Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 180 - 19. september 2001 Nr. 180 - 19. september 2001 13 Hjá Injektor Door í Vági gongur fram- leiðslan av lemmum til trolarar og aðra sjóvinnu við rúkandi ferð í nýggju framleiðsluhøllini, men longu nú eru ætlanir um útbygging VINNA Dagfinn Olsen Lemmar til trol og aðra sjóvinnu verða framleiddir í Vági. Injektor Door hevur við sínum nýskapandi og orkusparandi vøru veruliga fingið fótin fastan á mark- naðinum og kring knøttin fara trollemmarnir hjá In- jektor Door og verða væl fagnaðir. Keyparar boða frá góðum fiskiskapi og lækk- andi orkuútreiðalum. Ferð á Arbeiði er til nógvar hend- ur á virkinum hjá Injektor Door, har full ferð er á framleiðsluni. Fyri ikki so langari tíð síðani flutti fyritøkan í egna fram- leiðsluhøll. Høllin er eini 700 fer- metrar. Men longu nú hava menninir handan Injektor Door ásannað, at høllin er nakað lítil. Teir hava tí ætlanir á tekniborðinum um eina høll afturat. Talan er um eina høll, ið skal standa við síðuna av hinari høllini. Nýggja høllin verð- ur ætlandi einar 350 fer- metrar og skal m.a. hýsa kantinu og skrivstovum. Sum skilst, eru nogv jørn í eldinum og framtíðarætl- anirnar eru nógvar. Fyri- tøkan í Vági útflytir stóran part av framleiðsluni og hevur eisini egið sølulið í Danmark. Stórt Injektor Door er stórt virkið. Men eisini sjálv framleidda vøran er stór. Nakrir av nýggju trollemm- unum eru so stórir, at trup- ult er við hølisviðurskift- unum. Tá vøran kann vera meira enn 5 metrar høg og meira enn 4 metrar breið, so skulu t.d. breiðar hurðar til, fyri at fáa lidnu vøruna úr høllini. Hesir trollemm- arnir eru eisini sera tungir, men hjá Injektor Door framleiddir soleiðis, at teir eru lættari enn vanligt. Fyrr vigaðu hesir 8 tons, men frá Injektor Door viga teir 6,3 tons, so teir eru sera lættir og harvið eisini orkuspar- andi. Arbeiðsfólkini hjá Injek- tor Door arbeiða í tveimum vaktum, so ferð er á stóran part av døgninum og stóran part av vikudøgunum. Síðsta mánað eydnaðist at framleiða heili 17 sett av trollemmum og hetta eru menninir handan virkið væl nøgdir við, men eftirspurn- ingurin er so stórur, at framleiðslan støðugt er ein roynd at framleiða so nógv, sum gjørligt. 23 fólk arbeiða hjá Injek- tor Door. Pakkhúsið nærkast Full ferð á Leingi hevur verið arbeitt uppá Stóra Pakkhús í Vági, sum er gamlt og søguligt hús, ið liggur við líka søgu- ligu Garðabrúnna. Garða- brúgvin varð sett í stand fyri nøkrum árum síðani. Fyri nøkrum árum síðani tóku feløg seg saman um ætlanina at seta í stand Stóra Pakkhús, ið umframt at hýsa feløgunum, skal vera mentanarhús. Menn hava arbeitt miðvíst við hesi ætlan og sær húsið vakurt út, nú tað sigst, at tað er klárt at lata dyrnar upp einaferð í oktober. Fjøltáttað mentanarvirk- semi skal eftir ætlan rúmast undir lonini; sangur, leikur og aðrar framførslur og til- tøk av ymsum slag. Eisini bingo, gerst tað aktuelt, og fyrireikað verður eisini í hesum døgum til bingospæl til frama fyri Stóra Pakkhús. Húsið og Garðabrúgv skapa saman eitt hugnaligt umhvørvi við sjóvarmálan, eftir at økið var heldur illa farið av tíðarinnar tonn og gloymsku, hóast staðið var miðdepil fyrra helming av farnu øld. Framtíðarætlanirnar eru nógvar og full ferð er á framleiðsluni hjá Injektor Door, sum síðsta mánað framleiddi 17 sett av trollemmum. 23 fólk arbeiða á virkinum Marjus Dam Løgtingsmaður Hví royna at minka Rikis- veitingina við uml 400 milliónum krónum tá aðrir skulu taka við. Er tað fyri at gera "for- treð", kann ein spyrja. Núsitandi samgonga skaðilig Eftir at fleiri tung ár hava verið dagligi dagurin hjá føroyska borgaranum, sást nú ein glotti fyri framman. Mangt av tí, ið vit ikki hava fingið gjørt í samfelagnum vegna vánarliga fíggjar- støðu, kann gerast nú. Nú er yvirskot. Vit kunnu. Og innan øll samfelagsøkir er tørvur á íløgum. o Skattir eiga at lækkast. o pensiónir eiga at økjast. o Umstøður eiga at verða bjóðaðar okkara veiku og brekaðu. (Dagligi dagur teirra og teirra næstringum er ein kampur at yvirliva). o Innan sjúkrahúsøki, eins og heilsuverki annars, er tørvur á stórum ábótum. o Innan skúlaverkið skulu stórar íløgur gerast frá fólkaskúla til Fróðskap- arsetur. o Skúlin á Trøðni má upp- prioriterast, so tey, ið hava ein serligan tørv, fáa hendan nøktaðan. o Fiskivinnuskúli eigur at verða bygdur. o Útoyggjapolitikkur má fremjast. o Nógvir av skúlum okk- ara eru so illa farnir vegna tørvandi viðlíka- hald, at støðan har er nærum líka ring sum á Landssjúkrahús- inum. Og tað sigur ikki so lítið. o Innan samferðsluøkið skulu stórar og neyðugar íløgur gerast. Av hesum kunnu nevnast nýggjur Smyril og ferjulegur í hesum sambandi. Undir- sjóvartunnil til Klaks- víkar. Nýggj tunnil í Hovi. Fyri bert at taka í rúgvuna. o Íløgur fyri milliardir eru neyðugar at gera. Peningur neyðugur: At fremja viðlíkahald og nýíløgur krevur nógvan pening. Tí undrar tað almikið, at núsitandi samgonga við einum frímerki hevur kutað 400 milliónir av blokkin- um. Uttan at nevna eitt orð um, hvørjar uppsøgnir skulu fremjast og hvørjar íløgur ikki skulu gerast. Sambart Hvítubók gjørdi blokkurin, at almenni sek- torurin var ov stórur. Men undir hesari samgongu er almenni sektorurin bert vaksin. Um blokkurin skal skerjast, hvar skal so skerjast innan almenna økið? Hvussu nógv fólk skulu sigast úr starvi. Í uttanlandanevndini var spurt um konsekvensin av hesum ógvusliga kuti. Svarið frá búskaparráðnum var greitt. Vit hava ongan kapacitet í Føroyum til at svara hesum spurningi. Og Landstýrismennirnir vistu onki. Ella vildu onki siga um hetta. Helst tí val verður skjótt! 80 ara politikkur um- aftur: Tá núsitandi samgonga fremur slíkar stórar fíggj- arligar skerjingar, uttan at greina stutt og langtíðar árin niður í minsta lut, hevur føroyska tjóðin ein stóran trupulleika. Nevni- liga, at 50.000 føroyingar aftur eru vornir brikkar hjá einum landstýri, ið gamblar við lagnuni hjá føroying- um. Hetta er 80- ara politikkur í stórum stíli. Ein skuldi trú, at tað hevði áhuga hjá samgonguni at greina árinini av 400 millióna skerjing árliga fyri øllum føroya fólki. Og skerdu møguleikar at fremja mangar íløgur í komandi árum. Um bert hetta fyrsta loysingarstigið verður framt, so missir føroyska samfelagið 2 milliardir hvørt valskeið. Og tað hevur týdning. At skriva álit eftir álit loysir ongan trupulleika: Hendan samgonga hevur skrivað álit eftir álit um teir mongu stóru samfelagsligu trupulleikar mangir bólkar og økir hava í landi okkara (útoyggjar, økismenning, menningartarnaði, eldra- politikkur og røkt o.s.v.) Men at loysa trupul- leikarnar, ið álitini vísa, krevur pening. Hendan pening hevur samgongan ikki vilja játtað, men hevur lagt hann til viks. So trupulleikarnir eru bert verri, enn tá ið samgongan tók við. Tí onki mál verður loyst innan skúlaverki, heilsu og almannaverki, samferðslu- kervið við at skriva álit og halda fram við at spara innan økir har tørvur er á øktum játtanum. Um Ríkisveitingin skal skerjast við knappari hálv- ari milliard so er ein rele- vantur spurningur hjá før- oyingum: Hvørjar íløgur skulu ikki gerast?. At skerja burtur stóran part av fíggj- arlógini merkist sjálvandi mangar staðir. HVAR?. Tað eigur landstýrið at svara uppá. Hvítabók arbeiddi við einum modelli uppá 15 ár. Og tað steðgaði øllum framburði her á landi, førdi til arbeiðsloysi og lønar- niðurskurð. Leisturin Landsstýrið nú hevur lagt hevur ein tíðarhorisont uppá 4 ár - har 1/3 av blokkinum verður tikin burtur beinanvegin. Verður støðan so hættislig, at landstýrið als ikki torir at siga fólki tað? At byggja Brimil fyri 90 milliónir (120 milliónir) krónur var gjørt uttanlanda eftir mikið kjak. Eitt frí- merki og ein politisk neyð- semja kutar 400 milliónir burtur uttan kjak ella nakrar kanningar. Slíkt er ábyrgdarloysi. At hava eitt mál er eitt - men at sýna slíkt ábyrgdarloysi er eitt brotsverk. Alternativið: At sleppa undan køvandi oki hjá núsitandi sam- gongu, má hjá mongum føroyingi kennast sum at fáa fríska luft í lunguni, eftir at vera nærum kvaldur. Møguleikan fáa allir før- oyingar skjótt. Vónandi verður tá aftur ein møgu- leiki at venda aftur til ein politikk, har framburður í landinum verður nýttur føroya fólki at gagni. So at mong av stórmálunum, íð vit hava skyldu at fremja vera loyst. Við at játta pening til at fremja uppgávurnar. Í Mikinesi, Fugloy eins og í Suðuroy Tórshavn og Vágum. Tað eru stórar uppgávur í liggja fyri framman. Tær skulu fremjast í verki - ikki bert konstater- ast í einum áliti. Og ríkisrættarligu viður- skiftini vilja vit fegnir SAM- RÁÐA uppá pláss. Vit vilja gera Ríkisfelagsskapin betri við eini nýggjari avtalu ímill- um líka partar í ríkinum. Ríkisfelagsskapurin gevur møguleikar VIÐMERKINGAR C M Y K 13 12