týsdagur 13. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
vinnan
Nr. 8 - 13. januar 2009
Tíðargreinin
Tað snýr seg ikki um
at geva matstovu
vinnuni møguleikar
fyri at spara nakrar
krónur í meirvirðis
gjaldi upp á kinakál.
Tað snýr seg um at
geva vinnuni nakrar
virðiliga og dagførdar
karmar at virka undir.
– Politikararnir
kunnu passandi byrja
við at loyva heilsølum
at innflyta vín og
aðrar drykkivørur við
alkoholi fyri kundar
við skeinkiloyvi.
Síðani kunnu teir
undir skipaðum
viðurskiftum loyva
lýsingum við drykki
vørur, sigur Jóhannes
Jensen, stjóri fyri
Hotel Føroyar sam
takinum
Arbeiðsumstøður
Leif Láadal
– Kundarnir í Føroyum fáa
í nógvum førum ein skeiva
fatan av, hvat tað er vit fáast
við, eins og einkarrætturin í
sambandi við keyp av víni,
øli og sterkari rúsdrekka
køvir allan dynamikk á
økinum.
Jóhannes Jensen, stjóri á
Hotel Føroyar samtakinum,
sum umframt Hotel Føroyar
eisini umfatar Hotel Tórs
havn,
Kerjalon,
Hvonn,
Café Vágsbotn og Borð
krókin í Norðurlandahúsin
um, er ørkymlaður. Nú tos
að hevur verið um umstøð
urnar hjá matstovuvinnuni,
hevur millum annað verið
ført fram, at matstovurnar
áttu at sloppið bíligari í
meirvirðisgjaldi, eins og
tær áttu at sloppið bíligari,
tá tær keyptu í Rúsdrekka
sølu Landsins.
Tað, at matstovur skulu
sleppa bíligari í innkeypi,
ljóðar sjálvsagt gott í oyr
unum hjá Jóhannesi Jensen,
men hann ivast stórliga í,
um nakrar spardar meir
virðiskrónur upp á kinakál,
fara at bjarga støðuni, eins
og serprísir í Rúsuni heldur
ikki eru vegurin fram.
Tá tú byrjar í hesi vinnu,
veitst tú hvørjar fíggjarligu
treytirnar við eitt nú meir
virðisgjaldi eru, men at tú
skalt vera bundin av einum
einstøkum almennum inn
flytara av víni, útlendskum
øli og spiritusi, líkist ong
um, eins og tað er upp á
tíðina, at vit sleppa at for
telja almenninginum, hvat
tað er vit selja, sigur Jóhann
es Jensen,og sipar til lógar
forboðið í sambandi við
lýsingum við drykkivørum
við alkoholi.
Heilsølurnar
skulu selja
Sum er, er tað ein almenn
fyritøka – Rúsdrekkasøla
Tá vit tosa um
matstovur, verða
ferðafólk ofta nevnd.
Og tað er rætt at
nevna tey, tí nútímans
ferðafólk vilja gjarna
uppliva villu og
fjarskotnu natúrina
í Føroyum, men tey
vilja samstundis eisini
hava flestu vanligu
møguleikarnar.
Tað sigur Jóhannes
Jensen, hotelstjóri,
sum minnir
á, at stuðul til
ferðavinnuna ikki er
olmussa, men ein góð
íløga
tey vitjAndi
Leif Láadal
Týdningarmesta uppgávan
hjá almennu Føroyum, tá
tað snýr seg um ferðavinnu,
er at gera fólk úti í heimi
varug við, at tað er eitt stað,
sum eitur Føroyar. Altso
“branda” Føroyar, sum tað
javnan verður sagt í hesum
døgum.
Tað heldur Jóhannes Jen
sen, stjóri á Hotel Føroyum
samtakinum, sum hevur tor
ført við at skilja, at tað so
ofta verður tosað um stuðul
til ferðavinnuna, tá evnir
sum branding og marknað
arføring av Føroyum eru
uppi og venda.
Tá tú fært nakað aftur
fleirfaldað, áttu politikarar
og onnur heldur at tosa um
tað, sum tað verulig er,
nevniliga ein íløga – og enn
tá ein góð íløga, sigur hotel
stjórin.
Alt tað vanliga
Jóhannes Jensen vísir á, at
eitt
útlendskt
ferðafólk,
sum vitjar oyggjar okkara,
ivaleyst kemur hendan veg
in, tí her er øðrvísi enn aðra
staðni, men tá serstaka før
oyska natúran er upplivað,
vilja tey allarflestu hava eitt
góða máltíð, eitt gott glas
av víni ella øðrum afturvið,
eitt gott internetsamband á
gistingarhúsinum,
eina
góða song og aðrar nútím
ans upplivingar og hent
leikar. Hetta ger, at góðskan
á tí, sum gistingarhús og
matstovuvinnan skal kunna
bjóða, má vera av besta
slag, og tað kostar.
Vit fara framhaldandi at
royna at bjóða útlendskum
vitjandi tað besta, sum vit
kunnu, men tað er ikki okk
ara uppgáva at fortelja úti í
heimi, at Føroyar eru til.
Hesa uppgávu eigur tað
almenna – antin gjøgnum
síni egnu feløg, ella við at
stuðla privatum, sum vilja
Pengar til ferðavinnuna eru ein
FAKTA
Tað heilt serliga við gist
ingarhúsum í Føroyum, er
at heimamarknaðurin
umboðar ein lutfallsliga
lítlan part av gistingunum
í Føroyum, meðan
heimamarknaðurin í flest
øllum londum í Evropa
umboðar umleið 60% av
øllum gistingunum.
Útlendsku ferðafólkini í
londunum rundan um
okkum umboða bert
umleið 40 45% av
samlaðu gistingunum í
einstaka landinum. Til
samanberingar eru
útlendsku gistingarnar í
Føroyum umleið 75 80%.
Matstovuvinnan bundin niður
FAKTA
Drykkivørur eru ein týdningarmikil inntøku
kelda hjá føroyskum matstovum. Upp
teljingar hjá Hotel Føroyum samtakinum
vísa, at 40 prosent av inntøkunum á mat
stovum tess, stava frá drykkivørum.
»At vera bundin av einum einstøkum almennum innflytara
av víni, útlendskum øli og spiritusi, líkist ongum, eins og
tað er upp á tíðina, at vit í matstovuvinnuni sleppa at
fortelja almenninginum, hvat tað er vit fáast við«
Jóhannes Jensen, Stjóri á Hotel Føroyar samtakinum
Danskir bankar mist nógv
Tann seinasti ársfjórðingurin royndist eftir øllum at døma stak
illa hjá teimum donsku bankunum. JyllandsPosturin skrivar, at
tað er ikki óhugsandi, at bankarnir mistu so mikið sum fimm
milliardir krónur tríggjar teir seinastu mánaðirnar í fjør. Altjóða
fíggjarkreppan gjørdi, at bankarnir mistu nógv av óhepnum
útlánum og óhepnum íløgum, skrivar blaðið. Mett verður, at
donsku bankarnir høvdu millum seks og níggju milliardir í
avlopi fyri skatt í fjør ímóti 39 milliardum krónum í 2007.
Bono í New York Times
Írski rocksangarin Bono, ið eisini er kendur fyri síni
politisku sjónarmið, hevur skrivað undir ein sáttmála við
blaðið New York Times. Sambært avtaluni skal Bono
skriva stuttar viðmerkingar av ymsum slagi til blaðið, og
tann fyrsta stóð at lesa í gjár. Andrew Rosenthal,
blaðstjóri á New York Times, er sera fegin um at fáa Bono
til høvund. Hann sigur Bono vera ein óvanligan persón,
sum hevur sína egnu uppfatan av heimsins trupulleikum.