týsdagur 13. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 8 - 13. januar 2009
Sum umstøðurnar hava lagað seg
her á landi, eru vit á einum heilt
serligum vegamóti í hesum døg
um – um vit taka við teim møgu
leikum, sum bjóðast. Gera vit
ikki tað, er hetta bert stundin,
sum í ringasta føri kann avgera
lagnuna fyri føroysku tjóðina, og
sum søgubøkur tí kunnu skriva
um, tá ið tann tíðin kemur.
Sum eg haldi meg síggja støð
una liggja tvær møguligar
høvuðslinjur fyri framman.
Onnur kemur av sær sjálvum, um
vit einki gera ella bert fáast við
smáputl, betong og tunlar. Hin
krevur áræði, evni og ikki minst
krevur hon vilja til gott verk.
Tann heimsumfatandi fíggjar
kreppan rakar sjálvsagt eisini
Føroyar – so ella so. Fær hendan
kreppan høvi til at renna saman
við tí strategiska kyksendi, sum
landið liggur í, kann tað í ring
asta føri avtofta Føroyar sum
serstaka tjóð, soleiðis sum vit
kenna hana seinastu 1000 árini.
Tað er onnur linjan.
Um vit hinvegin taka annað
skinn um bak, kunnu vit leggja
okkum eftir fyrst at “tetta
føroysku skútuna” (t.e. fáa tamar
hald á almennu funktiónunum)
og harnæst at brúka hesar somu
læruprosessirnar til at seta í verk
burðardyggar strategiskar pro
sessir til tess at menna føroyska
tilverugrundarlagið. Alheims
fíggjarkreppan rakar eisini
Føroyar, men spurningurin er,
um hon rakar so meint, sum
aðrastaðni. Ger hon ikki tað,
kunnu vit við eini strategiskari
menning koma heldur frægari
burturúr kreppuni, enn londini
kring okkum – okkara strategisku
kappingarneytar, sum kappast
við okkum um menniskjaliga
tærið.
Sjálvur haldi eg, at seinna
leiðin er gongd. Høvuðsgrund
irnar eru tríggjar. Tann fyrsta
grundgevingin er, at eg enn meti,
at strategiska kreppan er komin í
botn í hesum umfari – hon er í
hvussu so er steðgað á.
Tann næsta grundgevingin er,
at stór orka liggur bundin í
einum bygnaði, sum í praksis er
rættiliga einfaldur at loysa upp,
um politiskur vilji er til tess. Mín
egna meting er, at ein samfelags
lig nytta fyri um 500 milliónir kr.
árliga kann fáast til høldar
innanfyri hetta valskeiðið. Partur
av hesi nyttu kann fáa beinleiðis
ávirkan á inntøkur ella útreiðslur
landskassans rætta vegin.
Tann triðja grundgevingin er,
at tað ber til at virka sambært
væl skipaðum og royndum
arbeiðshættum, sum bæði kunnu
samskiftast og lærast, um vilji er
til tess.
Stevnumið í trimum
flokkum
Tá ið vit seta mál, ber til at skifta
tey í tríggjar flokkar: Rakstur,
tillaging undir trýsti og menning.
Hetta seinasta nevna vit eisini
strategiska leiðslu, tá ið vit í
felag, tilvitað og frælst seta
okkum mennandi mál.
Sum umstøðurnar eru, uppliva
vit eitt trýst, har vit mega tillaga
okkum, skulu vit hóra ígjøgnum.
Tað verður mangan sagt, at betri
møguleikar eru fyri munagóðum
broytingum í krepputíðum (tá ið
vit noyðast at tillaga okkum
undir trýsti). Fyri tey, sum taka
avgerðir í praksis, kann tað
tykjast lættari at taka “ópopulerar
avgerðir”. Havast skal tó í huga,
at avgerðir eru ikki rættar ella
skynsamar, fyri tað um tær eru
ópopulerar. Veruleikin er nevni
liga tann, at avgerðir tiknar undir
trýsti eru sjáldan skynsamar.
Rætt og slætt, tí tá er ikki rúm
fyri skynsomum avgerðum. Tíðin
er ikki til tað. Orkan er ikki til
tað. Møguleikarnir eru skerdir. Tí
eru væl tær flestu avgerðirnar,
sum tiknar eru í krepputíðum,
ein sonn plága áratíggju eftir at
kreppan er riðin av. At tillagingar
undir trýsti ikki seta somu høgu
krøv til leiðsluna er nakað annað,
og tað kann sjálvsagt vera
viðvirkandi til, at veikar leiðslur
royna at fyrigykla fólki, at tað er
í kreppum, vit leggja botn undir
framtíðar loysnum.
Uppgávan er at koma sær úr
bráfeingis kreppuni skjótast og
effektivast møguligt fyri skjótast
til ber at hevja seg upp í strateg
iskan hugburð og seta sær strateg
isk mál. Høvuðseyðkennið við
eini strategiskari stevnu er, at vit
(t.e. flestøll okkara) velja hana av
fríum vilja og ikki undir trýsti.
Tá ið tað stundum verður sagt, at
“tað verður altíð rok, uttan mun
til hvat vit gera” er tað eitt rætti
liga týðuligt tekin um, at talan er
ikki um strategiska leiðslu. Tá ið
leiðarar og fólk annars brúka
stóran part av orkuni til samskifti
og til at grundgeva, meta um,
taka ímóti ábendingum og
viðgera tær við atliti at stórum
óvissum – og tó halda fast í tí
skipaða og fleirtáttaða. Tá er
okkurt, sum bendir á, at talan er
um strategiska leiðslu.
Kreppan
Landsstýrismaðurin við fíggjar
málum, Jóannes Eidesgaard,
hevur í tíðargrein í Sosialinum
beint fyri ársskiftið víst á, at
landskassin hevur eitt “struktu
relt hall”. Sæð frá fíggjarmála
ráðnum er hetta ein kjarnutrupul
leiki. At hann í somu grein kem
ur til eina margháttliga niður
støðu um, hvussu hesin trupul
leikin skal loysast við at heinta
meira skatt inn broytir ikki tann
veruleika, at hetta er fyrstu ferð í
10 ár, at ein fíggjarmálaráðharri
kemur til hesa staðfesting.
Eitt “strukturelt hall” verður
leiðslutekniskt orðað “funktiónir
eru ótálmaðar” (ella “funktioner
ude af kontrol” á donskum máli).
Um vit í vinnuliga geiranum
staðfesta sama trupulleika, siga
tey á bankamáli, at vit blaka ikki
góðar pengar eftir vánaligum.
Uttan annars at taka støðu til
bústaðarskatt ella aðrar tillag
ingar av skattaskipanini, og uttan
mun til, um tað annars er skila
gott við skattaumleggingum, er
tað altavgerandi, at landskassin
ikki fær høvi til at økja um sínar
inntøkur, fyrr enn vit kenna
okkum rímiliga trygg við, at
funktiónirnar eru tálmaðar (í
myndatalu, at lekarnir í føroysku
skútuni eru tettir).
Kreppuloysn
Tá ið vit hava staðfest, at lands
kassin hevur ein bygnaðarligan
trupulleika, er bert eitt stað at
finna loysnirnar. Hevur tú ein
bygnaðartrupulleika finst loysnin
í leiðsluskipanini. Tað nyttar lítið
at royna at broyta sjálva funk
tiónina, royna nýggja tøkni, gera
roknskaparligar greiningar
(“budgetanalyser” á donskum
máli) ella annað tílíkt. Ein
bygnaðarligur trupulleiki kann
bert loysast innanfyri karmarnar
á leiðsluskipanini, og oftast er
veikasta liðið í ovastu leiðsluni.
Tað, sum kom alment fram í sam
bandi við kanningina av heilsu
verkinum fyri stuttum, bendi
rættiliga greitt á eyðkenni, sum í
“fyritøkuarkitekturi” (“Enterprise
Architecture” á enskum máli)
verður nevnt ein vitanarfella: Tey,
sum vita, hava einki at skula
sagt, og tey, sum taka avgerðir,
vita ikki.
Hetta merkir aftur, at vit kunnu
avmarka okkara leitan eftir “pro
blemeigara” til ein persón. Tað
er persónurin aftanfyri løgmans
embætið, sum einsamallur og
persónliga – hevur møguleika at
átaka sær trupulleikan. Ger hesin
persónurin ikki tað, verður
trupulleikin ikki loystur.
Spurningurin um, hvør loysnin
er, verður ikki nortin í hesi grein.
Partvíst er ein møgulig loysn ikki
púra óheft av persóninum, sum
skal útinna loysnina. Partvíst er
ein møgulig loysn nær tengd at
teim møguleikum, sum persón
urin sjálvur fæst at síggja í tí
umhvørvi, viðkomandi ferðast.
Tað avgerandi er, at persónurin
megnar ikki einsamallur at
finna eina loysn – hvørki við
ella uttan sínar næstu
medarbeiðarar. Vit vita eisini,
at talan er um “eina” loysn og
ikki eina røð av loysnum. Sæð
frá einum leiðslutekniskum
sjónarmiði er talan bert um
eina “loysn”, sum loysir upp
fyri eini røð av prosessum, sum
tá kunnu tykjast so sjálvsagdar.
Strategiskar ætlanir
frameftir
At ein ætlan er strategisk
merkir í stuttum, at vit í felag
velja eina framtíð og leggja
orku í at røkka hesi framtíð,
taka ítøkiligar avgerðir og
binda okkum til uppgávuna,
hóast avgerðargrundarlagið er
veikt, og váðin er stórur. Tað
verður mangan nevnt at vera
“proaktiv” á fremmandum
máli.
Mangan hoyrist, at vit mega
finna fokusøki. Tað ljóðar so
sjálvsagt, men tað hevur ikki
nakran sjálvsagdan týdning, tá
ið talan er um at leggja ætlanir
fyri eitt heilt land. Í einum
lítlum, heilum samfelag hava
fólk eins skiftandi áhuga og í
øðrum størri samfeløgum.
Talið á teimum, sum forfylgja
sínum stevnumiðjum heilt fram
til tað, sum hevur altjóða áhuga,
eru fá. Ilt er at gita um, innan
hvørji øki hesi fáu vilja leggja
sína orku.
Vit kundu ikki leggja eina
ætlan fyri 10 árum síðani og tá
rokna við, at har kom ein Pál
Joensen út í hinum endanum.
Veruleikin er tann øvugti. Grund
að á sín áhuga og framtakshug
brúkti Pál tær umstøður, honum
vóru givnar til tað uttasta markið
og eitt sindur afturat. Vit skulu
eisini leggja til merkis, at
Nýggja árið – møguleiki
at leggja nýggjar lunnar
vinnukronikk
Signar P. Heinesen
Lupu á norskt skip
Eitt norskt skip varð í nátt álopið úti fyri strondini í
vesturafrikanska landinum Nigeria. Sjórænararnir skutu
eftir skipinum Viking Forcados stutt eftir klokkan trý í
nátt, og tað eydnaðist teimum eisini at taka seg umborð á
skipið. Seinni boðaði norska vaktartænastan tó frá, at
sjórænararnir vóru farnir av skipinum. Sagt varð, at
skipið var á veg út í tryggari sjógv, og at øll manningin
hevði tað gott. 52 fólk eru við Viking Forcados, harav
nakrir norðmenn. Tað er ikki vanligt, at sjórænarar søkja
at skipum við vesturafrikonsku strondina. Tey flestu
álopini hava verið í somaliskum sjógvi.
Obama lovar gjøgnumskygni
Barrack Obama sigur, at hann fer at gera greiðar reglur fyri, hvussu tann
næsti hjálparpakkin til fíggjarheimin skal brúkast. Kongressin hevur
játtað 700 milliardir dollarar, men enn er bara helmingurin brúktur. Í
seinastuni hava fleiri fýlst á, at stjórnin hjá Bush hevur brúkt 350
milliardir dollarar uttan at tryggja sær, hvat pengarnir eru farnir til. Nú
lovar Obama størri gjøgnumskygni, tá hansara stjórn fer at brúka tær
seinnu 350 milliardirnar. Hann ætlar eisini at brúka ein størri part enn
Bush til at forða fyri privatum tvingsilssølum.