Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Formaðurin í dóm- arafelagnum ásannar, at málsviðgerðin í kappingarnevndini tykist løgin, men sigur seg samstundis einki fáa gjørt MÁLSVIÐGERÐ Jákup Mørk Sum nevnt í týsdagsútgávu okkara, so tykist kapping- arnevndin hjá FSF at hava tikið heilt onnur atlit, enn tey sum eru vanlig, tá nevndin herfyri viðgjørdi leikbannini hjá Jóhanni Joensen. Formaðurin í dómarafe- lagnum, Erling Eysturoy, heldur eisini, at málið tykist merkisvert, men hin- vegin sigur hann seg einki fáa gjørt. - Eg havi sjálvandi frætt um málið, og eg má siga, at bæði í hesum og í málinum um John Petersen tykist niðurstøðan hjá kappingar- nevndini heilt løgin. Eftir tilburðin í Klaksvík í fjør, har linjuverji varð sligin av áskoðara, fingu vit tó greitt at vita, at vit ikki skulu blanda okkum upp í málsviðgerðina á nakran hátt, sigur Erling Eysturoy, sum leggur afturat, at eisini tá vóru røddir frammi um, at tilburðurin als ikki hevði funnið stað. - Sum so er dómarafe- lagið bara ein áhugabólkur undir FSF, og hava vit tí onga ávirkan á avgerðirnar, sum har verða tiknar, men eg kann sjálvandi hava eina meining um tingini kortini, sigur hann. Verður tikið upp Dómarafelagið hevur ikki atkvøðurætt á fundum hjá FSF, men felagið hevur hinvegin rætt at framføra síni sjónarmið á aðalfund- inum, og hetta tykist eisini vera ein rættur, sum for- maðurin ætlar sær at brúka. - Báðir dómarnir eru óforstáiligir í mínari verð, og hóast vit einki fáa gjørt her og nú, so er tað avgjørt nakað, sum vit koma at taka upp á innanhýsis fundi, sigur formaðurin, sum heldur ikki útilokar, at hetta kemur til viðgerðar á FSF- aðalfundinum. Mánakvøldið fingu vit orðið á Niklas á Líðarenda, sum var dómari í dystinum millum HB og NSÍ, men hann hevði tá ikki tikið støðu til, um dómurin skuldi kærast. Aðrar við- merkingar hevði dómarin ikki. Formaðurin í dómarafelagnum heldur dómarnar vera óforstáiligar, men sigur samstundis, at dómarafelagið einki fær gjørt við hetta Mynd: Álvur Haraldsen Hjálparvenjarin á landsliðnum verður komandi tvey árini høvuðsvenjari í NSÍ VENJARI Jákup Mørk Hetta kappingarárið hevur Petur Mohr verið venjari hjá NSÍ. Í Runavík. Hóast Petur áður hevur verið styttri og longri tíðarskeið í Runavík, so gjørdist steðg- urin hjá honum ikki so drúgvur hesaferð. Eftir bert eitt ár, tykjast partarnir nú vera samdir um at steðga samstarvinum. Nýggjur venjari hjá runavíkingum verður Jógv- an Martin Olsen, sum hev- ur skrivað ein tvey ára sáttmála við NSÍ. Jógvan Martin er annars best kend- ur fyri leilut sín sum hjálp- arvenjari hjá landsliðsvenj- aranum, Allan Simonsen, seinnu árini. Tað er tó ikki bert sum hjálparvenjari, at Jógvan Martin hevur fingið tær royndir, sum hann komandi tíðina skal oysa av til runa- víkingarnar. Hóast Jógvan Martin ikki hevur tær heilt nógvu royndirnar sum venjari í bestu føroysku deildini, so er tað ongan hátt ein óroyndur harri, sum kom- andi árini skal standa við stýrisvølin í Runavík. Ein- asta skeiðið, hann hevur vant 1. deildarleikarar her heima var í 1996, tá hann tók yvir í B68, eftir at Christian Traneberg annars byrjaði árið sum venjari. Undan hesum hevði Jógvan Martin verið venjari hjá LÍF, haðani hann mill- um annað tók Hans Fróða Hansen við sær til B68, og síðani 1994 hevur hann havt ábyrgdina av U-16 landsliðnum, umframt at hann í dag hevur høvuðs- ábyrgdina av øllum U- landsliðunum hjá FSF. Hvussu verður við starv- inum, sum hjálparvenjari á landsliðnum, tykist ikki vera greitt í løtuni. Jógvan Martin hevur annars røkt hetta síðani 1996, men sum nevnt aðra staðni í blað- num, so er landsliðsvenj- araspurningurin enn ikki avgreiddur. Hjálparvenjara- starvið er ofta nær tengt at hesum, so hvussu verður við hesum partinum av yrkinum hjá Jógvan Mart- ini tykist óvist. Jógvan Martin skal venja NSÍ Nr.180 • mikudagur • 19.september 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo Golf er ikki tann ítróttin, sum mest er at hoyra til í føroyskum ítróttaheim- inum. Tó so. Nakað verður spælt her heima, og eisini eru føroyingar aðra staðni, sum sýna spælinum stóran ans. Ein av hesum er Bue Jacobsen, sum er sonur Peter A. Jacobsen á Oyrabø í Vági. Bue er dagliga venjari hjá golf- felagnum, Furesø, í Birkerød, og herfyri tók hann lut í DM fyri venj- arar. Bue gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina, og er hann sostatt dansk- ur meistari í golf fyri venjarar. -jm Danskur meistari Dómararnir fáa einki gjørt Jógvan Martin Olsen verður venjari hjá NSÍ tey bæði komandi árini 17 16 Nr. 180 - 19. september 2001 C M Y K 16