týsdagur 13. januar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 8 - 13. januar 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Nina Magnussen, ætt
að av Tvøroyri, búsitandi
í Keypmannahavn, and
aðist á Bispebjerg Hospi
tal leygardagin 10 janu
ar, 48 ára gomul.
Elisabeth Bjarnarson,
ættað av Tvøroyri, bú
sitandi í Reykjavík, and
aðist leygardagin 10.
januar, 60 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey
taldu jólini og kvóðu um alt tað, sum Sankta
Mortan gav, kvóðu tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti.
Tjúgunda kvøld hevur verið hildið sum høgtíðs
dagur onkustaðni í Føroyum. Dagurin verður í
álmanakkanum eisini róptur Hilarius, til minnis um
ein biskup í Poitiers, ið var mettur høgt sum kirkju
lærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin. Tær
Guð, sum ein ræður himni á. Hilarius doyði í
árinum 367.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mín kæra
kona, mamma, vermamma, omma og langomma
Ingrid Hansen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum vóru um hana
meðan hon lá á sjúkrahúsinum.
Tøkk til Hjalgrím Davidsen fyri orð og sang
í kapellinum og kirkjuni.
Tøkk til Hansu Petersen og Jógvan Fríðriksson
fyri orð í kirkjuni og við grøvina.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og berarar.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við at baka,
og tykkum, sum hjálptu til við ervinum
í bygdarhúsinum.
Tøkk fyri blómur kransar og gávur.
Fyri tey avvarðandi
Harry og børnini
Í dag letur Ingi Sørensen,
vinnukavari í Havn, upp
eina myndaframsýning í
Stephanssons húsi á Konga
brúnni í Havn.
Hetta er sama framsýning,
sum var í november 2008.
Ingi sigur, at so stórur áhugi
var fyri framsýningini, at
hann hevur avgjørt at lata
hana upp aftur nú í januar.
Ingi er bæði útbúgvin
sum frítíðarkavari og vinnu
kavari. Hann sigur, at tað er
stórur munur á hesum út
búgvingum.
Útbúgvingin
sum vinnukavari kann taka
upp til eitt ár, meðan út
búgvingin sum frítíðarkavari
tekur eina til tvær vikur.
Við myndatóli hevur Ingi
tikið hópin av myndum á
havsins botni kring oyggj
arnar. Hann sigur, at tað er
ein heilt annar heimur, ið
letur seg upp, tá man kavar.
Har er so ómetaliga nógv
vakurt at síggja niðri í sjó
num. Nógv ymisk fiskasløg
og sjáldsamar plantur um
framt taran.
Framsýningin er opin ger
andisdagar frá kl. 1618, og
tá er Ingi sjálvur til staðar í
framsýningarhølunum. Hon
verður opin í tvær vikur.
Ingi sigur at skúlaflokkar
og onnur eru vælkomnir at
vitja framsýningina uttan
fyri tíðina, tá framsýningin
er opin. Tey kunnu bara
gera
eina
avtalu
við
Setphansson Hús á telefon
314291.
mg
Nógv vakurt at síggja niðri í
sjónum, nógv ymisk fiskasløg
og sjáldsamar plantur
Mynd: Stephanssonhús
Myndir úr havsins dýpi
Ókendu Føroyar er heitið á framsýningini hjá Inga Sørensen í Stephanssons Húsi
Mynd: Stephanssonhús