týsdagur 13. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 8 - 13. januar 2009
– Føroyska matstovu
vinnan hevur tað ikki
gott. Umstøðurnar
at reka matstovu
eru munandi verri
enn í okkara granna
londum. Her má
venda koma í. Føroyar
eiga eina matmentan
sum fáur annar. Við
nýhugsan á hesum
øki kunnu vit menna
ferðavinnuna og
kanska eisini skapa
ein útflutning greiddu
Leif Sørensen og
Mortan í Hamrabyrgi
løgmanni og menta
málaráðharra frá
undir einum døgurða
á Gourmet undan
jólum
Matstovuvinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í desember mánaði beyð
forvitnisliga og spennandi
Gourmet matstovan í Havn
Kaj Leo Johannessen, løg
manni, Helenu Dam á
Neystabø, mentamálaráð
harra, Sigmund Isfeld frá
Uttanríkisráðnum og Jóan
Paula Joensen, rektara á
Fróðskaparssetrinum til ein
serstakan føroyskan døg
urða, har m.a. turkað fiska
skræða og ræstfiskasúpan
og mangt annað serføroyskt
var á matarskránni. Tey
skuldu royna tann nýggja
føroyska køkin, sum hann
eisini verður nevndur.
Tað vóru so teir báðir,
Leif Sørensen, matstovueig
ari og kokkur og Mortan í
Hamrabyrgi, mat og vín
serfrøðingur og ritstjóri á
Gramsblaðnum hjá Sosial
inum, sum vóru vertir fyri
hesum góða selskapi, hvørs
endamál var at vísa á týdn
ingin, sum ein føroysk mat
stovuvinna kann hava fyri
ikki minst ferðavinnuna.
Altjóða hagtøl vísa nevni
liga, at 80% av tí man legg
ur eftir seg í ferðavinnuni
er matur. Sosialurin og
Rás2 vóru eisini við til
henda serstaka og serfør
oyska løgmansdøgurðan á
Gourmet, har borðreitt varð
við øðrvísi føroyskum mati
enn vit vanliga eru von við
og har eisini vínið varð av
loyst av ymsum sjerrisløg
um, sum vínserfrøðingurin
hevur havt heim aftur við
sær úr Andalusia. Ræst og
sjerri er nevniliga ein kær
komin samanseting.
Ljós á føroyskan mat
Leif Sørensen sigur, at hug
skotið aftanfyri hetta til
takið var fyrst og fremst er
seta ljós á føroyskan mat.
Mortan og eg hugsa nógv
um føroyskan mat og vóna,
at tað kann henda nakað,
har føroyskur matur kann
gerast ein søluvøra í fram
tíðini. Men hetta krevur
nógv.
Spurningurin
er,
hvussu kunnu vit mynda
ein númótans køk út frá tí
gamla vit hava og so seta
nógv ymiskt til av drekki
vørum. Mortan hevur sera
nógv hugskot og eg eri oft
ani hendurnar hjá honum
greiður ein blíður og enga
geraður matstovueigari og
kokkur forvitnisligu gest
unum úr Tinganesi.
Mortan
í
Hamrabyrgi
heldur fyri, at nógvir møgu
leikar liggja í tí føroyska
matinum og her ikki minst,
tá tað kemur til tað ræsta
universið sum hann málber
seg. – Vit hava tikið hetta
upp sum eina avbjóðing at
vita, um hetta ikki er nakað,
sum kann bjóðast fram. Tað
er bæði fyri at endurnýggja
tað gamla, ikki tí tað er
nakað galið við tí, men tað
er m.a. tí, at hetta er ein
onnur tíð og kanska skal
tað ikki vera so tungt, so
feitt og salt.
Her er talan um eina
nýggja matvøruvinnu, sum
ynskir at klára seg í Føroy
um, og her er talan um eina
ferðavinnu. Eitt vit altíð
leggja merki til, tá ferðafólk
koma til Føroya, er, at tey
spyrja, um her er nakað
serligt til matna í Føroyum.
Mortan í Hamrabyrgi sig
ur víðari, at tað tí hevði tað
verið gott at havt eina sterka
matstovuvinnu, har maturin
var so føroyskur, sum hann
nú kann blíva. Vit eru so
langt norðaliga, at vit kunnu
ikki hava alt. Men vit hava
fisk og lambskjøt, epli,
nakað av grønmeti tann tíð
tað er. Vit hava taran, sum
ikki verður brúktur til nógv í
dag. Vit hava mjólk og
mjólkarúrdráttir, og nógv av
tí er sera gott. So har eru
møguleikar. Og vit mugu so
eisini fáa bæði kokkar og
listafólk við fyri at hugsa og
skapa nakað nýtt.
Leif Sørensen dylur ikki
fyri, tað er ómetaliga tung
fyri ikki at siga ógjørligt at
reka hesa matstovuvinnuna
út frá verandi umstøðum.
Vit hava rímuliga teir somu
gestir sum í Danmark til
eina slíka matstovu. Vit
hava 5500 gestir um árið.
Men
danskar
matstovur
tjena uppá vínið. Meðan
vit skulu rinda 85 kr. fyri
fløskuna av víni, so betalir
man í Danmark 32 kr. So
pengarnar millum 32 og 85
hevur ein donsk matstovu,
og teir hava vit ikki. Mat
prísirnir eru so eisini 28%
lægri enn í Føroyum, meðan
vínprísirnir eru 100 til
150% hægri her. Vit hava
brúk fyri at hava fleiri kokk
ar. Tað er ikki lív sum nú.
Men tað kostar. Omaná tað
eru prísirnir 20% lægri, tí
her eru so fá fólk. Vit kunnu
ikki hava ein reellan prís, tí
so kemur eingin. Í Ísland,
har matstovuvinnan hevur
fingið góðar karmar at
virka undir, bað vinnan
politikararnar seta MVG
fyri matstovur niður til
14% og tað hava teir gjørt í
10 ár. Í fjør var tað sett nið
ur á 7%. Var hetta galdandi
her høvdu vit kunnað fing
ið fleiri starvsfólk, fleiri
gingu tá út at eta og í síðsta
enda hevði hetta gagnað
landskassanum
Vit hava undirskot uppá
300.000 kr. um árið, hóast
vit spara alla staðni. Her
eru tveir kokkar, og tað er
alt ov lítið. Men vit hava
ikki ráð til fleiri. Sjálvur
hevur hann fingið nógv
tilboð í útlandinum men vil
heldur vera í Føroyum og
byggja nakað upp, sum vit
øll kunnu hava gagn og
gleði av.
Betri karmar
At reka eina matstovu í Før
oyum má fáa betri karmar
greiddi Mortan í Hamra
byrgi løgmanni frá. Dettur
hetta slagið av matstovu
niðurfyri, so verður bara
steakhouse matstovument
anin eftir heldur hann fyri.
Tað er tað signalið, sum í
dag verður sent út. So tann
lítla óhefta og ambitiøsa
matstovan hevur sera ring
kor í Føroyum. Tað er ann
ars har tær heilt serstøku
upplivingarnar eru, serliga
hjá ferðafólki.
Vit vilja vera við til at
selja Føroyar. Kundar koma
her og fegnast um matin, og
tað kann so gera, at onnur
ferðafólk koma henda vegin
sigur Leif Sørensen og held
ur fram:
– Vit eru tveir, sum eru
serstakliga hugaðir í mati.
Løgmaður fekk turkaða
fiskaskræðu og ræst
fiskasúpan á Gourmet
Tað finst neyvan nakað stað í kongaríkinum, sum klárar tað so væl við so fáum fólkum sum tey
á Gourmet. Hesi fólkini liva og anda fyri at skapa nakað nýtt sigur Mortan í Hamrabyrgi
Mynd Jan Müller
Løgmaður, Kaj Leo Johannessen og mentamálaráðharrin Helena Dam á Neystabø til serføroyska
døgurða á Gourmet saman við Leif Sørensen, matstovueigara og kokki og Mortan í Hamrabyrgi,
mat- og vínserfrøðing
Mynd Jan Müller