Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 8 - 13. januar 2009 Smærri fyritøkur kunnu frávelja grannskoðan Skráseting Føroya boðar frá, at skyldurnar í vinnulóggávuni hjá íverksetarum og smærri virkjum eru gjørdar lagaligari, soleiðis at tey, í nýggju ársroknskaparlógini sleppa undan grannskoðaraskyldu. Hetta fyri at lætta um hjá íverksetarum. Í nýggju lógini verður staðfest, at feløg, sum tvey fylgjandi roknskaparár ikki fara upp um eitt ávist mark, hava ikki skyldu at grannskoða ársroknskapin. Eisini ber til at stovna eitt felag uttan at velja grannskoðara, um mett verður at treytirnar eru uppfyltar. Hetta er tó ikki galdandi fyri móðurfeløg. Ynskja feløg at velja grannskoðan frá, skal hetta gerast á vanligum aðalfundi, sum skal samtykkja, at komandi ársroknskapur ikki skal verða grannskoðaður. Støða skal takast til hetta á aðalfundi á hvørjum ári. Meira fæst at vita frá Skráseting Føroya. Samstarv millum fiskamarknaðin í Hirtshals og norskt felag hevur ført til, at fleiri og fleiri norsk skip landa og selja veiðina um fiska­ marknaðin í Hirtshals Danmark Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir at fiskamarknaðurin í Hirtshals og norska felagið K-Fisk í Karmøy fóru undir samstarv, hava fleiri og fleiri norsk skip landað í Hirtshals. Nøgdirnar, sum norsk skip hava landað, eru nevni- liga tvífaldaðar eftir lut- falsliga stuttari tíð. Í 2007 stóðu norsk skip fyri 7% av landaða fiskinum í Hirtshals – og í 2008 var talið 13%. Tað er blaðið Nordjyske, sum ber hesi tíðindi. Umsetningurin á fiska- marknaðinum í Hirtshals er kortini minkaður í 2008, og orsøkin er, at fiskaprísirnir vóru lægri í fjør enn árið fyri. Fleiri norsk skip landa í Hirtshals Á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vátta tey, at einki góðkent sláturhús er í Føroyum, og tí kann føroyskt seyða­ og neytakjøt ikki seljast í handilsdiskunum, ei heldur borðreiðast á matstovum matvøra Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Laila Jacobsen á matvøru- deildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at tað er trupult hjá teimum at góðkenna sláturvirki til seyð og neyt í Føroyum, tí kunngerðir vanta á økinum. Hon vísir á, at uppskot til nýggja matvørulóg hevur verið til hoyringar, men enn er ilt at siga, nær ein slík lóg verður sett í verk. - Hoyringsfreistin er úti, men áðrenn lógin verður sett í gildi, skal hon fyrst samtykkjast í løgtinginum, leggur hon aftrat. Rætt skilt Laila sigur, at tað er rætt skilt, tá vit føra fram í hinari greinini á hesi opnu, at einki føroyskt seyða- ella neytakjøt kann keypast í føroyskum handlum, á før- oyskum matstovum, ei hel- dur í føroyskum viðskera, sum verður seldur í handl- um. - Tá einki góðkent slátur- hús er í Føroyum, hevði slíkt verið brot á galdandi ásetingar, sigur hon. Hon sigur, at tá føroyskt kjøt kortini er at síggja í handlum kring landið, er hetta ikki sambært galdandi reglum. - Tað nyttar einki, um framleiðsla fer fram á góð- kendum stað, tá sláturvirk- semi ikki er góðkent, leggur hon aftrat. Laila sigur, at Føroyar í veruleikanum ongar kunn- gerðir hava um sláturvirk- semi av seyði og neytum. - Vit hava góðkend virki til slátur av eitt nú laksi, sílum og toski, men ikki av seyði og neytum. Hon sigur, at tørvur er á eini nýggjari matvørulóg, og sum hon hevur skilt, verður nýggja lógin eisini smíðað sambært galdandi reglum í ES. - Tað krevur so nógvar metingar, tá neyðugar kunn- gerðir ikki eru á økinum, og tí er tað so trupult at náa undir land við neyðugum góðkenningum. Grundarlagið vantar Laila vísir á, at tað hevði verið so nógv lættari og greiðari, um kunngerðir vóru. - Vit hava matvøruvirkir í Føroyum, sum er góðkend til sína framleiðslu, og her hevur verið neyðugt at brúka galdandi reglur á fiskavirkjum sum grundar- lag. Hon sigur, at tá ræður um slátur av eitt nú seyði og neytum er tað eisini ein spurningur, hvussu djóra- læknaeftirlitið skal vera. - Neyðugt er við váttan um, at kríatúrini, sum verða dripin, eru frísk, leggur hon aftrat. Laila sigur, at tá ongar kunngerðir eru á økinum, vantar sjálvt grundarlagið undir góðkenningini. Lóglig durasøla Á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni váttar Laila, at durasøla er lóglig. - Um søla av seyði og neytum ikki var lóglig á henda hátt – millum seljara og keypara – hevði ikki bor- ið til hjá bøndrum at slopp- ið av við sína kjøtfram- leiðslu, leggur Laila Jacob- sen aftrat. Trupult uttan kunngerðir Hygg Her! Mangla tykkum fakmennirnar? So hava tit teir her. Vit veita hesar tænastur Grevstur, koyring, setan av kantsteinum, áleggjan av beleggningssteinum/betongflísum v.m JKH Contractors tlf 748452 Jón Kári · tlf 218452 Lars Ring og fá eitt prát Føroyski brúkarin kann bert keypa føroyskt neytakjøt í »durasølu« – og ikki í handilsdiskunum Mynd: Vilmund Jacobsen