týsdagur 13. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Landsstýrismaðurin
í vinnumálum, Johan
Dahl, hevur havt
fund við umboð fyri
gistingarhús- og
matstovuvinnuna,
og avrátt er, at vinn-
an skal útgreina
hvørjar trupulleikar
hon heldur at vinn-
urnar hava, og har-
afturat koma við
uppskotum til loysnir
á trupulleikunum
Myndugleikin
Leif Láadal
Skal nakað gerast fyri at
bøta um umstøðurnar hjá
teimum, ið reka matstovur
og gistingarhúsvirkssemi í
Føroyum, er neyðugt at fáa
politiska myndugleikan við
á vøllin. Tað tykist í hvussu
so er at vera meiningin hjá
teimum flestu, sum fáast
við hesar báðar vinnur.
Onkur tosar um, at mat
stovur skulu gjalda minni í
meirvirðisgjaldi – ein skip
an, sum sær út til at rigga
væl í eitt nú Íslandi – meðan
onnur tosa um at broyta tær
reglur, sum skeinkiloyvis
havarar arbeiða undir, har
Rúsdrekkasøla
Landsins
skal taka sær av øllum inn
flutningi av víni, útlendsk
um øli og spiritusi.
Fyri at gera politiska
myndugleikan
varhugan
við
umstøðurnar,
vóru
umboð fyri matstovu og
gistingarhúsfelagið á fundi
í Vinnumálaráðnum herfyri.
Á fundinum fekk Johan
Dahl, landsstýrismaður, at
vita, at støðan ikki er so
góð hjá fleiri, sum fáast við
hesar vinnur. Tað snýr seg í
flestu førum um kostnaðin
at reka slíka vinnu, og víst
varð á, at grannalond okk
ara í nógv ár hava ásannað,
at tað ikki ber til at krevja
ov nógvar pengar í avgjøld
um, skattum og øðrum, um
mann vil hava eina burðar
dygga og vælvirkandi mat
stovu
og
gistingarhús
vinnu.
Fær eitt tilmæli
Johan Dahl var væl nøgdur
við fundin, og partarnir
hava eisini avrátt at fara
víðari við málinum.
– Fyri fyrst hava vit av
rátt, at matstovu og gist
ingarhúsfelagið kemur við
eini frágreiðing til Vinnu
málaráðið, har víst verður á
teir trupulleikar, sum vinn
urnar eru í. Eg havi eisini
avtalað við felagið, at tað
kemur við uppskotum ella
tilmælum til loysnir, sum
kunnu gera umstøðurnar
betri, sigur Johan Dahl.
Politiska viðgerðin av
málinum kann so byrja við
útgangsstøði í tí, sum felag
ið mælir til. Sum er, hoyra
nevndu vinnur til í ikki
færri enn trimum aðalráð
um. Vinnumálaráðið tekur
sær av tí, sum hevur bein
leiðis tilknýti til vinnulívið.
Ella soleiðis plagdi tað í
hvussu so er at vera, men í
sambandi við at allir smá
lutir skuldu fáast upp á
pláss, tá seinasta samgonga
varð skipað, varð ferðavinna
flutt í Uttanríkisráðið. Ein
avgerð, sum tað ikki eru so
nógv, ið skilja – millum ann
að stjórin á Hotel Føroyum,
Jóhannes Jensen, ið heldur
tað vera ein háðan ímóti ein
ari vinnu í menning, og ein
ari vinnu, sum tað tykist at
vera stórur politiskur áhugi
fyri, at mann brúkar hana
sum kitt, tá politiskar kabal
ir skulu ganga upp.
Johann Dahl hevur ikki
so nógvar beinleiðis við
merkingar til tað, at ferða
vinna ikki longur er í Vinnu
málaráðnum, men hann
heldur tó, at rætta staðið hjá
einari ferðavinnu hevði ver
ið at hoyrt undir eitt vinnu
málaráð.
Tá tað snýr seg um av
gjøld – eitt nú meirvirðis
gjald – er adressan Fíggjar
málaráðið. So áðrenn upp
skot og tilmælir frá mat
stovu og gistingarhúsvinn
uni kunnu setast í verk,
skulu trý landsstýrisfólk
semjast, og er talan um lóg
arbroytingar, skal ein meiri
luti á Løgtingi sum kunnugt
vera fyri.
Ítøkilig uppskot
frá vinnuni
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, hevur fingið at vitað frá umboðum fyri
matstovu- og gistingarhúsvinnuna, at umstøðurnar at virka í Føroyum eru vánaligari enn í
okkara grannalondum. Avrátt er, at umboðini koma við ítøkiligum uppskotum til eina betran
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich