Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 8 - 13. januar 2009 Við sínum fyri­ sitingarligu royndum og beiða áhuga fyri list og mentan kennir Jóanna Djurhuus seg væl skikkaða til formanssessin í Mentanargrunninum Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggja forkvinnan í Ment­ anargrunni Landsins, Jo­ anna Djurhuus, er útbúgvin løgfrøðingur. Í løtuni starvast hon sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum, har hon í stóran mun fæst við fyrisitingarligar uppgávur. Hon hevur breiðan áhuga fyri mentan og list og hevur verið virkin innan sjón­ leikalívið í Havnar sjón­ leikahúsi, har hon hevur verið framleiðslustjóri á leikunum "Fólk og dólgar í Kardumummubýi" og nú nýliga á "Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum". Sjálv metir Jóanna Djurhuus, at kombinatiónin av listarligum áhuga og fyrisitingarligum royndum verður hennara styrki í nýggja sessinum sum forkvinna í Mentanar­ grunninum. Enn veit Jóanna Djurhuus ikki at siga, hvørja leið hon fer at stinga út í kortið sum forkvinna. Í fyrsta umfari fer hon at kunna seg um økið og seta seg væl inn í uppgávurnar hjá Mentan­ argrunninum. Uttan mun til hvørjar broytingar møguliga verða, liggur tað fremst í huganum hjá nýggju for­ kvinnini, at allar umsókinr um pening frá grunninum verða viðfarnar eins. ­ Eg eri greið yvir, at hetta økið ofta er kenslu­ borið. Men eg eri ikki bangin fyri tí kjaki, sum avgerðir í og kring grunnin kunnu elva til. Tvørturímóti haldi eg tað vera sera týdningarmikið við kjaki á økinum, og eg fari at fylgja væl við í tí, sum rørir seg, sigur Jóanna Djurhuus, nýggj forkvinna í Ment­ anargrunni Landsins. Forkvinna kennir seg væl skikkaða Ivin um fakligu førleikarnar hjá Mentanargrunninum eitrar alt tað listarliga umhvørvið, ávara listafólk. Landsstýris­ kvinnan í menta­ málum lovar, at broytingar eru á veg List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fleiri listafólk, sum Sosialurin hevur tosað við, aftra seg við at úttala seg um setanina av einum løgfrøðingi sum formanni í Mentanarg r unninum. Orsøkina siga tey vera, at tey stúra fyri avleiðingunum, tað kann fáa fyri um­ sóknirnar, tey hava sent til grunnin. ­ Hatta er nettup trupul­ leikin. Tá tú ikki kanst vera vís í, at listafaklig argu­ mentir eru avgerandi fyri umsóknina, byrjar tú at gita um, hvørji onnur kriteriu og motivir verða brúkt. Tað er ómetaliga trist, tí slíkur illgruni er reint eitur fyri alt tað listarliga umhvørvi, harmast Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur. Eisini Sunleif Rasmussen, komponistur, stúrir fyri avleiðingunum. ­ Tað er nóg ringt, at alt listafakligt kjak hvørvur, tí fakligu argumentini ikki sleppa framat. Um fólk nú eisini geva sær sjálvum munnkurv, byrjar tað at líkjast sensuri, sigur hann Spurdur, um hann metir nevndina í Mentanar­ grunninumvera føra fyri at meta um eina umsókn frá sær, svarar Sunleif Ras­ mussen avgjørdur ­ Nei, tað er hon ikki Symptomatiskt Setanin av nýggju nevndini fyri Mentanargrunnin er annars í allar mátar í tráð við lógina fyri grunnin. Sambært grein 3 í lógini skal landstýrismaðurin tryggja, at nevndin hevur "breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan." Um neyðugt, eigur nevndin hartil søkja sær sakkøna ráðgeving innan viðkomandi listagrein í sambandi við viðgerðir av umsóknum. Kinna Poulsen, listfrøð­ ingur og ummælari er ein av teimum, sum altíð hevur undrast yvir hesa raðfesting. ­ Tað mátti verið meir upplagt, fyrst at tryggja sær at listafakligu førleikarnir hjá nevndini eru í lagi, tí tað er har, hennara fremsta uppgáva liggur. Eg hevði skilt tað betri, um tað stóð, at nevndin eigur at at søkja sær løgrøðiliga ella fíggjarliga ráðgeving, um neyðugt, sigur Kinna Poul­ sen, og minnir á, at sum er, er leiklistin til dømis als ikki umboðað í nevndini. Heldur ikki samanborið við líknandi stovnar aðra­ staðni, er Mentanargrunn­ urin serliga væl brynjaður listafakliga, ásannar Urd Jóhannesen, ið er føroyska umboðið fyri norðurlendska listagrunnin Kulturkontakt Nord. ­ Listafakliga tykist sam­ ansetingin í nevndini heldur illa umhugsað. At man ikki í størri mun hevur tikið listarligu serfrøðina við, er væl symptomatiskt fyri føroyska hugburðin, at øll hava líka gott skil fyri list, sigur Urd Johannesen, sum undrar seg yvir, at føroy­ ingar ikki eru komnir longur á tí økinum. ­ Aðrastaðni ásannar man jú, at listarligar metingar hjá serfrøðingum á økinum viga tyngri enn metingar, ið ikki byggja á faklig argumentir. Hasa virðingina fyri listarligu serfrøðini mangla vit tíverri ofta í Føroyum, staðfestir Urd Jóhannesen. Listaráð á veg At vantandi virðingin fyri listarligu fakligheitini eisini rakar arbeiðið í Mentan­ argrunninum er ikki bara ótíðarhóskandi samanborið við onnur lond, heldur Inger Smærup Sørensen. Tað er beinleiðis ábyrdarleyst, havandi í huga, at talan er um skattapengar, sum nevndin er sett at umsita. At lógin loyvir hesum sigur okkum bara, at neyðugt er at broyta lógina sum skjótast. Og sambært Helenu Dam á Neystabø, mentamála­ ráðharra eru broytingar á veg. Í september fekk hon handað álit um Mentanar­ grunnin, sum milum annað leggur upp til, at grunnurin verður umskipaðaur til eitt sokalla Listaráð. ­ Ætlanin við Listaráðnum er nettup at lyfta tann listfakliga partin munandi við tilmælandi faknevndum á ymsu listaøkjunum. Á tann hátt kemur grunnurin at virka á sama hátt, sum tilsvarandi grunnar aðra­ staðni, sigur Helena Dam á Neystabø, sum vónar, at arbeiðið við nýggja Listaráðnum kann fara í gongd longu í ár. Ivi um nevnd eitrar listaumhvørvið Setanin av nýggja formanninum í Mentanargrunninum er ein liður í at fáa meir skipaði viðurskifti kring arbeiðsumstøðurnar hjá føroyskum listafólkum, sigur Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri Hatta svarar til at seta meg sum formann í eini løgfrøðinga­ nevnd hjá Landsstýrinum, sigur Sunleif Rasmussem í viðmerking til valið av einum løgfrøðinginsum formann í Mentanargrunninum Tá tað kemur til list, tykist tað knappliga sum um, at øll eiga at sleppa at spæla serfrøðingar, sigur Kinna Poulsen, listfrøðingur og ummælari Húsið opið aftur sum vanligt Nú jólini eru farin afturum fara tey í Húsinum í Klaksvík undir enn eitt ár við nógvum spennandi tiltøkum fyri børn og ung. Januar og februar eru vanliga tveir myrkir og kaldir mánaðir, men í húsinum er bæði heitt og hugnaligt. Á skránni er eitt nú filmskvøld, borðtenniskapping, grýlukvøld í svimjihøllini, grýlu diskotek fyri børn, Lán­Party og mangt annað. Tann 28. februar hevur Húsið 3 ára føðingardag, og tá verur eisini okkurt spennandi á skránni. Onkur konsert verður eisini, so tað er bara um at fylgja væl við á kalendaranum nær tiltøkini vera. Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins 2008 Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, handar Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins fyri 2008 á almennum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum tann 25. januar 2009 kl. 16.00.