Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2009 Spanskur fóbóltur á Rás1 Fótbóltur, action-filmar og kampítróttur og annað mannfólkatilfar verður helst skjótt at síggja á Rás 1. Samtakið kring TvDanmark, SBS-TV, byrjaði 1. januar við nýggjari rás ætlað monnum. Sambært Televarpinum, hava tey enn ikki tikið støðu til, um tey fara at senda nýggju rásina fast. Men í fyrsta umfari fara tey at senda tilfar frá Kanal6 á Rás1. Eisini fara tey at senda spanskan fótbólt frá bæði Primera Divisione og Copa del Rey á Rás 1. - Men, skulu vit senda Kanal 6 fast, so mugu vit strika onkra aðra rás. Og tað mugu vit nú taka støðu til, sigur Laila Hentze, stjóri í Televarpinum. Fróðskaparsetur Føroya er á aldur við universitetið í Ålborg. Men í mun til javngomlu universitetini, fær Fróðskaparsetur Føroya ikki sama stuðul frá landinum, sum Ålborg, og skal í staðin spara fimm milliónir. -Hetta er katastrofalt fyri Fróðskaparsetur Føroya. Eingin fer at vilja søkja til Føroya eftir hetta, sigur rektarin, Jóan Pauli Joensen útbúgving Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í morgin hevur nýsetta stýr- ið á Fróðskaparsetri Føroya fund. Tá vera tær prinsipi- ellu avgerðirnar tiknar við- víkjandi sparingum, sum Fróðskaparsetur Føroya skal fremja. Fimm milliónir er álagt teimum at spara, og merkir hetta at 8-9 fólk mugu sigast úr starvi, alt eftir hvørja deild sparingar- nar fara at ganga útyvir. - Vit hava sett fólk í starv á deildunum, sum eru lærar- ar aðra staðni frá, og hendir tað, at vit noyðast at siga hesum fólkunum upp aftur, verður støðan katastrofal. Onnur orð havi eg ikki fyri hesi støðuni, sum nú er íkomin, sigur Jóan Pauli Joensen. Rektarin greiðir frá, at av tí at fíggjarlógin var so sein á veg hesa ferð, er ikki rokn- að við teimum útreiðslum, sum fylgja við nýsettu størv- unum. Samstundis hevur mentamálaráðið góðtikið allar starvssetanir, og er sjálvt uppskotið komið hað- ani. – Nú stendur øll virðingin fyri Fróðskaparsetri Føroya fyri falli. Ongantíð fyrr havi eg verið so skuffaður av politisku skipanini, sigur Jóan Pauli Joensen. Samstundis sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, at alt arbeiðið, sum MFS hevur gjørt við at fáa føroy- ingar heim at lesa, dettur á gólv við eini slíkari avgerð. Dreymar kvaldir í føðingini Fróðskaparsetur Føroya er at meta við Ålborg Universi- tet, Syddansk Universitet, Roskilde Universitetscent- er, Odense Universitet og Universitetið í Tromsø í aldri. Dreymurin er at byggja út Fróðskaparsetrið til ein stóran útbúgvingar- stovn, men sambært Jóan Paula Joensen, hevur ar- beiðið við setrinum gingið ótrúliga spakuliga. Tann 1. August 2008 vóru Lærara- skúlin og Sjúkrarøktarfrøði- skúlin lagdir saman við Fróðskaparsetri Føroya, og verður stýrið fyri stovnin sett í morgin. Fyrsti fundur í stýrinum verður beint eftir setanina, har mentamála- ráðharrin verður til staðar. - Eg vóni, at Helena Dam á Neystabø fer at leggja fram eitt uppskot til broyt- ing í fíggjarlógini fram fyri Løgtingið. Um størri játtan ikki kann fáast til Fróðskaparsetur Føroya, sum er ein vaksandi útbúgvingarstovnur, verða ætlanirnar um at byggja út Fróðskaparsetur Føroya, kvaldar í føðingini, heldur rektarin. – Samanborið við hini universitetini, vit kunnu samanbera okkum við, eru vit ongan veg komin. Vit mugu menna okkum, og hugsa um annan ídnað. Eitt nú útbúgvingar innan medi- sin, skuldu vit bjóðað. Gransking í samfelagsviður- skiftum, lóg. Fiskurin skal hava eina søgu, fyri at vit kunnu selja hann, sigur Jóan Pauli Joensen. – Vit skulu framleiða vitan og kunnleika. Við tað at vit hava tað føroyska málið, ger tað okkum sterk- ari. Tí tá hava vit okkara egna samleika. Obama loyvir kuba- amerikanarum heim á vitjan Framyvir sleppa kubaamerikanarar at vitja teirra kæru heima á Kuba. Undir einari hoyring í senatinum týsdagin segði Hillary Clinton, senatorur, at Obama-stjórnin ætlar at strika ferðaforboðið, sum hevur forðað kubanskum familjum í USA at vitja familjuna í heimlandinum. Sambært Clinton, heldur Obama at kuba-amerikanarar eru bestu umboðsfólkini fyri fólkaræði, frælsi og fríum marknaðarbúskapi. Clinton segði seg vóna, at stýrið í Havana fer at loyva kubansku familjunum innfararloyvi, skrivar Kristeligt Dagblad. – Støðan er einki minni enn katastrofal á Fróðskaparsetri Føroya í løtuni. Virðingin fyri Fróðskaparsetri Føroya stendur fyri falli, og avleiðingarnar vera at útlendskir umsøkjarar í framtíðini fara at lata vera við at søkja til Føroya, heldur Jóan Pauli Joensen, rektari Savnsmynd Katastrofal støða á Setrinum