mikudagur 14. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Nr. 9 - 14. januar 2009
Sumt á myndunum er eykaútgerð
Prísur úr 290.000,-
OPEL INSIGNIA
Ársins bilur í Evropa 2009
Við nýskapandi sniði, spennandi linjum og hugvekj-
andi koyrieginleikum kemur Opel við einum heilt
nýggjum ættarliði av bilum. Tøknin er so framkomin,
at hon gevur øðrum bilframleiðarum søtar dreymar
um at skapa tað sama.
Inntil kopiini koma, kunnu vit so njóta tað originala
verkið.
„Dygdin, sniðið, tøknin og trygdin eru so framúr, at eg
var púra ivaleysur í míni avgerð.“ Peter Aaboe, ein av
dómarunum í kappingini.
Sven Caspersen sat
í 28 ár sum rektari
á universitetinum í
Ålborg í 1974, sum
hann eisini var við
til at stovna. Hann
metir, at tað at hava
at eitt væl virkandi
universitet, er av
alstórum týdningi
fyri nærumhvørvið
útbúgving
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Føroya Handilsskúli hevur
í samband við útbygging av
Ungt Virki verkætlanini
havt vitjan av fyrrverandi
rektaranum á Ålborg Uni
versiteti, Sven Caspersen.
Sven Caspersen var við til
at stovna universitetið í
Ålborg, har hann eisini sat
sum rektari í 28 ár. Hann er
útbúgvin
cand.polit,
og
hevur hann sitið sum deild
arleiðari á Handilsháskúl
anum í Keypmannahavn og
í
Forsikringselskabernes
Statistikkontor. Harafturat
hevur hann sitið í nevndum
á altjóða universitetum, um
framt at hann hevur sitið á
mongum álitispostum.
Í 1980 árunum sat hann í
norðurlendskum bólki, sum
arbeiddi við at seta á stovn
eitt universitet í Føroyum,
nakað sum er øgiliga týdn
ingarmikið fyri nærum
hvørvið, metir hann.
Í 1974 stovnaði eg sam
an við øðrum Ålborg Uni
versitet. Tað var soleiðis, at
økið í Norðurjútlandi var
og er í stóran mun myndað
av fiskiskapi, skipasmiðju
virksemi, landbúnaðarídn
aði og øðrum, ídnaður, sum
var rættiliga kleimdur tá, og
stórt ynski var millum fólk
um at fáa ein útbúgvinarstovn
í økinum. Tí stovnaðu vit
eitt universitet í økinum,
sum í dag hevur vaksið seg
til eitt stórt granskingaruni
versitet við 13.000 lesandi
og á leið 1.000 í starvi,
greiðir Sven Caspersen frá.
Tað hevur havt nógv at
siga fyri økið, at hava eitt
universitet, sum kann bjóða
útbúgvingar á øllum stigum.
Umframt at bjóða út útbúgv
inar á bachelor og kandidat
stigi, bjóðar universitetið
granskingarmøguleikar,
eftirútbúgvingar, parttíðar
útbúgvingar og fjarlestur til
teirra, ið hava brúk fyri tí.
Vitan skal vera
atkomilig
Universitetið í Ålborg legg
ur stóran dent á gransking
og tætt samstarv við virkir í
nærumhvørvinum. Tað verð
ur arbeitt tvørtur um tey
fimm fakultetini, og miðað
verður eftir samstarvi við
uttanhýsis gransking. Fleiri
enn 70 útbúgvingar og ser
greinar eru at finna innan
humaniora,
samfelags,
ingeniør, natúr og heilsu
frøði,
og
fíggjarætlanin
liggur um 1,4 milliard.
Tað, at hava eitt universi
tet hevur alstóran týdning
fyri nærumhvørvið. Bæði
fyri tey, ið ynskja at taka
eina útbúgving í nærum
hvørvinum, og fyri virkir,
ið hava tørv á vitan um
eitthvørt, sum universitetið
kann veita.
Tað er av stórum týdn
ingi at eitt lítið samfelag
sum Føroyar, hevur ein in
stans, sum kann blanda seg.
Umframt at vera ein vitan
ardepil, er tað umráðandi at
universitetið kann bjóða
fólki útbúgvingar, bæði við
generellum og specifikkum
atliti.
Sven Caspersen metir, at
á leið 50 prosent av teimum,
ið verða upptikin á Ålborg
universitet, eru úr nærum
hvørvinum. Vitan skal vera
atkomilig fyri tey, ið ynskja
at taka útbúgving í økinum,
tey búgva í.
Út frá tí, Sven Caspersen
veit um Fróðskaparsetur
Føroya, er tað eitt universitet
á høgum støði, hóast tað er
at meta sum eitt lítið uni
versitet.
Tað at uppbyggja eitt
universitet, er ein langtíðar
íløga, tú gert. Tað tekur
langa tíð at fáa eitt universi
tetsumhvørvi at hanga sam
an, og tað tekur tíð at reka
ein slíkan vitanardepil. Men
tað er av alstórum týdningi
at hava eitt universitet, ið
kann tryggja útbúgvingar
til fólkið, og sum samfelagið
kann fáa gagn av í dagliga
samfelagskjakinum, sigur
Sven Caspersen.
Universitet í nærum-
hvørvinum er umráðandi
Sven Caspersen, fyrrverandi
rektari á Ålborg Universiteti,
metir tað vera av alstórum
týdningi at hava eitt
vælvirkandi universitet í
nærumhvørvinum, ið kann
framleiða vitan og gransking
innan samfelagslig viðurskifti.
Mynd: Jens Kristian Vang