týsdagur 13. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 8 - 13. januar 2009
- Í mun til uppruna-
ligu ætlanina er hetta
ein næstan líka góð
loysn, sum bert kostar
ein triðing av ætlanini
á Óðinshædd. So eg
haldi, at vit hava gjørt
eitt gott keyp, sigur
Ernst Jacobsen, stjóri
í ALS
HÚSAKEYP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjár flutti ALS inn í egnan
bygning við Tinghúsvegin.
Talan er um bygning, sum
gamli Føroya Sparikassi
átti og nýtti, og sum
Kaupthing síðani flutti inn
í, og sum Almannastovan
nú hevur húsast í eini tvey
ár ella so.
Ernst Jacobsen, stjóri í
Arbeiðsloysisskipanini, sig
ur, at teir vórðu uppsagdir í
hølunum, teir hava húsast í
eftirhondini í mong ár, og
tá bygningurin við Ting
húsvegin stóð teimum í
boði at keypa, tóku teir av.
Vit hava í eina tíð arbeitt
við einum stórum bygn
ingsprojekti, og vit høvdu
fingið grundøki á Óðins
hædd. Hetta var ein velduga
ambitiøs verkætlan, og kan
ska eisini í størra lagi, sum
hevði komið at kosta eitt
stað millum 65 og 80 milli
ónir, sigur Ernst Jacobsen.
Skitsuprojekt var gjørt, og
grundtekningarnar
vísa
eisini ein bygning við ógvu
liga góðum umstøðum, bæði
fyrisitingarliga, men ikki
minst undirvísingarliga.
Hendan verkætlanin
hevði ógvuliga góðar um
støður til undirvísing. Hon
hevði enntá eitt auditorinum,
men tá man nú hyggur upp
á verkætlanina, kann hon
tykjast í so ambitiøs. So
hendan loysnin, sum vit nú
hava fingið, er eitt millum
ting millum tað, vit høvdu,
og so stóru verkætlanina á
Óðinshædd,
sigur
Ernst
Jacobsen.
Spara helvtina
Nýggi bygningurin hjá ALS
er í trimum hæddum við
einum lítlum ovastalofti.
Umstøðurnar eru munandi
betri enn tær vóru í leigaðu
hølunum hjá Tryggingar
felagnum Føroyar uppi á
Hálsi.
Har er stór kantina við
tilhoyrandi industrikøki, og
handan eina faldihurð er
stórt fundar ella undirvís
ingarhøli, sum kann gerast
næstan tvífalt so stórt við at
lata faldihurðina upp.
Ernst Jacobsen ivast ikki
í, at sum umstøðurnar nú
verða, kann stovnurin veita
brúkarunum eina munandi
betri tænastu enn teir kundu
uppi á Hálsi.
Her liggja vit mitt í býn
um, men kortini ikki við eina
høvuðsferðsluæðr. Her er
stutt at ganga frá ferjunum
hjá fólki, sum koma úr Suðri.
Einasta, sum togar niður, eru
parkeringsviðurskiftini, sigur
Ernst Jacobsen.
Hann vísir tó á, at teir
hava nøkur parkeringspláss
í kjallaranum, tað er ikki
verri enn tað, men annars
deila tey lagnu við so
ógvuliga mong onnur, sum
starvast í miðbýnum.
Vit hava jú parkerings
økir á Glaðsheyggi, niðan
fyri Kaggan og á Skálatrøð,
og tað eru so mong onnur,
sum mugu taka til takka við
teimum
parkeringsøkjun
um, sigur Ernst Jacobsen.
Nógv bíligari
Tað er kanska eitt sindur av
lagnunnar
speisemi,
at
Almannastovan nú flytir
inn í hølini, har ALS hevur
húsast, meðan ALS keypir
bygningin,
har
Almannastovan helt til.
Vit fingu hetta tilboðið,
og eg havi bara hoyrt
positivt um keypið. Bygn
ingurin kostaði 22,74 milli
ónir, og eg fái bert at vita,
at vit hava gjørt kvettið.
Hetta merkir samstundis, at
vit sita fyri helvtina minni
um mánaðin enn vit gjørdu
við at leiga, sigur Ernst
Jacobsen.
Men eisini í aðrar mátar
eru pengar at spara við at
hava
keypt
hendan
bygningin.
Vit hava brúkt upp til
tvær miliónir krónur um
árið at halda skeiðir og
undirvísing runt umkring í
býnum,
tí
umstøðurnar
snøgt sagt ikki vóru til
staðar at undirvísa uppi á
Hálsi. Her hava vit sum
nevnt góðar umstøður, bæði
til undirvísing og til at
matgera fyri luttakarunum,
sigur Ernst Jacobsen.
Onkrar
smábroytingar
skulu gerast í innrættingini,
men annars eru hølini klár
at taka í nýtslu. Sum er, eru
smá hølir ella klivar, har
viðskiftafólk kunnu í frið
og náum fylla út skjøl og
umsóknir,
nakað,
sum
umstøður ikki vóru til á
Hálsi.
Eg ivist ikki í, at við
nýggju umstøðunum verða
vit før fyri at veita eina enn
betri tænastu. Vit flyta úr
einum vinnuøki oman í
miðbýin,
allar
skipanir
koyra automatiskt, so vit
hava so fá fólk í umsitingini
sum gjørligt, sigur Ernst
Jacobsen.
Enn er eitt sindur rokaligt
í nýggja ALS bygninginum,
starvsfólk, høg sum lág,
hava nýtt alt vikuskiftið at
flyta, og komandi dagarnar
fara tey at nýta at fáa sein
astu tingini upp á pláss.
Men stovnurin virkar –
næstan – sum vanligt longu
frá í gjár.
Vit hava gjørt kvettið
Sviar høvdu valt broyting
Var val til svenska Ríkisdagin í dag, høvdu sviar fingið
eina sosialdemokratiska miðvinstrastjórn. Meiningakann
ingar í seinastuni hava víst, at tað gongur niður á bakka hjá
teimum smáu flokkunum á høgravonginum, og at ein
teirra, Kristendemokratarnir, høvdu rokið út úr Ríkisdegn
um, var val nú. Hinvegin hava teir smáu flokkarnir vinstru
megin miðjuna framgongd, og sambært teirri seinastu
meiningakanningini eru vinstraflokkarnir umleið sjey
prosentstig framman fyri flokkarnar høgrumegin miðjuna.
Stríð um sang og bøn
Í Danmark er tað framvegis siður í nógvum skúlum at byrja
dagin við morgunsangi og Faðir vár, men í seinastuni hava
fleiri sagt seg vera ímóti, at skúlin brúkar átrúnað sum
fastan tátt av skúladegnum. Ein nýggj kanning hjá Politiken
vísir, at næstan 80 prosent av dønum halda tað vera í lagi
byrja skúladagin við morgunsangi. 28 prosent taka eisini
undir við morgunbønini, men 52 prosent halda ikki, at
skúlin skal skipa fyri felags bøn. Danska skúlaleiðarafelagið
hevur einki ímóti morgunsangi, men heldur minni um
bønina, sigur DR.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, í nýggju hølunum hjá stovninum. Enn er ikki alt komið upp á pláss
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað er hendan bygningin við Tinghúsvegin, sum
ALS nú hevur keypt
Mynd: Álvur Haraldsen