mikudagur 14. januar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2009
Í gjár var lisitatión til
at gera fyrsta byggi
stig í dagføringini
á Landssjúkrahúsi
num. Tað vísti seg, at
íslendingar áttu trý
tey bíligastu boðini,
og ongi fyrivarnir eru
í tilboðunum, so tað
er líkt til, at íslendska
TGVerk fer avstað
við arbeiðinum
Bygging
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Stórar umbyggingar og dag
føringar skulu gerast á
Landssjúkrahúsinum. Fyrs
ta byggistig var til lisitatión
í gjár.
Fyrsta byggistig umfatar,
at endurnýggja útsíðurnar
og at gera tekjuna á Bbygn
inginum. Tað er høvuðs
bygningurin á Landssjúkra
húsinum.
Tá tilboðini vóru komin
inn, vóru tríggjar íslendskar
fyritøkur ovastar. Tann bílíg
asta, TGVerk, gav eitt til
boð, sum ljóðar á umleið
27 milliónir krónur. Hetta
er umleið tríggjar milliónir
bíligari enn metingarnar
hjá Landsverki vóru. Bílig
asta føroyska tilboðið var
frá felagnum Vikingsmíð,
sum hevði eitt tilboð áljóð
andi umleið 33 milliónir
krónur. Sostatt meta íslend
ingar seg kunna gera arbeið
ið umleið seks milliónir
krónur bíligari enn føroy
ingar.
Magnus Magnussen, for
maður í Føroya Handverks
meistarafelagi,
sigur,
at
hetta er ein gongd, sum
langt síðani er byrjað.
Í hesum føri síggja vit,
at kreppan rakti Ísland
fyrst,
greiðir
Magnus
Magnussen frá. Hann legg
ur afturat, at hóast 30
milliónir eru nógvir pengar,
so er hetta lítið afturímóti
skúlanum í Marknagili til
dømis, sum eisini skal til
lisitatión í framtíðini.
Henry Olsen, formaður í
handverkarafelagnum,
harmast um støðuna, tí
hetta kann merkja, at fleiri
føroyskir handverkarar fly
ta av landinum.
Tað, sum kann henda er,
at bílig íslendsk arbeiðsmegi
kemur til Føroyar, og tað er
løgið, at føroyingar ikki
kunnu kappast við hesar
fyritøkurnar. Men tað kann
eisini væl vera, at tað verða
føroyskir
handverkarar,
sum
gera
arbeiði
fyri
íslendsku fyritøkuna, greið
ir Henry Olsen frá.
Magnus Magnussen veit
tó at siga frá, at alt arbeiði
verður gjørt eftir føroyskum
treytum, um tað verða ís
lendingar, sum gera arbeið
ið.
Teir skulu sjálvandi
arbeiða fyri somu løn sum
føroyingar, tá teir eru her,
sigur Magnus Magnussen.
Onga endaliga ætlan
TGVerk, sum hava bíligas
ta tilboðið, hava enn ikki
endaliga avgjørt, hvussu
teir fara at skipa arbeiði.
Men helst vera bæði føroy
ingar og íslendingar tengdir
at arbeiðinum.
Tað er ikki so nógv at
gera í Íslandi nú, og tí royna
vit at finna okkum arbeiðir
at
gera,
sigur
Óskar
Gunnarsson,
menningar
stjóri hjá TGVerk. Hann
greiðir somuleiðis frá, at
teir ikki eru komnir so langt
við ætlanini, tí teir ikki eru
vísir í, um teir fáa arbeiðið,
men fáa teir tað, so verður
talan helst um eina saman
seting av íslendskum og før
oyskum handverkarum, ið
skal gera arbeiðið.
Bláoygdur
Íslandssáttmáli
Magnus Magnussen vísir á,
at Íslandssáttmálin ger alt
virksemi hjá íslendingum
lætt her.
Mann hevur verið naivur
viðvíkjandi Íslandssáttmála
num. Tað vísir seg, at íslend
ingar kunnu gera sum teir
vilja her, meðan teir alla tíð
ina megna at seta smáar
forðingar upp fyri okkum í
Íslandi. Men vit vita ikki,
hvussu verður nú, og av tí
at hetta er ein vaksandi
støða, so fara vit at hava
fund um hetta í felagnum.
Vit mugu eisini tosa við
myndugleikarnar hjá landi
num um hetta og fáa síðani
at síggja, hvat hendir, sigur
Magnus Magnussen.
Prísurin fyri
frían marknað
Jóhan Dahl, landsstýrismað
ur við vinnumálum, greiðir
frá, at onki undarligt er við
hesi støðuni.
Nógvir føroyingar hava
arbeitt í Íslandi. Nú er krep
pa har, so byttan er vend.
Tað sum hendir, er bara
kostnaðurin av globaliser
ingini og fría marknaðinum.
Men eg gangi út frá, at
føroyskir
handverkarar
verða við í arbeiðinum, sig
ur
vinnumálaráðharrin.
Hann viðgongur tó, at ávísir
manglar eru í Íslandssátt
málanum.
Tað eru nógvir skeivleik
ar í sáttmálanum, sum
mugu rættast, tí føroyingar
hava á nógvum økjum havt
verri møguleikar enn íslend
ingar. Men tá talan er um
handverk, so er talan um
ein frían marknað, vísir
Jóhan Dahl á.
Roynt hevur verið at fáa
eina viðmerking frá Jørgeni
Niclasen, uttanríkisráðhar
ra, sum varðar av Íslands
sáttmálanum, men tað eydn
aðist ikki.
Íslendingar gera
Landssjúkrahúsið
Samkyndur bispur skal biðja fyri Obama
Tá Barack Obama verður innsettur sum forseti týsdagin 20. januar, fer samkyndi bispurin
Gene Robinson at biðja eina bøn á hátíðarhaldinum. Bispurin hevur áður verið orsøk til øsing,
tí hann hevur viðgingið, at hann er samkyndur. Nú er hann so biðin um at biðja eina bøn á
konsertini sunnudagin, sum verður startskotið til setanarhátíðarhaldið. Hetta skrivar
Washington Post sambært Kristeligt Dagblad. Obama hevur eisini valt ein frílyntan
kvinnuligan prest, Sharon E. Watkins, at prædika í Washington National Cathedral til sjálva
setanina. Hetta verður fyrstu fer, at ein kvinna prædikar, tá ein forseti verður innsettur.
Evangeliski presturin, Rick Warren, skal biðja bønina. Professari í etikki við Wesley
Theological Seminary sigur við blaðið, at prestavalini hjá Obama bera boð um eitt nýtt rák frá
amerikonsku stjórnini, sum fólk helst skulu venja seg við.
TG-Verk ein íslendsk fyritøka, sum hevði í 2007 ein
umsetning á 55 milliónir evrur. Umleið 200 fólk starvast
hjá byggifyritøkuni, sum hevur lægsta tilboðið til fyrsta
byggistig á Landssjúkrahúsinum.
Fyritøkan sigur seg vera millum
tríggjar tær størstu í Íslandi.
Í Íslandi hava teir bygt fleiri stásiligar
bygningar seinastu árini.
Kelda: www.tgverk.is
FAKTA um TG-Verk
Eftir øllum at døma verður
tað ein íslendsk fyritøka, sum
skal gera arbeiðið at klæða
Landssjúkrahúsið, tí trý tey
bíligastu tilboðini til arbeiðið
koma frá íslendskum
fyritøkum.
Kelda til tekning:
Arkitektar Árni Winther