mikudagur 19. september 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 19. september 2001
19
Einasta, sum er greitt
fyri komandi ár, er, at
Liktinstein eigur at
koma henda vegin
A-LANDSLIÐ
Jóannes Hansen
Leygardagin 6. oktober er
síðsti landsdysturin í HM
undankappingini á skránni.
Tá skulu føroyingar spæla í
Ljubljana ímóti Slovnia,
sum fyri einum ári síðani
bara
megnaði
2–2
á
Svangaskarði.
Talan verður um torføra
uppgávu. Í slovensku press-
uni eru teir fyri langari tíð
síðani farnir at hita upp til
dystin. Og tað er ikki so
undarligt, tí úrslitið verður
avgerandi fyri, um Slovenia
framvegis skal hava møgu-
leika at sleppa við í HM
endaspælið. Fótbóltsheim-
urin allur sum hann er, fer
at fylgja við stríðnum hjá
føroyingum, og serliga í
Jugoslavia fara teir at taka á
við føroyingum. Um Slo-
venia endar omaná ímóti
Føroyum, verður vónin hjá
Jugoslavia at sleppa upp í
part í Japan og Suðurkorea
burtur.
Óvissan
Tá
landsliðsspælararnir
fara at koma undan brúsuni
í slovenska høvuðsstaðnum
eiga teir at vita, nær næsti
landsdysturin
verður
á
skránni, og teir eiga iva-
leyst eisini at vita, hvør
verður landsliðsvenjari.
Í veruleikanum eigur
landsliðið at spæla ein
landsdyst afturat í ár. Talan
er um dystin í NM kapp-
ingini ímóti Noregi. Hann
er ikki dagfestur, og tað er
lítið sannlíkt, at hann verð-
ur spældur:
– Vit hava fleiri ferðir
spurt okkum fyri hjá norska
fótbóltssambandinum, men
einki er komið burturúr.
Tað er Noreg, sum eigur
heimavøllin, og tí halda vit,
at bólturin liggur hjá teim-
um. Vit hava einki hoyrt frá
teimum leingi, og tá NM
kappingin verður liðug á
nýggjárinum, eru vit so
smátt farnir at ganga úr frá,
at dysturin er dottin niður
fyri. Vit hava í hvussu so er
ikki nøkur boð at geva
landsliðsspælarunum
og
venjaranum, og tí mugu vit
rokna við, at landsliðsárið
verður liðugt, tá landsliðið
hevur spælt í Slovenia,
sigur Ísak Mikladal, aðal-
skrivari í Fótbóltssamband-
inum.
Tá landsdysturin í Slo-
venia er liðugur, er sátt-
málaskeiðið hjá FSF og
Allani Simonsen lokið.
Torleif Sigurðsson, for-
maður í FSF, sigur, at
spurningurin um Allan
Simonsen skal halda fram,
ella um landsliðið skal hava
ein nýggjan venjara, er ikki
avgreiddur enn. Spurning-
urin liggur í landsliðs-
nevndini. Har er Jens Erik
Magnussen formaður. Í løt-
uni er hann staddur uttan-
lands. Men tað verður
roknað við, at spurningurin
um framtíðina verður av-
greiddur innan tann næsta
mánaðin.
Jógvan Martin Olsen
hevur verið hjálparvenjari
hjá Allani Simonsen. Nú er
avgjørt, at hann komandi ár
skal venja NSÍ. Spurning-
urin um samstarvið millum
FSF og Jógvan Martin Ol-
sen er ikki liðugt við-
gjørdur enn.
– Jógvan Martin hevur
ein starvssáttmála við FSF.
Vit skilja væl, at hann
hevur hug at royna seg sum
venjari í 1. deild. Um hann
framvegis skal vera knýttur
at Fótbóltssambandinum er
ein spurningur, sum NSÍ,
venjarin og FSF í løtuni
viðgera, sigur Ísak Mikla-
dal.
Ikki nógv á skránni
Tað verður ikki roknað við,
at talan verður um nógvar
landsdystir fyrra partin av
komandi ári. Í vetur fer
lutur at verða kastaður um,
hvussu europeisku fótbólts-
tjóðirnar skulu bólkast í
EM undankappingini. Um
tað verður, sum tað plagar
at vera, so verður skráin
løgd eina ferð í januar ella
februar. Flestu tjóðirnar
plaga ikki at vera áhugaðar
í at spæla undankappingar-
dystir, fyrrenn endaspælið,
sum tey luttaka í, er liðugt.
Tað vil siga, at tað er lítið
sannlíkt, at undankapp-
ingardystir verða á skránni
fyrr enn eftir summarfrí-
tíðina.
Landsliðið plagar at vera
á venjingarlegu í Spania
eina ferð eftir ársskiftið. Vit
hava ikki hoyrt annað, enn
at hetta eisini verður so-
leiðis komandi ár.
Í 2000 var føroyska
landsliðið í Liktinstein og
spældi venjingardyst. Tann
dysturin varð spældur 26.
apríl. Tá varð avrátt, at
Liktinstein skuldi koma
henda vegin í 2001. Enn er
ikki avrátt, nær dysturin
verður spældur, men Ísak
Mikladal heldur, at tað
hevði verið hóskandi, at
dysturin varð spældur um
mánaðarskiftið mai og juni.
FSF formaðurin
heldur tað vera
órógvandi, at so at
siga sama manning
hevur verið í
nevndini í tjúgu ár
FSF-BOSSUR
Jóannes Hansen
Tað var sama kvøldið, sum
Russland
og
Føroyar
spældu landsdyst á Tórs-
vølli, at FSF formaðurin í
Dimmalætting
almanna-
kunngjørdi tað, sum inntil
tá høvdu verið óváttað
leysatíðindi.
Torleif Sigurðsson segði
5. september, at hann ætl-
aði sær frá sum formaður í
FSF, og hann vísti sjálvur á
24. oktober, sum er 20 ára
dagurin í formanssessinum.
Stutt eftir endurtók FSF
formaðurin
tíðindini
í
sendingini hjá Norðlýsin-
um í Rás 2. Tað vil siga, at
komandi mánadag verður
tað ein mánaði, inntil Tor-
leif Sigurðsson ikki verður
FSF bossur longur – um
hann framvegis hevur somu
ætlan, sum hann hevur sagt
seg at hava.
Fert tú úr sessinum 24.
oktober?
– Tað rokni eg ikki við.
Eg verði ivaleyst sitandi
inntil
aðalfundin,
sum
verður eina ferð eftir árs-
skiftið.
Hví hevur tú broytt
støðu?
– Eg veit ikki, um eg havi
broytt støðu. Tá eg nevndi
24. oktober, so var tað tí, at
henda dagin hevði eg verið
í sessinum í 20 ár. Eg helt
eisini, at tað kanska var
skilabest at fara frá, tá eitt
kappingarár var liðugt –
bæði heima á landi og í
landsliðshøpi. So hevði ein
nýggjur formaður staðið
fremst í fyrireikingunum til
nýggja árið. Men nú verður
skiftið at bíða inntil aðal-
fundin. Hinir nevndarlim-
irnir hava heitt á meg um at
bíða inntil tá, og tað eri eg
gingin við til.
Tú hevur áður tosað um
at fara frá, men so hevur tú
kortini tikið við afturvali.
Verður tað á sama hátt hesa
ferð?
– Avgjørt ikki. Eg havi
gjørt upp við meg sjálvan,
at nú er mín tíð í nevnd-
ararbeiði innan fótbóltin
liðug. At eg havi alment
boðað frá hesum, haldi eg
hevur havt ta ávirkan, at
hinir limirnir í FSF nevnd-
ini og vónandi eisini lima-
feløgini fara at fyrireika
seg, so tað verður greitt,
hvør skal taka við.
Ofta plagar tað at vera
soleiðis, at tá ein formaður
sigur seg frá, so er tað púra
upplagt, hvør skal taka við.
Men Torleif Sigurðsson
sigur seg ikki hava nakað
boð uppá, hvør skal vera
formaður, tá hann hevur
lagt frá sær:
– Eg vóni, at tann, sum
verður valdur, fer at hava
góða undirtøku. Tað verður
óheppið, um talan verður
um kampval millum ser-
áhugamál, og at annað
valevni verður valt við
teprum meiriluta, heldur
FSF formaðurin seinastu
tjúgu árini.
Vandamikið
Tá Torleif Sigurðsson boð-
aði frá, at hann ætlar at
leggja frá sær sum formað-
ur í Fótbóltssambandinum,
so endurtók hann, at hann
helt tað vera sera óheppið
fyri Fótbóltssambandið og
føroyskan fótbólt, at tað
aftur og aftur er talan um
afturval, tá nevndin í FSF
skal mannast. Hetta er tað
sama, sum hann segði á
aðalfundinum í fjør:
– Eg eri framvegis av
hesi áskoðanini. Eg veit
ikki, um útskiftingin skal
tryggjast í ásetingunum,
men undir øllum umstøð-
um er tað sera óheppið, at
tað ikki kemur nýggjur
íblástur í nevndararbeiðið.
Eg kenni tað soleiðis, at eg
havi ikki meiri at geva í
hesum
arbeiðnum.
Og
mínar royndir í altjóða
samstarvi eru, at talan er
um útskiftingar. Teir flestu
sita í eini átta ár ella har á
leið, so taka teir seg aftur.
Vilt tú harvið hava feløg-
ini at vraka teir, sum tú
hevur sitið saman við og
velja aðrar í staðin?
– Feløgini gera sjálvi av,
hvønn tey velja í FSF
nevndina. Tað, sum eg
kvígi fyri, er, at eingi onnur
uppskot eru enn endurval.
Tá sama nevnd hevrur sitið
í eitt heilt ættarlið, so kann
tað so skjótt verða, at tað
verður neyðugt at skifta
alla nevndina út í senn, og
so fara nógvar royndir fyri
skeytið, sum tað annars
hevði verið nátúrligt, at
nýggju
nevndarlimirnir
fingu í arbeiðnum frá teim-
um, sum hava sitið longri,
heldur Torleif Sigurðsson.
Javnt í
Lyngby
Síðsti dysturin í átt-
anda leikumfarinum
í superliguni varð
spældur í Lyngby
mánakvøldið.
AGF vitjaði, og
úrslitið
var
1–1.
Heimaliðið
hevði
bóltin mest, men
gestirnir vóru vanda-
miklir í mótálopum.
AGF kom á odda, tá
hálvur
tími
var
spældur, og heima-
liðið javnaði, tá tað
restaðu átta minuttir.
-jh
Torleif situr til eftir ársskiftið
Torleif Sigurðsson heldur tað
vera óheppið, at tað aftur og
aftur eru somu umboð, sum
verða vald í nevndirnar
Noregs dysturin verður helst av ongum
Óvist tykist vera, nær A-landslið okkara í fótbólti aftur skal á vøllin, tá dysturin í Slovenia er
lagdur aftur um bak
19
18
Nr. 180 - 19. september 2001
C
M
Y
K
18
Semja er fingin í
lag millum Esbjerg
og NSÍ, og spæli-
loyvið nú endaliga
latið Esbjerg
FLYTING
Jákup Mørk
Nakað av tvídrátti tók
seg upp ímillum NSÍ og
danska superligufelagið,
Esbjerg, tá tað fyri
einum mánaði var greitt,
at danska liðið vildi
hava Christan Høgna
Jacobsen knýtt at sínum
leikarahópi.
Tvídrátturin stóðst av,
at feløgini bæði høvdu
hvør sína uppfatan av,
hvat eitt rímuligt endur-
gjald til NSÍ fyri leikarin
skuldi verða, og hetta
merkti so aftur, at spæli-
loyvið hjá Christian
Høgna varð afturhildið.
Nú er so ein loysn
funnin á málinum, og
hóast hon helst kundi
verið betri fyri runa-
víkingar, so er málið av-
greitt.
- Soleiðis sum alt út-
viklaði seg, so varð talan
um eina nøktandi loysn
fyri okkum, sigur Hans
Petur Ellingsgaard, sum
er formaður í leiðslu-
bólkinum hjá NSÍ.
- Spæliloyvið er sent
til
Danmarkar,
so
Christian Høgni er nú
Esbjerg spælari, stað-
festir
formaðurin
at
enda.
Hallur Holm vann
fyrsta umfarið av
Daewoo Marathon
Cup 2001
RENNING
tíðindaskriv
Leygardagin varð fyrsta
umfarið av Daewoo Mara-
thon Cup kappingini í renn-
ing fyriskipað í Klaksvík.
Kappingin hevur fýra um-
før, og tann samlaði tein-
urin er eitt marathon t.v.s.
42,195 km. Vinnarin av
samlaðu kappingini er tann
rennarin, ið hevur nýtt
stytst tíð samanlagt.
Samanumtikið var tiltak-
ið væleydnað. Eini 60 lut-
takarar vóru til kapp-
ingarnar, meginparturin av
hesum vóru børn. Umstøð-
urnar at renna vóru hampi-
liga góðar, hóast nakað av
vindi var.
Hallur vann
Hjá monnunum vann Hall-
ur Holm á Daewoo Mara-
thon Cup meistaranum í
fjør Guttormi Sørensen.
Teir báðir fylgdust megin-
partin av teimum 5 kilo-
metrunum, men tá teir fyri
triðju ferð fóru niðan eina
brætta brekku, mátti Gutti
lúta. Kappingin um triðja
plássi stóð millum Cecil
Weihe og Sigurð Justinus-
sen. Sigurð dróg longra
stráðið hesuferð. Tilsaman
10 menn luttóku í fyrsta
umfarinum av kappingini
og hava tí møguleika at
renna tann fulla teinin.
Spennandi
verður
at
síggja, hvussu leikur fer
næsta vikuskifti, tá næsta
umfar av Daewoo Mara-
thon Cup verður runnið í
Havn. Tá skulu tey vaksnu
renna eitt hálvmarathon.
Tey yngru
Kapping var eisini fyri
børn
leygardagin.
Tey
runnu 870 m. Hjá børnum
undir skúlaaldur vunnu
ávikavist Lisa Joensen og
John Viljam Johannesen.
John Viljam legði so mikið
fyri, at hann misti skógvin
á vegnum. Hann tók sær
ikki tíð at seta hann á aftur,
men rann teir seinatu 200
metrarnar við bert einum
skógvi.
Tey størru børnini kapp-
aðust í tveimum aldurs-
bólkum. Henda kappingin
var eisini tann fyrsta av
fýra. Hini umførini verða
komandi tríggjar leygar-
dagarnar í samband við
kappingarnar hjá teimum
vaksnu. Tann samlaði tein-
urin hjá størru børnunum er
eitt sonevnt minimarathon,
ið er ein tíggjundapartur av
einum marathon t.v.s. 4,2
km.
Í bólkinum 1.-3. flokk
vunnu Vilbjørg Johannesen
og Ivan Joensen. Í bólk-
inum 4.-6. flokk vunnu
Karina Hansen og Álvur F.
Christiansen.
Øll úrslitini síggjast aðra
staðni á síðuni.
Sum nevnt verður næsta
umfar av Daewoo Mara-
thon Cup í Havn leygar-
dagin 22. september. Tey
vaksnu renna tá eitt hálv-
marathon, 21,1 km. Børn
undir skúlaaldur renna 500
m, og børn 1.-3. flokk og
4.-6. flokk renna 1000 m.
Fyrireikararnir
leggja
dent á, at øll eru vælkomin
at luttaka, hóast tey ikki eru
við í samlaðu Daewoo
Marathon Cup kappingini.
Annars sær skráin leyg-
ardagin soleiðis út:
12.30 Tilmelding á Bursa-
tanga
13.00 Startur Hálvmarat-
hon kvinnur og menn
13.20 Børn undir skúla-
aldur renna 500 m
13.40 Børn 1.-3. flokk
renna 1000 m
13.50 Børn 4.-6. flokk
renna 1000 m
14.00 Fyrstu trý børnini í
hvørjum bólki hjá gentum
og dreingjum fáa heiðurs-
merki.
Menn
Nr.Tíð
Navn
Umboðar
árg.
1
16.52 Hallur Holm
Bragdið
67
2
17.16 Guttorm Sørensen
Treysti
68
3
18.16 Sigurð Justinussen
Bragdið
67
4
18.24 Cecil Weihe
Bragdið
65
5
18.51 Sølvi R. Hansen
Roysnið
70
6
19.08 Bogi Joensen
Treysti
73
7
19.37 Jonhard Larsen
Treysti
66
8
19.47 Niels Jákup Jakobsen
Bragdið
63
9
21.01 Flemming Petersen
Roysnið
60
10 22.53 Regin Jóanesarson
Vestmanna
45
Gentur undir skúlaaldur
Nr.Tíð
Navn
Umboðar
aldur
1
5.34 Lisa Joensen
Klaksvík
4
2
5.40 Valborg Vang
Klaksvík
5
3
5.50 Jansy Jacobsen
Treysti
3
4
7.19 Marianna G. Eystberg
Klaksvík
3
5
7.51 Tóra Isaksen
Klaksvík
3
Dreingir undir skúlaaldur
Nr.Tíð
Navn
Umboðar
aldur
1
4.26 John Viljam Johannesen
Treysti
6
2
4.29 Páll R. Weihe
Bragdið
5
3
4.29 Tórur Justesen
Klaksvík
6
4
5.07 Fríði Sigurðsson
Klaksvík
6
5
5.10 Alvi Mikkelsen
Klaksvík
5
6
5.31 Beinir Johannesen
Treysti
4
7
5.55 Steingrímur Hallson
Bragdið
4
8
6.12 Hjørtur Ellingsgaard
Tórshavn
5
9
6.21 Osvald á Marknagili
Klaksvík
4
10 6.32 Jósvein Joensen
Klaksvík
5
Gentur 1.-3. Flokk
Nr.Tíð
Navn
Umboðar
aldur
1
3.51 Vilbjørg Johannesen
Treysti
9
2
3.59 Jórun Klakstein
Klaksvík
8
3
4.07 Louisa Østerø
Klaksvík
8
4
4.11 Jónvør Christiansen
Klaksvík
7
5
4.28 Elsebeth Danielsen
Klaksvík
7
6
4.32 Guðrið Eystberg
Klaksvík
6
7
4.35 Gunnrið Fríða Joensen
Klaksvík
6
8
4.42 Monika Joensen
Klaksvík
8
9
4.44 Erla Vang
Klaksvík
9
10 4.45 Bergfríð Joensen
Klaksvík
6
11 4.48 Elsa Krosstein
Klaksvík
8
12 4.57 Ebba Isaksen
Klaksvík
7
13 4.58 Monika Biskopstø
Klaksvík
6
14 5.26 Hanna Sigurðsson
Klaksvík
7
15 5.29 Sólrun Larsen
Klaksvík
6
Dreingir 1.-3. Flokk
Nr.Tíð
Navn
Umboðar
aldur
1
3.32 Ivan Joensen
Klaksvík
9
2
3.37 Sigmund Olsen
Hvannasund
9
3
3.48 Teitur Hansen
Treysti
9
4
3.52 Aksel Dalsgaard
Klaksvík
8
5
3.52 Gunnar Christiansen
Klaksvík
9
6
4.16 Ragnar Danielsen
Klaksvík
9
7
4.34 Agnar Frederiksen
Klaksvík
8
8
4.46 Ásbjørn Vang
Klaksvík
7
9
5.13 Marno Guðjonsson
Klaksvík
9
10 5.38 Jóhan Jacobsen
Hvannasund
9
Gentur 4.-6 flokk
Nr.Tíð
Navn
Umboðar
aldur
1
3.34 Karina Hansen
Treysti
12
2
3.43 Christa Weihe
Bragdið
10
3
4.27 Karla Isaksen
Klaksvík
10
Dreingir 4.-6. Flokk
Nr.Tíð
Navn
Umboðar
aldur
1
3.02 Álvur F. Christiansen
Norðdepli
12
2
3.14 Hjalti Heðinsson
Klaksvík
11
3
3.16 Jan Elmar Sørensen
Treysti
9
4
3.26 Bogi Jacobsen
Treysti
9
5
3.37 Tummas Jstinussen
Bragdið
11
6
4.03 Emil Biskopstø
Klaksvík
10
7
4.12 Olvheðin Jacobsen
Hvannasund
11
Christian Høgni
avgreiddur
Christian Høgni Jacobsen
kann nú veruliga fara
undir royndirnar at vinna
sær pláss á liðnum hjá
Esbjerg
Daewoo Marathon Cup 2001
Hallur Holm vann fyrsta umfarið í Daewoo-renningini í ár,
og fyribils hevur hann sostatt lagt seg á odda