týsdagur 13. januar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 8 - 13. januar 2009
Felagið fyri miðlafólk
heitir nú staðiliga á
starvsfólkið í Kring
varpinum um at
melda seg úr Starvs
mannafelagnum
Kringvarp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta má vera eindømi í
føroyskari fakfelagssøgu.
Selma Ellingsgaard, for-
kvinna í Starvsmannafe-
lagnum, er rættiliga illa við
av eini almennari áheitan
frá fakfelagnum hjá før-
oyskum miðlafólkum.
Í eini almennari áheitan
um vikuskiftið mælti felag-
ið Føroysk Miðlafólk staði-
liga á øll starvsfólk í Kring-
varpinum, sum eru limir í
Starvsmannafelagnum, um
melda seg úr Starvsmanna-
felagnum.
Bæði Starvsmannafelagið
og felagið Føroysk Miðla-
fólk, hava mótmælt ætlaðu
uppsøgnunum í Kringvarp-
inum.
Men
harafturat
hevur
Starvsmannafelagið eisini
mótmælt, at Kringvarpið
nú á nýggjárinum hevur
sett journalist í starv og tað
er her, at ketan hjá Miðla-
felagnum loypir av.
At nýggjur journalistur
er settur hevur als onki við
uppsagnirnar at gera, sigur
Miðlafelagið.
Felagið sigur, at tað var
neyðugt at seta nýggjan
journalist fyri ein, sum
hevði sagt upp í november
og starvið varð lýst leyst
langt áðrenn uppsagnirnar
komu upp á tal.
Tí mótmælir felagið Før-
oysk Miðlafólk harðliga, at
hesi bæði málini verða
tengd saman og tá ið Starvs-
mannafelagið ger tað er
endamálið ikki annað enn
at grugga málið við vilja.
Felagið Føroysk Miðla-
fólk sigur, at hetta strika
undir, at Starvsmannafe-
lagið ikki veit, hvussu eitt
journalistiskt arbeiðspláss
virkar.
Tí heitir felagið staðiliga
á allar journalistar, sum eru
limir í Starvsmannafelag-
num um at melda seg úr, so
at teir bara eru limir í felag-
num Føroysk Miðlafólk.
Selma harmast
Selma Ellingsgaard harmast
um, at hetta skal vera endað
sum eitt stríð ímillum tvey
fakfeløg.
- Okkara einasta áhuga-
mál er at røkja áhugamálini
hjá okkara limum og vit
hava ikki gjørt annað enn
tað, sum áliggur einum og
hvørjum fakfelag at gera
fyri at verja rættindini hjá
okkara limum.
- Fyri okkum er málið
rættiliga einfalt og tað er, at
sjey
av
okkara
limum
standa við einum ætlanar-
skrivi um uppsøgn og sum
fakfelag hava vit skyldu til
at gera, tað vit kunnu at
forða fyri, at limir okkara
missa starvið.
Tí harmast hon nú um at
felagið Føroysk Miðlafólk
eftir hennara tykki nú hevur
snarað málið so at tað nú er
blivið til eitt stríð ímillum
tvey fakfeløg.
– Tað er ræðuliga óheppið
at hetta nú verður gjørt til
eitt stríð ímillum tvey fak-
feløg og eg leggi dent á, at
ongin í felagnum Føroysk
Miðlafólk hevur vent sær
til Starvsmannafelagið yvir-
høvur at viðgera málið.
Svárt at síggja
Selma Ellingsgaard sigur,
at tað er eitt álvarsmál, tá ið
felagið Føroysk Miðlafólk
beinleiðis mælir journalist-
um og myndafólkum at
melda seg úr Starvsmanna-
felagnum.
- Eg ivist í um hetta nakr-
antíð er komið fyri fyrr og
hetta er eitt ómetaliga stórt
vónbrot. Hetta er svárt at
síggja, tí eg helt, at enda-
málið hjá fakfeløgum var at
standa saman um at verja
rættindini hjá løntakarunum
og til henda áheitanin kom,
hava vit bara sæð hetta sum
eitt prinsippmál hjá einum
fakfelag og ikki sum eitt
stríð ímillum tvey fakfeløg,
sigur Selma Ellingsgaard.
Hon staðfestir eisini, at
sum støðan er nú, eru starvs-
fólk hjá tí almenna í okkara
lítla landi limir í yvir 30 fak-
feløgum.
- Vit halda, at vit áttu at
roynt at savna og samstarva
heldur at spjatt kreftirnar
enn meiri.
Felagið føroysk Miðlafólk
heldur, at tykkara framferð
er tekin um, at tit skilja ikki
journalistiska fakið.
- Fyri okkum er hetta eitt
fakfelagsmál og onki annað.
Vit hava størstu virðing fyri
journalistiska fakinum. Eg
skal vera tann fyrsta at við-
ganga, at Starvsmannafelag-
ið er stórt og umfatandi,
men tað eru so nógv serlig
øki umboðað í felagnum, tí
tað eru nógv fak, sum eru
serlig.
Vit ætla at gera tað,
vit kunnu fyri at forða
fyri at okkara limir
í Kringvarpinum
verða kastibløkur í
einum stríði, sum tey
eru púra ósek í, sigur
Anna V. Ellingsgaard,
forkvinna í Starvs
mannafelagnum
Kringvarpið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað eru ikki vit, sum hava
gjørt ósemjuna um starvs-
fólkið í Kringvarpinum til
eitt stríð ímillum tvey fak-
feløg.
Tað staðfestir Anna V.
Ellingsgaard, forkvinna í
felagnum Føroysk Miðla-
fólk.
Hon sigur tvørtur ímóti at
tað hevur Starvsmanna-
felagið skyldina í.
Forkvinnan í Miðlafelag-
num sigur, at tað, sum
Starvsmannafelagið hevur
gjørt, er illa umhugsað, tí
felagið krevur nú, at ein
væl limur í Miðlafelagnum,
sum fult lógliga hevur søkt
og fingið starv í Kringvarp-
inum, nú skal missa tað
aftur, hóast hann er væl
skikkaður til starvið.
Talan er um ein journalist,
sum skal byrja í Kringvarp-
inum 1. februar.
– Tá ið Starvsmannafe-
lagið setti hetta kravið fram
og blandaði starvssetanina
og uppsagnirnar saman,
gjørdi felagið tað samstund-
is til eitt stríð ímillum tvey
fakfeløg.
Hon endurtekur, at Miðla-
felagið fer undir ongum um-
støðum at góðtaka, at ein
limur í felagnum skal missa
eitt starv, hann er settur í.
Men hvørji stig felagið
fer at taka, fær hon ikki sagt
nakað um enn.
– Hendir tað, at hann
missur starvið aftur, er ein
nýggj støða, sum vit taka til
viðgerðar, tá ið trupulleikin
er íkomin. Hendir tað, fara
vit at viðgera, saman við
løgfrøðingi, hvørjar møgu-
leikar vit hava, men tað skal
ongin ivi vera um, at vit
stuðla okkara limi til tað
síðsta og vit fara at gera,
tað, vit kunnu, fyri at verja
hansara áhugamál.
Hava mótmælt
harðliga
Anna V. Ellingsgaard sigur,
at tekur ein nýggj støða seg
upp, fer Miðlafelagið at
taka støðu til, hvat er mest
ráðiligt at gera, so at ikki
fleiri fólk í Kringvarpinum
verða kastibløkur í einum
spæli, sum tey annars eru
púra ósek í.
Men tað, sum Starvs
mannafelagið førir fram, er,
at Kringvarpið kundi latið
vera við at sett starvið fyri
á tann hátt at sloppið undan
uppsagnum?
– Tað er ein spurningur,
sum leiðslan á Kringvarp-
inum má svara fyri. Vit
hava harðliga mótmælt upp-
sagnunum og tað standa vit
við. Men vit standa eisini
við okkara stuðul til ein av
okkara limum, sum fult
lógliga hevur søkt og fingið
eitt starv.
Í
Starvsmannafelagum
eru tey vónsvikin av, at
Miðlafelagið
beinleiðis
heitir á journalistar og foto
grafar í Kringvarpinum um
at melda seg úr Starvs
mannafelagnum.
– Tað er eitt gamalt mál,
tí Miðlafelagið hevur leingi
roynt at savna øll fjølmiðla-
fólk í landinum í eitt felag
fyri fjølmiðlafólk burtur
av.
– Vit standa fast við, at
journalistiska fakið er nak-
að serligt, tí tað er ein spurn-
ingur um at vera óheftur og
tað kann verða ein trupul-
leiki, tá ið journalistar eru
limir í fakfelagnum.
- Journalistar skulu ikki
vera tengdir at øllum møgu-
ligum áhugamálum. Skal
ein
journalistur
viðgera
Starvsmannafelagið kritisk,
slepst ikki undan, at tað er
ein trupulleiki, tá ið hann
sjálvur er limur í felagnum.
Danir lumpaðu indiskar læknar
28 indiskir læknar, sum komu til Danmarkar at arbeiða í fjør, fingu als
ikki tað, sum teir lokalu sjúkrahúsmyndugleikarnir í Miðjyllandi høvdu
lovað teimum. Berlingske Tidende skrivar, at indisku læknarnir fingu
lyfti um 60.000 krónur í løn um mánaðin og 25 prosent í skatti. Men tá
saman um kom, fingu læknarnir 42.500 krónur í løn um mánaðin, og
skatturin reyk upp á 40 prosent og seinni heilt upp á 60 prosent, skrivar
blaðið. Úrslitið er millum annað, at læknarnir hava sett seg í størri skuld,
enn teir annars høvdu gjørt.
Nú koma fleiri ellis-og
røktarheimspláss
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur
fingið undirtøku frá landsstýrinum til at hækka stuðulin til
bygging av ellis- og røktarheimum úr 500 túsund í 800 túsund
krónur fyri hvørt búpláss. Eisini verður stuðulin til sambýlir
hækkaður. Sagt verður, at tørvurin á røktarheimum er sera
stórur, og at neyðugt at seta fer á byggingina av búplássum alt
fyri eitt. Tað eru kommunurnar, sum vara av byggingini av ellis-
og røktarheimum, meðan landið letur stuðul til byggingina. Í
løtuni eru tríggjar verkætlanir í gongd til íalt 72 pláss.
Kríggj ímillum fakfeløg um
starvsfólk Kringvarpinum
Vit verja okkara limir til tað síðsta
Í morgun var manningin í Kringvarpinum á fundi við Starvsmannafelagið um støðuna, nú
stríðið um starvssetanir og uppsagnir í Kringvarpinum alsamt harðnar
Mynd: Jens Kristian Vang