mikudagur 19. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 19. september 2001
15
Hjáframleiðslur úr
fiski og alivinnuni -
møguleikar og
marknaðir
Tann føroyska fiski- og
alivinnan framleiðir árliga
fleiri túsund tons av so-
kallaðum "hjáframleiðsl-
um".
Tá ið hugtakið ”hjáfram-
leiðsla” verður brúkt, er tað
við støði í, at fiski- og
alivinnan hava eina "høv-
uðsvøru" og at restin av tí
lívfrøðiliga tilfeinginum í
stóran mun verður roknað
sum fiskarusk ella slógv.
Í
fiskídnaðinum
t.d.
verður orðið hjáframleiðsla
ofta bundið saman, við tí
sum eftir er av fiskinum,
táið hesin er framleiddur til
flak.
Hjáframleiðslurnar um-
fata vanliga, høvdið á
fiskinum, beinagrindina,
skræðuna, umframt rogn,
livur, sil, magar og garnar.
Í nógvum av av hjá-
framleiðslunum eru stórar
nøgdir av serligum evnum,
sum gera tær serliga væl-
egnaðar, sum rávøra til
serúrdráttir.
Úrdráttirnir úr hjáfram-
leiðsluni verða tískil brúktir
til nógv ymisk endamál,
eitt nú bæði í matvøru-
ídnaðinum, heilsikostídn-
aðinum og heilivágsídnað-
inum.
Í Mynd 2 og 3, er víst
dømi um hjáframleiðsluúr-
dráttir og marknaðirnir fyri
hesum.
Verður roknað við at tað í
miðal verða fiskað 100.000
tons av botnfiski undir
Føroyum, kann teoretiskt
roknast við umleið 15.000
tons av innvølum. Sum
støðan er, koma meiri enn
90 % av innvølunum ikki til
høldar men verða tveittir
fyri borð.
Verða 70.000 tons av
fiskinum flakaskornir á
landi, kann teoretiskt rokn-
ast við ímillum 20 og
25.000 tons av hjáfram-
leiðslum, sum koma frá
flakaframleiðsluni.
Meginparturin verður
gjørt til slógv og
minkafóður
Roknað verður við at í ár,
verður
framleiðslan
av
aldum laksi í Føroyum um
50.000
tons.Frá
hesi
framleiðslu kann roknast
við eini hjáframleiðslu
uppá umleið 15.000 tons.
Hetta vedst tó alt um,
hvussu nógv av laksinum
verður virka og, hvussu
nógv verður selt heilt.
Roknast kann við at størri
partur av laksinum í fram-
tíðini vil verða viðgjørdur á
landi, og tískil fer nøgdin
av hjáframleiðslum økjast.
Rávørumøguleikarnir
frá feskfiskavinnuni og
alivinnuni í Føroyum er
tískil omanfyri 50.000 tons.
MYND 3: Frá havi til
marknað - úrdráttir og
marknaðir fyri hjáfram-
leiðslur úr botn- og uppi-
sjóvarfiski,
alifiski
og
rækjum (Rubin 2001).
MYND 2 : Dømi um hjáframleiðsluúrdráttir úr toski (Olsen 1999)
Rundur toskur
Flak
Rogn
Livur
Sil
Magar
Garnar
Sundmagi
Adr. innvøllir
Kílar, bitar
Skræða
Uggar
Høvd
Kjálkar
Lippur
Faces
Turr høvd
Ryggir
Lundir
Bein
Avskurður
Innvøllir
MYND 3 : Frá havi til marknað- úrdráttir og marknaðir fyri hjáframleiðslur úr
botn- og uppisjóvarfiski, alifiski og rækjum (Rubin 2001).
15
14
Nr. 180 - 19. september 2001
1. partur
Í løgmansrøðuni fyri 2001,
verður biotøkni nevnd, sum
ein vinnugrein ið lands-
stýrið heldur at stórur
dentur eigur at verða lagdur
á framyvir
Vinnuframagrunnurin,
sum løgtingið samtykti at
seta á stovn í vár, nevnir
eisini biotøkni, sum ein av
teimum
vinnugreinum,
sum landstýrið metir rætt at
stuðla.
Í samband við at Fram-
taksgrunnurin bleiv før-
oyskur
burturav,
segði
nevndin í tíðindaskrivi, at
grunnurin vónaði at verða
við til at menna nýggjar
vinnumøguleikar, serliga
vinnur ið kravdi stóra vitan.
Av tí at undirritaði tað
seinasta árið, hevur arbeitt
nakað við biotøkni í fiski-
vinnuni, hava vinnulívsfólk
og onnur heitt á undir-
ritaða, um at skriva eina
grein um hetta evni.
Í hesi greinini fari eg at
leggja dent á at lýsa hetta
evni við atliti til havbio-
tøkni t.m. fiski og alivinn-
una, og at knýta hetta at
møguleikunum og avbjóð-
ingunum fyri hesar vinnur í
Føroyum, soleiðis sum eg
meti støðuna.
Greinin er uppbygd so-
leiðis:
Fyrst verður hugtakið
biotøkni lýst. Síðan verður
komið inn á havbiotøkni og
sambandið millum fiski-
vinnu, havbúnað og bio-
tøkni.
So verða nevnd dømi um
aktuell arbeiðsøki innan
havbiotøkni.Her
verður
hugt eftir hjáframleiðslum
úr fiski og alivinnuni,
"bioprospektering" og sam-
bandinum ímillum biotøkni
og alivinnu. Rávøru,- fram-
leiðslumøguleikar
og
marknaðir verða lýstir,
eisini við myndum.
Síðan verður roynt at lýsa
krøvini og fortreytirnar fyri
eini
havbiotøkniskari
vinnu.
At enda gevi eg mítt boð
uppá, hvussu vit kunnu
koma í gongd í Føroyum
við havbiotøkni.
HVAT ER BIOTØKNI:
Biotøkni kann stutt allýsast
sum:
"Tøkni til at nýta lív-
verur, kyknur, partar av
kyknum og/ella mýlum til
vørur og tænastur"
Ymiskar greinir eru av
biotøkni, alt eftir uppruna
ella, hvat umhvørvi talan
er um, t.d. havbiotøkni,
landbúnaðar
biotøkni,
skógarbiotøkni, biotøkni
innan annan matvøruídnað
o.s.fr.
Norðmenn
seta
sera
stórar vónir til havbiotøkni.
Meðan virðiskapanin innan
biotøknina í dag er mett til
umleið 2 milliardir NOK
kr, verður roknað við at í ár
2020, verður virðisskap-
anin av havbiotøkni fra
fiski og alivinnuni umleið
20 milliardir NOK kr.
Mett verður eisini at tann
prosentvísi vøksturin innan
biotøknina, verður mun-
andi størri enn vøksturin
annars innan fiski og ali-
vinnuna.
HAVBIOTØKNI
Mynd 1. lýsir samanhangin
ímillum vanliga fiskivinnu,
havbúnað og biotøkni.
MYND 1: Sambandið -
vanlig fiskivinna, havbún-
aður og biotøkni
Fiskivinna og havbúnaður
eru
rávøruútvegarar
til
biotøkniska ídnaðin m.a.
gjøgnum ymiskar hjáfram-
leiðslur. Hinvegin útvegar
biotøkniski ídnaðurin evnir,
mannagongdir, og til-
gongdir, sum verða brúkt til
at bøta um verandi fram-
leiðslur og til at menna
fiski- og alivinnuna á
ymiskum
økjum
innan
hesar vinnur (ensymir, vak-
sinur, fóður v.m.).
Tann biotøkniski ídn-
aðurin framleiðir eisini
evni, tilgongdir til annan
ídnað og marknað (sí
seinni).
Endamálið, er millum
annað, at framleiða mat á
ein so burðardyggan hátt
sum gjørligt. Biotøknin er
tí í tráð við rákið hjá brúk-
arunum runt um í heimi og
eisini gott um at halda í
altjóða samráðingum.
Málið er sjálvsagt eisini
at bøta um kappingarførið,
og at lønsemi skal verða so
gott, at tað støðugt er
møguligt at menna vørur,
sum eru og at skapa
nýggjar vørur og tænastur
innan hesar vinnur.
HAVBIOTØKNI -
AKTUELL
ABEIÐSØKI
Innan havbiotøkni kunnu
nevnast trý øki sum serliga
hava áhuga í løtuni:
•
Hjáframleiðslur
•
Bioprospektering
•
Havbúnaður
og
biotøkni
Niðanfyri verður stutt greitt
frá møguleikum og mark-
naðinum innan hesi trý
økini.
Egil Olsen fiskivinnufrøðingur (Master of Fishery Science)
Biotøkni – møguleikar
og avbjóðingar í Føroyum
Fiskivinna
tilvirking
Matur
rávøra til fóður rávørur
kapitalur prossesir
ensymur,
rávørur
Havbúnaður Biotøkni
laksafiskar vaksinur, fóður feitt/lýsi/vitaminur
flatfiskar kanningarhættir proteinur/ensymur
toskafiskar karbohydratur
skeljadýr ymisk biokemikaliur
antibiotika, vaksinur
gen, kunnleiki
MYND 1: Sambandið - vanlig fiskivinna, havbúnaður og biotøkni
Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur
C
M
Y
K
14