Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 8 - 13. januar 2009 Sambært tølum, sum Sosialurin hev­ur fingið, liggja v­aktar- og bjarging- arskipini hjá Fiski- v­eiðieftirlitinum tilsamans í 346 av­ teimum 730 døgu- num, sum skipini tilsamans kunnu v­era úti í einum árið. Tó er betring í v­æntu í ár Sparingar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Spurningurin er, um tørvur er á fleiri enn einum vaktar­ skipið í økinum kring Før­ oy­ar, tí sambært tølum frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum Sosialurin hevur fingið inn­ lit í, eru skipini, Tjaldrið og Brimil, bara í sigling umleið helvtina av tíðini, sum tey­ tilsamans kunnu vera úti. Tjaldrið er skipið, ið hevur ligið meira. Heili 201 dag lág skipið, sum merkir, at tað bara var úti í 164 dagar í fjør. Samanborið við 2006 lógu skipini tilsamans 92 dagar fleiri í fjør. ­ Tað, sum hendi í fjør, var, at oljuprísurin bleiv høgur. Hetta gav okkum stórar ey­kaútreiðslur, og tá oljan er ein hin størsti varia­ bulin í útreiðslunum, so sig­ ur tað seg sjálvt, at vit høv­ du ov lítið av peningi, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum. Hann greiðir frá, at hetta er høvuðsorsøkin til, at skipini vóru so lítið úti í fjør. ­ Vit hava hert eftirlit við í samgonguskjalinum, so vit mugu sy­rgja fy­ri, at vit ikki koma í somu støðu. Olj­ an var sera dýr í fjør, og tí gjørdist tað so trupult at fáa tað at passa, men nú er olju­ prísurin minkaður. Tí skuldi tað borið til at hava eitt nøktandi vaktarhald í ár, metir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við Fiski­ vinnumálum. Í fjør var ein fy­ribils fíggjarlóg fram til 13. juni, og tað hevði við sær, at stór­ ar sparingar blivu gjørdar, tí játtanin eftir øllum at døma, ikki fy­lgdi stóru hækkingini í oljurprísinum. Minst eitt skip Hóast skipini lógu heilt nógvar dagar í fjør, so var altíð okkurt skip í sigling. ­ Tað var ongantíð soleið­ is, at bæði skipini lógu. Danir hava eisini skip í øki­ num, so fy­ri tað mesta vóru minst tvey­ vaktar­ og bjarg­ ingarskip tilsamans, sigur Elmar Højgaard, sum tó ikki metir hetta vera nøktan­ di. Í sama viðfangi nevnir Elmar Højgaard, at tað er Rakettmaðurin fallin Hamas­leiðarin Amir Mansi doy­ði í einum ísraelskum álopi um vikuskiftið. Sambært ísraelska herinum var Amir Mansi leiðari á rakettdeildini hjá Hamas í Gaza og hevði avgerandi ávirkan á tey­ nógvu rakettálopini á mál í Ísrael. Ein talsmaður fy­ri ísraelsku herleiðsluna sigur, at Amir Mansi roy­ndi at verja seg, tá ísraelskir hermenn kringsettu hann nærhendis Gedera ley­gardagin. Amir Mansi var útbúgvin verkfrøðingur. Rúsevnakervi avdúkað Løgreglan í Noregi og Svøríki hava avdúkað eitt stórt altjóða rúsevnakervi, sum millum mannað hevur verið virkið í teimum báðum londunum. Sjálv avdúkingin by­rjaði í Noregi á sumri í 2007, og hesa tíðina hava my­ndugleikarnir lagt hald á næstan eitt tons av rúsevnum. Reidar Bruusgaard hjá norsku løgregluni sigur við Ritzau, at umleið 30 fólk eru tikin í Noregi og Svøríki, og at umframt nógv rúsevni sum cannabis og amfetamin hevur løgreglan lagt hald á einar seks milliónir krónur og fleiri vápn. Vaktarskipini lógu h Litrajáttan heldur enn krónur Torbjørn Jacobsen, fyrrv­erandi fiskiv­in- numálaráðharri, sum fyrr hev­ur úttalað seg nógv­ um v­aktar- og bjarg- ingarskipini, metir, at skilabest hev­ði v­erið, um ein serlig litrajáttan v­ar til oljuna, til skipini hjá landinum Olja Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Torbjørn Jacobsen held­ ur tað vera undarligt, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hvørja ferð ein broy­ting er í oljuprísinum noy­ðist nið­ an í tingið at biðja sær ey­kajáttan. ­ Tað ber ikki til, at mann blívur við at brúka krónutøl, tá mann tosar um olju. Mann skuldi heldur gjørt eina skipan, soleiðis, at ein játtan var givin í litrum. Tí tá árið by­rjar, er mann klárur y­vir, hvussu nógvir litrar skulu til, men tað er ong­ in møguleiki fy­ri at vita, hvussu oljuprísurin verður, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann leggur tó afturat, at hetta er eitt uppskot, hann helst ikki fer at leggja fram. ­ Eg fái illa nakað ígjøgnum. Tað ber illa til hjá einum í andstøðu at leggja eitt tílíkt upp­ skot fram, men eg haldi absolutt, at hetta er nak­ að vit mugu tosa saman um í flokkunum til eina komandi fíggjarlóg, sig­ ur Torbjørn Jacobsen. Skipini hann tosar um, eru tey­ hjá Strandferðslu­ ni, Fiskiveiðieftirlitinum og hjá Fiskirannsóknar­ stovuni. Í samband við Tjaldr­ ið og Brimil metir Tór­ bjørn Jacobsen, at tey­ í ár hava eina nøktandi játtan, um oljuprísurin ikki eksploderar. Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum, harmast stórliga um støðuna í fjør. Tó metir hann, at støðan verður nógv betri í ár, so støðið á eftirlitið kemur upp á tað sama sum í 2007 Brimil Ár Viðlíkahald Feria Sparing/annað Í sigling 2006 25 42 46 252 2007 50 25 55 234 2008 21 42 77 220 Kelda: Fiskiveiðieftirlitið. Tølini eru í døgum