týsdagur 13. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
vinnan
Nr. 8 - 13. januar 2009
taka sær av hesi kunning
ella marknaðarføring, at
taka sær av, sigur Jóhannes
Jensen.
Og nú vit eru við kunning
og almenn feløg, so vísir
hotelstjórin á, at tað ikki er
nóg mikið hjá tí almenna at
fara til Brússel við nøkrum
tónleikabólkum.
- Eitt tiltak við føroyskum
tónleikabólkum í Brússel,
er ikki eitt tiltak, sum markn-
aðarførir
Føroyar
sum
ferðamál, men haraftur-
ímóti eitt tiltak, sum markn-
aðarførir føroyskan tónleik,
vísir hann á.
Tað rætta vildi í hesum
føri verið, at eitt felag, sum
fekst við tónleikavirksemi,
fekk stuðul til sítt arbeiði.
- Ja, nú sigi eg stuðul,
men aftur her kundi eg
brúkt orðið íløgu, tí 10 milli-
ónir krónur til marknaðar-
føring av øllum møguligum,
sum hevur við Føroyar at
gera, er sum sagt ikki ein
stuðul, men ein íløga, sum
vit fáa fleiri ferðir aftur,
sigur Jóhannes Jensen.
Landsins – ið tekur sær av
øllum innflutningi av drykki-
vørum við alkoholi. Ja, í
veruleikanum er tað ein
persónur,
nevniliga
inn-
keypsleiðarin í Rúsuni, ið
hevur ábyrgdina av, at kræsn-
ir føroyskir gómar sleppa at
smakka tað vín, sum er best
fyri teir. Hetta er ein alt ov
stór ábyrgd at lata einum
persóni, heldur Jóhannes
Jensen.
– Eg ivist ikki í, at tey í
Rúsuni royna at gera sítt
besta, men alheims ví±n-
marknaðurin er risastórur,
og tað vildi tí verið ógvuliga
natúrligt, um vit í vinnuni
høvdu lættari atgongd til
vørurnar, eins og eitt sindur
av kapping heilt sikkurt
hevði havt við sær, at vit
fingu bæði betri og bíligari
drykkivørur, sigur matstovu-
og hotelstjórin.
Hann mælir tí til eina lóga-
rbroyting, sum loyvir før-
oysku heilsølunum at inn-
flyta rúsdrekka til føroyskar
skeinkiloyvishavarar.
– Rúsan skal framvegis
taka sær av innflutningi og
sølu til vanliga borgaran,
meðan heilsølurnar skulu
sleppa at bjóða matstovum
og øðrum við skeinkiloyvi
vørur, eins og tá talan t.d. er
um tær rávørur, sum vit
brúka í framleiðsluni hjá
okkum,
sigur
Jóhannes
Jensen.
Tað er neyðugt at hava
virðing fyri rúsandi løgi,
men tá tað er sagt, so er vín,
øl og spiritus eftirhondini
ein so útbreiddur og vanlig-
ur partur av matstovuvinn-
uni, at eitt monopol á inn-
flutningsøkinum svarar til,
at ein almenn fyritøka var
tann einasta, sum slapp at
innflyta eplir.
Drykkivørur ein
lítil helvt
At drykkivørurnar eru ein
fíggjarliga
týdningarmikil
partur av virkseminum hjá
teimum, ið fáast við at reka
matstovu, tala tølini fyri.
Jóhannes Jensen sigur, at tað
ikki er óvanligt í øðrum
londum, at helvtin av um-
setninginum hjá eini mat-
stovu, kemur frá víni og øðr-
um drykkivørum. Í Føroyum
er eitt sindur ymisk, hvussu
lutfallið er, men tær royndir,
sum tey í Hotel Føroyar
samtakinum hava gjørt sær,
vísa at 40 prosent at inn-
tøkunum á matstovum teirra,
koma frá drykkivørum.
– Tí er tað sera umráðandi,
at vit sleppa at bjóða okkara
kundum tað besta og mest
fjølbroytta, og tað gera vit
ikki, so leingi, sum ein ein-
støk almenn fyritøka hevur
einkarætt til søluna, sigur
Jóhannes Jensen.
Lýsa við helvtini
av vøruni
Sum er, ber ikki til lýsa við
nøkrum, sum hevur eitt inni-
hald av alkoholi, ið er yvir
eitt prosent ella har á leið.
Sjálvt um hugflogið er
stórt, og orð sum “biiib”
verða brúkt, har tað skal
standa øl, vín ella eitt nú
whiskey, so er tað als ikki
loyvt at lýsa við rúsandi
løgi. At myndugleikarnir
taka lógini í størsta álvara,
er millum annað staðfest
fyri ikki so langari tíð síð-
ani, tá Hotel Føroyar saman
við øðrum varð dømt í ein-
um máli um eitt tiltak, har
drykkivørurnar høvdu ein
stóran leiklut.
So seint sum í farnu viku
sást ein lýsing frá einari
fyritøku, sum skipar fyri
skeiðum og ráðstevnum,
har orðið “biiip-smakking”
bleiv nevnt, eftir at skrivað
varð, at m.a. bispur skuldi
hava eitt innlegg.
Jóhannes Jensen vísir á,
at matstovurnar ofta hava
bæði matskrá og vínskrá,
og at tað seinnu árini er tað
vorðið rættiliga vælumtókt
at keypa sær eina samlaða
menu, har matstovan setir
saman mat og vín.
– Tá hava vit eina støðu,
har vínið er ein partur av
upplivingini, men vit sleppa
ikki alment at siga fólki,
hvat tað er fyri ein vøra, vit
vilja bjóða teimum, vísir
Jóhannes Jensen á.
Aftur her ber til at saman-
bera við onnur handilslig
viðurskifti, og svarar tað til,
at ein bilsøla bert slapp at
lýsa við felgum og ikki
dekkum.
Jóhannes Jensen veit, at
lýsingar og alkohol krevja,
at mann er varðin, men
hann metir, at forboðið fyri
at lýsa við drykkivørum er
búgvið til at verða endur-
skoðað.
– Tað kann gott vera, at
vit eiga at upplýsa um vand-
an fyri ovurnýtslu av alko-
holi í sambandi við slíkar
lýsingar - ein lítil tekstur
skuldi kanska fylgt við
slíkari lýsing, eins og vit
síggja á sigarettpakkum –
men vandin fyri misbrúki
hjá nøkrum heilt fáum,
eigur ikki at forða okkum í
at koma víðari, sigur Jó-
hannes Jensen og vísir á, at
yngri ættarlið hava eitt
meira natúrligt samband
við mat og drykkivørur, og
at tað ikki er forboð omaná
forboð, sum er orsøkin til
tað.
íløga
av lógarforðingum
– Ferðafólk vilja gjarna
uppliva ráu natúrina
í Føroyum, men tey
vilja eisini hava altjóða
valmøguleikar, tá tey
til dømis skulu keypa
sær eina øl. Tí skal tað
almenna betala fyri at
gera Føroyar kendar, og
so kunnu vit taka okkum
av at selja ferðafólki og
øðrum 1.floks vørur,
sigur hotelstjóri.
Tilvildarlig mynd: Leif Láadal
– Verður loyvt hjá føroyskum
heilsølum at selja drykki
vørur við alkoholi til skeinki
loyvishavarar, og sleppa vit at
lýsa við øllum, sum vit bjóða
fólki, fáa vit eina betri og
sterkari matstovuvinnu, sigur
Jóhannes Jensen, matstovu
og hotelstjóri
Mynd: Martin Sirkorvsky©
Vinnuhúsið undrast yvir
borgarstjóran
Vinnuhúsið undrast yvir, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ikki
heldur føroyskar fyritøkur vera førar fyri at gera eina heila ítróttarhøll.
Í viðmerking til málið sigur Vinnuhúsið á heimasíðu sínari, at Heðin
Mortensen eigur at greiða frá, hví hann hevur hesa áskoðan. Víst
verður til grein í Sosialinum, har borgarstjórin er endurgivin fyri at
siga, at ongar føroyskar fyritøkur kunnu gera eina heila ítróttarhøll
sum hana á Hálsi. Men hann metir tó, at onki er í vegin fyri, at føroysk
arbeiðsmegi verður nýtt í arbeiðinum. Vinnuhúsið undrast yvir hesa
áskoðan hjá borgarstjóranum og biður nú um eina frágreiðing.
Vilja hava meiri tosk
Býráðið á Ísafirði í Íslandi vil hava fiskimálaráðharran
at geva flotanum loyvi til at veiða meiri tosk enn ta
ásettu kvotuna. Í einum uppskoti, sum býráðið hevur
samtykt, stendur, at sambært teimum seinastu
kanningunum er toskastovnurin so mikið væl fyri, at
tað ber væl til at lata flotan fiska minst 50.000 tons av
toski afturat teirri ásettu kvotuni í ár. Býráðið á Ísafirði
heldur, at kreppan í íslendska búskapinum eigur at
eggja fiskimálaráðharranum til at ganga áheitanini á
møti.