Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 8 - 13. januar 2009 Saman við arkitekta­ fyritøkuni Martin E. Leo bjóðar Suðuroyar Sparikassi nú kundum sínum upp til eina støðufrá­greiðing, so teir kunnu minka um orkunýtsluna og harvið CO2 útlá­tið CO2-LÁN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Suðuroyar Sparikassi kem­ ur nú við einum heilt nýggj­ um produkti á føroyska marknaðin. Talan er um sonevnd CO2­lán, sum sparikassin veitir kundum sínum í sambandi við orkusparandi tiltøk so sum bjálving ella útskiftan av vindeygum. Talan er um eitt tilboð í trimum stigum, tríggjar sonevndar pakkar. Pakki eitt er ein grundfrágreiðing um húsini, og hvussu tey liggja í mun til meðaltalið av orkunýtsluni. Ger kundin av at fara víðari og søkir um og fær CO2­lán, fær hann upp til kostnaðin av pakka 1 drignan frá í stovningarprovisjón. Kundin hevur síðani møguleikan at fara víðari og fáa kannað húsini gjøl­ ligari. Framd verður ein termografitest, har termo­ grafiskar myndir verða tiknar. Hesar vísa, hvar húsini eru ótøtt, og hvar hiti streymar út og kuldi streymar inn. Eisini verður í hesum pakkanum mælt til, hvørji tiltøk løna seg best hjá kund­ anum at fremja, tí tað er langt frá eitt eintýðugt svar til orkusparing. Tað kann vera bjálving, sum lønar seg best. Tað kann vera útskifting av vindeygum, sum lønar seg best. Tað kann vera útskift­ ing av oljufýrinum, sum lønar seg best. Ella tað kann vera okkurt heilt fjórða. Arkitektafyritøkan Mart­ in E. Leo vil í hvørjum eins­ tøkum føri geva eitt tilmæli til, hvar kundin skal seta inn í orkusparing síni. Trýsttest Kanningarnar í Pakka 2 eru ógvuliga umfatandi. Um­ framt termologitestina og – myndir, verður eisini ein sonevnd trýsttest framd. Hon fer fram á tann hátt, at úthurðin verður tikin úr, og ein súgvari settur í í staðin. Síðani verður sogið eitt undir­ trýst í húsunum, sum verður mált til eitt ávíst virði. Út frá hesum sæst, hvussu tøtt ella ótøtt húsini eru. Í Danmark er eitt mark fyri, hvussu ótøtt húsini kunnu vera, og lúka tey ikki krøvini, verður eigarin noyddur at gera ábøtur á húsini, til tey lúka krøvini. Í Føroyum eru kortini eingi slík krøv. Pakki 3 er í veruleikanum tað, sum danir nevna fyri eina »tilstandsrapport«, ella støðufrágreiðing, har mett verður um støðuna, húsini eru í í síni heild. Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sig­ ur, at tað undir øllum um­ støðum er ein fyrimunur hjá fólki at hava eina støðu­ frágreiðing um hús síni, ikki minst tá hesi verða keypt og seld. Hann sigur, at tað er í áhugamálum sparikassans, at fólk brúka minni orku og harvið lata minni CO2 út. Og tað eru mangir mátar at spara orku upp á. Til dømis ber til at bjálva húsini, um tey ikki eru væl bjálvað framman undan, tað ber til at skifta vindeygu til lágorku vindeygu, talan kann verða um nýggja hitaskipan, ella tað kann verða at skifta køliskáp, frystiboks og aðrar el­lutir til A­merki. Vanligt lán Hetta er sum nevnt eitt heilt nýtt tilboð, ikki bert í Føroyum, men allarhelst á alheims plani. Hugskotið er sprottið úr einari danskari sjónvarpsrøð, nevnd »Guld­ regn«, har ein orkuserfrøð­ ingur og ein bankamaður fóru út at vitja púra vanlig húsarhald fyri at finna fram til, hvussu hesi kundu minka um orkunýtsluna, samstundis sum tey spardu pening. Og tað er júst hetta, sum Suðuroyar Sparikassi nú bjóðar sínum kundum – fyrst og fremst, tí koma aðrir kundar og vísa áhuga fyri láninum, verður eisini hugt at teimum. Talan er um vanlig set­ húsalán við rætti til rentu­ stuðul, og talan verður um lítla og onga stovningarpro­ visjón. Tað merkir so aftur, at sparikassin ikki hevur tann heilt stóra vinningin upp á hesi lánini. Fyri at verða verandi við kostnað. Pakki 1 kostar smáar 6.000 krónur, og tað er sum nevnt Suðuroyar Sparikassi, sum rindar fyri hann. Pakki 2 liggur um góðar 10.000 krónur og Pakki 3 kostar smáar 20.000 krónur. Tað henta í hesum er, at við hesum seinnu pakkunum fær kundin ítøkiligt tilmæli um, hvat loysir seg best hjá honum at gera, og hvar størsta nyttan er av orku­ sparandi tiltøkum. Eisini fær kundin við triðja pakkanum eitt tilmæli um, hvørt húsini eru egnað til grøna orku. Søren Bruhn sigur, at kunnandi fundir verða í Suðri og í Havn 20. og 21. januar, har greitt verður frá hesum nýggja tilboðnum á føroyska peningamarknaðinum. Slær eitt slag fyri umhvørvið Søren L. Bruhn legði nýggja tiloboðið hjá Suðuroyar Sparikassa fram á tíðindafundi í morgun Mynd: Jens Kristian Vang Marita Hentze frá arkitektafyritøkuni Martin E. Leo greiddi frá um teir tríggjar pakkarnar Mynd: Jens Kristian Vang Bretum hóvar ikki ES Næstan tveit triðingar av veljarunum í Bretlandi halda, at landið eigur at loysa seg eitt sindur frá ES og myndugleikunum í Bruxelles. Tað sæst í kanning, sum blaðið The Sunday Telegraph prentaði í gjár. Har sæst, at 16 prosent vilja hava Bretland at taka seg burtur úr ES sum skjótast, og at heili 48 prosent eru fyri at loysa Bretland eitt sindur frá ES. Hesi halda, at bretskir myndug­ leikar eiga at fáa aftur ymsar avgerðir, sum nú eru í ES. Sama kanning vísir, at 24 prosent av bretum vilja hava evruna til gjaldoyra, men at heili 64 prosent eru fyri at varðveita pundið. Bush rósar Obama George W. Bush sigur, at hann heldur nógv av eftirmanni sínum, Barrack Obama, og hann heldur eisini, at Obama hevur staðið seg væl í meldrinum, síðani hann bleiv valdur í november. Við Fox News sigur Bush, at Obama dugir at sannføra fólk um, at tey eiga at líta á hann. Bush heldur eisini, at Obama hevur dugað sera væl at velja sær ráðharrar og ráðgevar, og at hann hevur víst seg at vera støðufastur í týðandi spurningum. Bush hevur hitt Obama fleiri ferðir. Seinast var mikudagin, tá Bush hevði samkomu fyri fyrrverandi (og komandi) forsetum.