Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 13. januar 2009 11 Nú skal kannast, hvør hev­ ur ábyrgdina av, at grinda­ hvalir eru so illa dálkaðir, at teir ikki eru egnaðir sum mannaføði. Landsstýrið skal eisini kanna, um rætt­ arlig krøv kunnu setast, nú eitt týðandi náttúrutilfeingi gleppur føroyingum av hondum Sambandsflokkurin hevur sent eitt nýtt uppskot til samtyktar í Løgtingið. Vónin er, at allir flokkar taka undir við uppskoti­ num, ið er tvørpolitiskt. Sambandsflokkurin skjýtur upp, at landsstýrið kannar, um tað kann stað­ festast, hvør hevur ábyrgd­ ina av, at grindahvalir í dag eru so illa dálkaðir, at hvørki tvøst ella spik, sambært landslæknanum, eru egnað sum mannaføði. Vit halda eisini, at lands­ stýrið má kanna, um tað ber til at reisa rættarlig krøv móti dálkarunum. Teir eru ídnaðarlond, har kol verður nógv brúkt sum orkukelda. Kolanýtsla er ein høvuðsorsøk til, at grindahvalur er kyksilvur­ dálkaður. Kunningarátak úteftir Uppskotið hjá Sambands­ flokkinum er byrjanin til eitt átak, har Føroyar skip­ að fara at kunna heimssam­ felagið um dálkingina av stórum havsúgdjórum. Tað kann gerast saman við Danmark, Grønlandi og øðrum londum, ið hava áhugamál á hesum øki. Hvalur, kópur og ísbjarn­ ir eru eftir øllum at døma so illa dálkað djór, at skjótt er hetta tilfeingi ikki long­ ur til taks hjá tjóðum, ið gagnnýta tað. Henda gongd má steðgast. Í áratíggju hava útlend­ ingar funnist at føroyingum fyri at drepa grind. Nú er skjalprógvað, at størsta hóttanin kemur uttaneftir. Tíðin er komin at venda kanónunum. Kolið er stóri syndarin Frameftir verður kol í stór­ an mun brúkt sum orku­ kelda, serliga til el­fram­ leiðslu. Berlingske Tidende skrivar 6. jan., at um­ hvørvisumsitingin í USA upplýsir, at síðani 1980 er nýtslan av koli tvífaldað. Verandi nýtsla verður trífaldað innan 2030. Hetta fer, sum verða man, at dálka grindahvalin upp­ aftur meira. Asia er stóri dálkarin við 2/3 av kiksilvurdálking heimsins, ið tilsamans er uml. 2000 tons av kyksilv­ uri árliga. Danskir gransk­ arar eru harumframt komn­ ir eftir, at Kina stendur aftan fyri stóran part av kyksilvurdálkingini í arktisku økjunum. Her eru rímiliga greiðar adressur at seta á mótmæli og arbeiðið at ávirka dálk­ andi lond. Landsstýrið eigur saman við øðrum londum at royna at ávirka asiatisk lond, serliga Kina, til at avmarka kolanýtsluna frameftir og í staðin at brúka aðrar og reinari orkukeldur. Staðfesta ábyrgd av hvaladálking løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Nakrir journalistar halda seg vera so heilt fantast­ iskar, at ongin skal vága sær at seta spurnartekin við nakað sum helst við­ víkjandi teimum. Hetta fáa vit trúttað nið­ ur í okkum av og á, og so var eisini í kvøld, nú eg lesi á Portalinum, at felag­ ið Føroysk Miðlafólk biður fólkini í Kringvarpinum melda seg úr Starvsmanna­ felagnum og upp í teirra felag. Fyri mína skyld kunnu tey gera, hvat tey vilja. Men eg síggi onki, sum bendir á, at felagið Føroysk Miðlafólk hevur evnir at røkja hesar limir betri enn Starvsmannafelagið. »Hetta málið ella hesi málini undirstrika bert enn einaferð, at Starvsmanna­ felagið ikki skilir, hvussu eitt journalistiskt arbeiðs­ pláss virkar og enn minni, hvat journalistiska fakið er – millum annað at fakið og arbeiðsøkini eru spesiali­ serað, soleiðis at ofta krevj­ ast serligir førleikar til serligar uppgávur, siga Føroysk Miðlafólk, sum halda tað bert vera nátúr­ ligt, at Føroysk Miðlafólk, sum er einasta felag, ið burtur av virkar fyri jour­ nalistiska fakið, nú fer at herða strembanina eftir at fáa sáttmála fyri sínar limir í Kringvarpi Føroya. ­ Tí­ skil mæla vit eisini staði­ liga okkara limum í Kring­ varpinum til at tekna seg úr øðrum fakfeløgnum, sigur nevndin í Føroyskum Miðlafólkum.« Soleiðis verður felagið endurgivið á Portalinum. Eg má bara spyrja: Er tað so stórur munur á, hvussu eitt journalistiskt arbeiðspláss virkar í mun til onnur arbeiðspláss? Hvat er tað fantastiska við einum journalistiskum arbeiðsplássi í mun til onnur? ­ Millum annað at fakið og arbeiðsøkini eru spesi­ aliserað, soleiðis at ofta krevjast serligir førleikar til serligar uppgávur, sigur felagið. Harragud, tað eru flestu almennu arbeiðspláss, ið eru spesialiserað á ein ella annan hátt og við hvørt krevjast serligir førleikar at røkja eitt starv. Men krevjast nú so nógvir serligir førleikar at røkja eitt journalistastarv? Í útgangspunktinum kann sigast, at ein og hvør, ið hevur førleikan at skriva, kann røkja eitt tílíkt starv, ikki øll økir innan journalistikkin, men fleiri. Og tað verður jú undir­ strikað av, at rættiliga nógv fjølmiðlafólk í Føroyum ikki hava journalistaút­ búgving, ja, á bløðunum eru tað helst flestu starvs­ fólk, ið ikki hava útbúgv­ ing sum journalistar ella myndafólk, og tað gongur fínt! Tá 8 fólk í Kringvarpi­ num herfyri vórðu upp­ søgd, so mótmælti Starvs­ mannafelagið beinanvegin. Nakað seinni føldi felagið Føroysk Miðlafólk kortini, at tey helst eisini skuldu mótmæla, men meintu tey nakað við tað? Grundirnar fyri uppsøgn­ unum vóru, at Kringvarpið skuldi spara. Men hvussu nógv verður spart við has­ um uppsøgnunum, sum ikki fáa virknað fyrr enn eina ferð seinna hálvár? Samstundis søkir Kring­ varpið eftir journalisti og setir starvið. Um sparing var orsøkin til uppsøgnir­ nar, hevði ikki verið lættari at flutt fólk, so í hvussu er ein uppsøgn minni kom upp á tal? Veruligu grundirnar fyri uppsøgnunum í Kring­ varpinum sýnast heldur at vera, at stovnurin (stjórin) vil sleppa av við nøkur ávís fólk. Og sambært Portalinum í kvøld, so sær út til, at felagið Føroysk Miðlafólk tekur undir við hesum. Í øllum førum nýta tey somu grundgevingar sum stjórin fyri Kringvarpið fyri at rættvísgera, at samstundis sum journalistar verða sagdir úr starvi í Kring­ varpinum verða aðrir settir í starv á sama stovni. Og so vil felagið vera við, at starvsfólkini í Kringvarpinum fáa betri umstøður í hasum felagnum? Eg meini tað!!! Ongin yvir og ongin við síðuna av sofus dEbEs JohannEsEn Havi lisið greinina hjá Hans J. Hermansen. ­ Greinin er bæði væl skriv­ að og verd at lesa, men tað er sum at tala fyri deyvum oyrum, at nevna Blokkin. Tí ein stórur partur av føroyingum hava fingið tað fatan, at bara vit fáa blokkin avtiknan, so er alt í fínasta lagi. Men tað er at undrast á, at somu fólk, ið hava verið í Danmark og skarva burtur av Blokki­ num, nú gremja seg um at tey hava ov lítið av peng­ um at arbeiða við. Hvat hava tit tá Blokkurin er burtur? Eitt evni ið er nógv frammi er, at fáa føroying­ ar sum eru í Danmark heim aftur til Føroyar, alt gott um tað, men hvør skal løna teimum? Er hettar komediuspæl ella er hettar álvara? Nú næstan einans Sambandsflokk urin er eftir, ið torir at verja Blokkin. Javnaðar­ flokkurin byrjar so spakuliga at hella til hina síðina, er tað fyri at samla stemmur, so frykti eg fyri, at tað øvugta kann koma at henda. Nei, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skuldu sett í sína stevnu­ skrá, at fingið Blokkin aftur í tað hædd hann var og prístalsreguleraðan. Teir høvdu vunnið við tað. Tí tað er tað teir tigandi verjarnir vilja. Tað verður so nógv skrivað og tala um Blokk­ in, vit hava so nógvar aðrar fyrimunir av at hoyra til danska konga­ ríkið, teir fyrimunir vera ikki tiknir uppá tungu, hvørki av teim politisku flokkunum, ella av tí meiniga manninum. Tann neyðars Blokkur Palli dalsgarð Tað mundi vera fatanin hjá teimum flestu, eftir at hava lisið greinina “Sandingar komnir í neyð av gávunum”, sum var borðreidd á forsíðuni í Sosialinum í farnu viku. Um hendan snaringin í yvirskriftini, hevði til endamáls at flyta ljóskastarnum frá tí veruleika, at lands­ stýriskvinnan, bæði virkar í andsøgn við lógina um bókasøvn, og í andsøgn við stuðulstil­ søgnina frá Mentamála­ ráðnum sjálvum, stend­ ur sum ein spurningur í lesarin helst má at fáa greiðu á sjálvur Um tað var av tilvild, ella tilætlað, at júst hettar orða­ smíðið, varð nýtt í yvir­ skriftini, skal eg ikki gera meg til dómara yvir, men bert vísa á at eg, sum um­ boð fyri Sands Kommunu á ongan hátt eigi lut í tí hugburði, sum liggur aftan­ fyri yvirskriftina. Tvørtur­ ímóti, so havi eg saman við restini av kommunustýri­ num, og sandingum ann­ ars, verið ovurfegin um tað gávumildni, sum okkara mætu synir og døtur, hava sýnt heimbygdini. Tað sum eg yvirfyri blaðmanninum royndi at vísa á, vóru heilt aðrir trupulleikar, enn gávurnar sjálvar. Fyrst og fremst tann veruleiki, at Menta­ málaráðið, sum átti at verið stóri kveikjarin mentanini at frama, í hesum føri og øðrum førum við, kanska meiri vísir seg sum haftið um beinið, í royndini at skapa karmar um mentan­ arlívið uttanfyri Havnina. Her snýr tað seg um eina lítla og fíggjarliga sárbæra kommunu, sum saman við ósjálvsøknum gevarum, roynir at gera sítt til at fáa mentanarkarmaranr í bygdini, og oynni við, á eitt rímiligt støði. Og hóast greiða tilsøgn, um stuðul til fíggingina fyrst í hesum árinum, so er einki hald í lyftunum frá Mentamála­ ráðnum. Hettar hóast Mentamálaráðið og Lands­ bókasavnið, hava verið aktivir partar í málinum um bókasavn á Sandi. At Mentamálaráðið, ikki stendur við síni lyftir er eitt, men at tey eisini ganga ímóti greiðu áseting­ um í lógini um Bókasøvn, er uppaftur verri, og kann ikki góðtakast. Vit her suðuri, sóu heldur at Mentamálaráðið, rætti okkum bróðurhónd, í viðurkenning av at tað eru risafet borgararnir á Sandi, saman við framúr gevar­ um, hava tikið mentanini at frama seinastu árini. Spildurnýggjan barna­ skúla, nýtt listasavn og nú nýtt bókasavn eru varðar, sum fáar kommunur í landinum megna at fáa á føtur yvirhøvur. Vit hava verið heppin og fingið tey til veruleika eftir bert trim­ um árum. Mentamálaráðið átti at givið okkum eitt herðaklapp, nýtt okkum sum fyrimynd, heldur enn at sita sum ryssa yvir deyðum fili og gramt seg um alt, sum ikki ber til. Sandingar eru sera takk­ samir fyri privatu gávurnar. Bert spell at virðingin hjá landsmyndugleikunum, fyri oynni sum heild, nærk­ ast háð og spott. Almenna viðferðin av bókasvninum á Sandi, er enn eitt talandi dømi. Ótakksamir sandingar! borgarstjóri Páll á rEynatúgvu viðmerkingar