla er
flutningurin av bilum vaks-
in munandi og ferðafólka-
talið í bussunum minkað
tilsvarandi. Tað
er
væl
skiljandi, men av teirri or-
søki er ikki rætt at niður-
leggja
bussrutuna. Tað
verður so dúgliga bæði
tosað og skrivað um bygda-
menning av øllum politisk-
um
flokkum.
Størsta
bygdamenning, ið nakran-
tíð er farin fram í Føroyum,
er Strandferðslan, og næst
henni eru Bygdaleiðir. At
hugsa sær til, at onnur
henda
menning
skal
hvørva, tí hon ikki ber seg,
tá er ilt at skilja hvør mein-
ingin er við bygdamenning.
Heilt einki av ferðafólki er
ikki í Sandoynni, tí tað
kemur meira enn so fyri, at
tríggir bussar eru á Skop-
unarkei at taka ímóti fólki,
tí brúk er fyri teimum.
Skúlabarnatalið í Megin-
skúlanum er í vøkstri, og
allur tann aktivitetur har er
eftir skúlatíð krevur nógvan
og góðan flutning. Tað
sigur seg sjálvt, at fara at
minka um bussrutuna her
hjá okkum, tað er óða-
mannaverk. Vit hava krav
uppá, at okkara løgtings-
menn lata hoyra frá sær og
ikki lata eitt so stórt og álv-
arsamt mál fara fram óátal-
að av teimum.
Semja var ikki um eftirløn
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
11
10