týsdagur 13. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Singstar funnið sín veg til Pubbina
Vælumtókta spælið Singstar er nú so mikið útbreitt, at sjálvt barrir fara undir at gera kappingar, og kjósa
ein Singstar vinnara. Pubbin á Tvøroyri er nú farin undir eitt nýtt átak, sum má sigast verða tað fyrsta av
sínum slag. Leygarkvøldið verður Singstar kapping á Pubbina á Tvøroyri, og vinnaran fær ókeypis
atgongd til Pubbin og Seglhúsloftið fram til 1. februar. Fyrireikararnar siga, at spælið er vorði væl umtókt
millum ungdómin og tískil er ynski um at fylgja við rákinum, og geva ungdóminum tað tey vilja hava. Hetta
kann sigast at verða eitt nýtt slag av karaoke, einasti munurin er tann, at spælið sjálvt finnur ein vinnara.
Hetta
kanst tú
gleða
teg til
í 2009
Ert tú enn í døpurhuga av
at hava sagt farvæl við
Carrie, Miranda,
Charlotte og Samantha,
so er ikki at missa móti, tí
6. februar kemur filmurin
He’s just not that into
you, ið er ein filmatiser-
ing av bókini við sama
navnið. Við Jennifer
Aniston, Jennifer
Connely, Scarlett
Johansson og Drew
Barrymore í høvuðsleik-
lutunum, er grundarlagið
lagt undir einum gentu
filmi í somu filmsgrein
sum Sex and the City.
Bókin er skrivað av Greg
Behrendt og Liz Tucillo,
ið eisini hevur verið
manuskript rithøvundur
av Sex and the City , so
vónandi verður nógv at
hugsa um, tá ein situr
aftaná filmin og drekkur
cocktails við vinkonu-
num.
Facebook er eins og
aðrastaðni vorði sera
útbreitt, og nýggjasta rákið
er at stovna sokallaðar
bólkar, ið nú eisini eru
komnir til býarlívið í
Føroyum.
Á heimasíðuni www.
facebook.com er ein
bólkur, ið nevnist “Byin.fo
Limir 2009. Ókeypis”.
Tey ið ynskja at gerast limir
í hesum bólki hava sostatt
ymsar fyrimunir, ið onnur
ikki hava. Tað ber til at fáa
avsláttur, umframt at heitið
á bólkinum leggur upp til
at limirnir í bólkinum fáa
eitt hvørt ókeypis í 2009.
Eisini verður lagt upp til
at limirnir av bólkinum
skulu fáa nøkur “limaball”,
ið sostatt bert er fyri
innbodnum gestum. Byin.
fo er ikki fyrsta umboð frá
býarlívinum ið hevur nýtt
Facebook sum ein hátt
at sleppa út til fólkið. T.d.
kann nevnast Pubbina
og Seglhúsloftið á
Tvøroyri, har ein javnan
fær sendandi tíðindi, um
ein er partur av bólkinum
hjá teimum. Ymsir
tónleikarar nýta eisini
høvi at marknaðarføra
seg umvegis Facebook,
og sjálvsagt eru eisini
nógvir felagsskapir ið
royna at fáa undirtøku
fyri teirra arbeiði umvegis
heimasíðuna.
Hetta kann bert verða
ein staðfesting av
hvussu stóran týdning
Facebook nú hevur
í tí nútímansgjørda
marknaðarføringsheimi
numm, og vit føroyingar
hava eftir øllum at døma
Mel B vil fegin hava starv
sum dómari í tí ensku
útgávuni av “X-Factor”.
Nú manglar bert at yvirtala
Simon Cowell.
Tað er ikki víst at Dannii
Minogue vendir aftur til
dómaraborðið í “X-Factor”.
Summi halda, at hon
ikki er biðin um at koma
aftur, meðan onnur halda
at Simon Cowell, ein av
teimum fýra dómarunum,
ikki ynskir hana aftur. So
eru tað summi ið halda,
at unga song kvinnan ikki
hevur nakað ynski um at
halda fram sum dómari.
Undir øllum umstøðum er
tað rættiliga sannlíkt, at
Dannii ikki verður at síggja
í komandi “X-Factor”
kappingini, og handan
pallin bíðar ein ógvuliga
spent ung kvinna.
- Ja eg vil gjarna hava
starvið hjá Dannii. Simon
og eg síggja nógv til hvønn
annan í Los Angeles. Hann
er fittur, skemtingarsamur
og honum dámar væl
at práta. Eg má heldur
tosa við hann um at
gerast dómari, sigur tann
fyrrverandi Spice Girl Mel
B við Sunday Mirror
Mel B er enntá til reiðar at
ferðast aftur til heimlandið
orsaka av sjónvarps
sendingini.
- Øll mín familja búgva nú
í Los Angeles, men eg vil
fara aftur til Bretland, um
eg slapp við í “X-Factor”.
Eg vil bert aftur til Bretland
fyri okkurt gott. Og eg elski
“X-Factor”. Tað er ein góð
sending, og eg hyggi altíð
eftir sendingini tá eg eri
heima í Bretlandi, sigur
Mel B, í hennara roynd
at hava eina almenna
starvssamrøðu.
Facebook í býarlívinum í Føroyum
Spice Girl stjørna
vil við í “X-Factor”