Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 13. januar 2009 3 tíðindi LEIÐARADAGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Ein av høvuðsrøðarunum á Ársins Leiðaradegi, ið verður á Hotel Føroyum 23. januar, er Stine Bosse. Hon fer at tosa um, hvussu hon ætlar at stýra einum trygdarveitara ígjøgnum fíggjarkreppuna. Stine Bosse er nummar 40 av heimsins 50 máttmiklastu kvinnum. Stine Bosse er forstjóri í Tryg og koncernstjóri fyri TrygVesta, ið er næststørsti útbjóðari av tryggingum í Norðanlondum. Hon hevur ábyrgd fyri 4500 starvsfólkum í fimm londum. Stine Bosse telist millum heimsins mest máttmiklu konufólk í vinnulívinum. Tað heldur í øllum førum vinnublaðið Fortune Magazine, sum í september 2008 almanna­ kunngjørdi sín árliga lista yvir 50 mest máttmiklu vinnulívskonufólk í heiminum. Stine Bosse var sett á 40. pláss, og tað er fyrstu ferð, at danski konsern­ leiðarin er á listanum, har ovasti leið­ arin hjá PepsiCo, indiska Indira Nooyi er nummar eitt. Eingin annar dani er millum 50 mest máttmiklu kvinnur. At vera á listanum hjá Fortune er ikki einasti heiðurin, sum Stine Bosse hevur fingið her í heyst. Í august 2008 varð hon Riddari av Dannebrog og fyri lítlum mánaði síðani fekk hon háttmetta prísin hjá Lloyd’s fyri sjónliga leiðslu. Stine Bosse hevur arbeitt hjá Tryg, síðani hon gjørdist løgfrøðingur fyri 20 árum síðani. Hon hevur eitt nú verið deildarleiðari, starvsfólkaleiðari og starvsfólkastjóri. Tað er felagið Synergi, ið skipar fyri Ársins Leiðaradegi. Tað ber til at lesa meiri um dagin og at tekna seg á heimasíðuni hjá Synergi – www. synergi.fo Kommunusamskipan Før­ oya er skelkað av teirri niðurgerð, sum lands­ stýrið sýndi okkara eldru borgarum við at taka allan stuðulin frá eldra­ tilhaldunum. Á fundinum hjá Komm­ unusamskipan Føroya í gjár var eisini málið um eldradagtilhaldini, sum nakrar dagar fyri jól mistu allan stuðulin frá lands­ stýrinum. Stýrið fyri Kommunusamskipanina er skelkað av teirri niðurgerð, sum lands­ stýrið sýndi okkara eldru borgarum, og mótmælir harðliga framferðarháttin­ um, har landsstýrið í veru­ leikanum steingir dagtil­ haldini. Eisini eftirlýsir stýrið í Kommunusamskipanini teirri kommissión, ið skal fyrireika ætlaða komm­ unureformin. Hóast at fleiri landsstýrismenn fyri kommunuvalið í fjør boðaðu frá, at kommis­ siónin var farin til verka, so er púrt einki hent enn. ­ Eingin kommissión er sett, tíansheldur farin til verka, og hetta er ikki nøktandi, tá havt verður í huga, at alneyðugt er nú við einum kommunure­ formi, har kommunala sjálvræðið verður styrkt munandi, sigur Kommunu­ samskipan Føroyar. Kommunusamskipanin: Landsstýrið niðurger okkara eldru borgarar Januar tilboð 8 viðgerðir bert 1.995,- Keyp 8 viðgerðir og fá 10 J. Paturssonargøta 18 · tórshavn · tel 322045 3 x skjótari úrslit Spar kr. 800 Klænkar Minkar um appelsinhúð Strammar kroppin upp tekur burtur strekkimerki Gevur fastari húð Kokubotnavenjingar Vøddamýking Fitibrenning Útreinsar avfallsevni Styrkivenjing Yngir andlitslyft Minkar um rukkur betrar um aknehúð Gevur bringulyft antistress viðgerð Zoneterapi Kostvegleiðing les meira á www.in tone.dk K R E A Jassur hvørt týskvøld kl. 21 Sterkasta kvinna í Danmark á Ársins Leiðaradegi