Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 8 - 13. januar 2009 Finningarløn fyri Mladic Myndugleikarnir í Serbia siga seg nú vera til reiðar at rinda eina millión evrur í samsýning, um onkur kann koma við upplýsingum, sum kunnu hava við sær, at krígsbrotsmaðurin Ratko Mladic verður tikin. Samstundis hava myndugleik­ arnir hongt myndir av tí gamla generalinum upp á øllum løgreglustøðum kring landið. Altjóða krígsbrotsmannadómst ólurin fyri gamla Jugoslavia hevur skuldsett Ratko Mladic fyri umfatandi krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Bosnia í árunum 1992 til 1995. Zuma framvegis skuldsettur Ein dómstólur í Suðurafrika staðfesti í gjár, at Jacob Zuma, sum ætlandi fer at vinna forsetavalið seinni í ár, framvegis er skuldsettur fyri svik. Zuma hevur í fleiri ár stríðst ímóti skuldseting um svik í teirri tíðini, tá hann var varaforseti. Í fjør eydnaðist tað honum at fáa ein dómstól at leggja málið til viks, men við úrskurðinum í gjár er hann framvegis skuldsettur, skrivar Reuters. Avgerðin ávirkar tó ikki uppstilling hansara til forsetavalið, og hann hevur eisini møguleikan at biðja grundlógardómstólin leggja málið til viks. Meðan bíðað verður eftir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg, royna teir fýra føroysku flakatrol­ ararnir í gráu leiðini Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroysku flakatrolararnir royna í løtuni í gráu leiðini eystanfyri. Hetta er annars tann tíðin, tá føroysku skipini vanliga plaga at royna í norskum sjógvi, men við tað, at fiskiveiðiavtalan við norð­ menn ikki er komin upp á pláss, sleps ikki í norskan sjógv enn. Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at Vesturvón kom á fiskileið í gjár. ­ Vártúrurin plagar at roynast. Hetta er tíðin, tá toskurin leitar sær á leið­ irnar út fyri Lofoten at gýta, og tá plagar slagið at vera gott. Sum skilst, verða nýggjar samráðingar við norðmenn í næstum og reiðarar, sum varða av skipunum eystan­ fyri, vóna, at Føroyar við hesar samráðingar fáa sum mest burtur úr í okkara part. Anfinn Olsen sigur, at 32 mans eru við Vesturvón hendan túrin, og skipari er rituvíkingurin, Erland Olsen. Flakatrolarar bíða eftir avtalu Í mong ár hava føroyingar havt seyð og neyt, men ikki kann sigast, at vit eru komin langt, nú vit skriva 2009. Einki góðkent sláturhús er í Føroyum, og tað merkir, at einki føroyskt kjøt verður selt sambært reglunum í føroysku handilsdiskunum, ei heldur á føroyskum matstovum Matvøra Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðan MBM­Kjøt gavst við sínum sláturvirksemi í Hósvík fyri skjótt fleiri árum síðan, hevur einki góðkent sláturhús til seyð og neyt verið í Føroyum. Avleiðingin av hesum er, at einki føroyskt seyða­ella neytakjøt verður selt lógliga í føroysku handilsdiskunum, ei heldur á føroysku mat­ stovunum. Enn minni verð­ ur føroyskt kjøt útflutt. Føroyskt kjøt í handlum ella borðreitt á matstovum lýkur tí ikki tær ásetingar, sum eru galdandi í matvøru­ lógini. Matvøruvirki í Føroyum, sum virka sambært galdandi ásetingum, hava tí heldur einki føroyskt kjøt við í sínum útboði, hvørki seyða­ ella neytakjøt. Øll framleiðsla av við­ skera, sum hesi virki standa fyri, verður tí eisini virkað úr innfluttum kjøti. Durasøla lóglig Alt hetta merkir tó ikki, at føroyskir seyða­ og neyta­ bóndur ikki kunnu selja sína kjøtframleiðslu. Durasøla, sum hon verður rópt, er ikki ólóglig. Bóndur kunnu selja kjøt til síni viðskiftafólk og onnur, ið ynskja sær føroyskt kjøt, bæði seyða­ og neytakjøt. Tá er hetta í fyrsta lagi ein spurningur millum seljara og keypara. Tú kennur bónd­ an og hevur álit á, at hansara vøra er í lagi. Hetta er soleiðis eisini ein spurning­ ur um álit. Um so er, at kjøtið, sum brúkarin keypir, ikki er í lagi, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan eftir áheitan taka málið upp til kann­ ingar. Annars hevur vanlig dura­ søla av føroyskum kjøti sambært galdandi áseting­ um einki við matvøru­ myndugleikarnar at gera. Eingin søla Tað eru fólk, sum um heyst­ arnar bjóða sær at fletta seyð fyri bóndur, og tað eru fólk, sum hava skorið neyta­ fjórðingar fyri bóndur. Í slíkum føri er vanligt, at tann, sum eigur kjøtið, kemur eftir tí aftur. Niðurstøðan er, at tó at Føroyar í øldir hava borið seyð og neyt, kann føroyskt seyða­og neytakjøt í 2009 ikki keypast sambært gald­ andi ásetingum í føroysku handilsdiskunum, føroyskt kjøt kann ikki borðreiðast á føroyskum matstovum, og føroyskt kjøt kann ikki nýt­ ast sum rávøra í framleiðslu av føroyskum viðskera og seljast í handlunum. Føroyskt kjøt eigur einki pláss í handl­ um og matstovum Tað eru menn, sum fletta seyð og skera kjøt fyri bóndur. Maðurin á myndini er Jákup Jacobsen í Haraldsundi Mynd: Vilmund Jacobsen 32 mans eru við Vesturvón hendan túrin, og skipari er rituvíkingurin, Erland Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen