týsdagur 13. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 8 - 13. januar 2009
svimjing er ein einstaklingagrein.
Men vinnulív og gransking
(sum í dag hanga neyvt saman)
hevur ikki stórvegis av greinum
fyri einstaklingar á altjóða
pallinum. Har finnast at kalla
bert greinar fyri lið. Avbjóðingin
er tað størri.
Kravið til eina strategiska
ætlan er tí, at hon í størsta mun
er metodu-grundað og í minni
mun virkis-grundað. Vit skulu
menna arbeiðshættir og velja,
hvørjar arbeiðshættir vit vilja
leggja okkum eftir. Virkisøkini
verða í stóran mun vald eftir,
hvar initiativ og framtakshugur
vísa seg í verki.
Tey góðu tíðindini í tí sam-
bandi eru, at við einum
rímiligum vilja frá hægsta stað
ber til at brúka kend amboð, sum
bæði eru teoretiskt grundað og
roynd. Vit vita eisini fyri vist, at
tær strategisku læruprosessirnar
fáast einans við at virka ígjøg-
num ítøkilig prosjekt. Vit vita
eisini, at neyðugt er at byggja á
prosjekt, sum longu eru komin
nakað áleiðis, skal skjøtil fáast á
og nøkur úrslit hómast innanfyri
bert rímiligt áramál.
Eitt møguleikans ár
2009 er í mangar mátar eitt
møguleikans ár. Kann vera, at
stígur kemur í búskapin – ella
beinleiðis niðurgongd og kreppa.
Kann vera, at møguleikarnir at
dusa sær í jøvnum vøkstri minka.
Kann vera, at tað kemur at standa
á gomlum nøglum. Men við eini
búskaparligari støðu, har okkum
ikki nýtist at steðga upp eftir
einum ári ella tveimum, eigur at
bera væl til at avgreiða kreppu-
spurningin eftir stuttari tíð og
brúka tær somu læruprosessirnar
til at leggja strategiskar lunnar av
nýggjum – eisini uttan at bróta
niður enn fleiri gamlar lunnar.
Hóast nógv ókvæmisorð og hóast
tíðin er um at fara frá teimum,
hava teir fáu gomlu lunnar, sum
eftir eru, borið okkum ígjøgnum
tey seinastu 20 árini eisini.
Stórreiðari burturfluttur
Grikski stórreiðarin og ríkmaðurin Pericles Panagopoulos var á
veg til arbeiðis í Athen í gjár, tá tríggir vápnaðir menn við
gekkaskorti steðgaðu honum og fóru av stað við honum. The
Times skrivar, at burturflytararnir vilja 40 milliónir evrur ella
næstan 300 milliónir krónur í loysigjaldi. Summir eygleiðarar í
Athen halda, at burturflytingin kann vera politisk, og at tað er
onkur víðgongdur bólkur á vinstravonginum, sum hevur
burturflutt tann 74 ára gamla stórreiðaran. Men grikska løgreglan
heldur, at talan er um vanligar brotsmenn, sum hava brúk fyri
pengum.
Ongar vánaligar umberingar
í uppsagnarmálum
Tveir dómar í Danmark hava staðfest, at sparingar eru ikki haldgóð orsøk til
at siga barnakonum úr starvi, um til ber at finna kvinnunum annað starv á
arbeiðsplássinum, til dømis í aðrari deild. Tað er fakfelagið HK, Handel &
Kontor, sum hevur fingið viðhald í teimum málum, har kvinnur vórðu
sagdar úr starvi, meðan tær vóru við barn. - Tað ber ikki til at siga einari
kvinnu úr starvi, um til ber at seta hana í annað starv í fyritøkuni, sum hon
hevur førleika til, sigur Mette Kindberg, næstforkvinna í HK.