Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2009 Kringvarpið lá lamið í næstan allan gjár leiðslan og ístaðin fyri tíðindi úr Tinganesi og Gaza, var fyri tað mesta bara tónleikur at hoyra Kringvarpið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Onkur av teimum mongu, sum settust so hugagóð at lurta eftir tíðindunum í Útvarpinum á miðdegi í gjár, hava uttan iva sett døgverðan í rangastrúpan. Tí ístaðin fyri at frætta tað nýggjasta úr Tinganesi og úr Gaza kom tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Jón Brian Hvidtfeldt, sjálvur framat mikrofonini og boðaði frá, at tíðindini vóru avlýst, tí onki fólk var til arbeiðis. Tað var fakfelagið hjá starvsfólkunum, sum brád­ liga klokkan 10 kallaði alt starvsfólkið á fakligan fund at umrøða ætlanina hjá Kringvarpinum at siga sjey limum í Starvsmannafelagn­ um upp, samstundis sum um nýggj fólk eru sett í starv. Tað kom rættiliga óvart á stjóran í Kringvarpinum, at so at siga alt starvsfólkið brádliga rýmdi av stovninum klokkan 10 í gjáramorgum. ­ Ongin hevur kunnað meg um fundin, men um­ vegis havi eg frætt, at Hetta hevur ført við sær, at Kringvarpið lá at kalla lamið í næstan allan gjár og tíðindasendingin í Útvarpi­ num á miðdegi varð av ongum og í gjárkvøldið var heldur ongin Dagur og Vika í sjónvarpinum. Arbeiðið í Kringvarp­ inum var tikið upp aftur seint seinnapartin. Kann málið Men tað er ikki vist, at sein­ asta orðið er sagt í hesum máli. Stjórin í Kringvarpinum, sigur, at tey sendu málið til løgfrøðing fyri at kanna eftir, hvussu Kringvarpið løgfrøðiliga skal fyrihalda seg til støðuna, sum hevur verið í dag. ­ Men av tí, at tað er fíggj­ armálaráðið, sum varar av sáttmálanum ímillum starvs­ fólkið og Starvsmanna­ felagið, fer fara vit eisini at seta okkum í sambandi við fíggjarmálaráðið um støð­ una, sum hevur tikið seg upp í dag. Men Annika Mittún Jacobsen ger eisini greitt, at tað er Starvsmannafelagið sum hevur kallað starvsfólk­ ið á fund og tí verða møgulig stig at taka ímóti felagnum og ikki ímóti teimum eins­ tøku starvsfólkunum. Í øllum førum staðfestir hon, at Kringvarpið helst kemur starvsfólkinum løn fyri dagin í gjár. Men hon staðfestir eisini at í dag fær Kringvarpið so at siga onki fyri lønina og sostatt kostar tað stovninum dýrt. Máttu hitta starvsfólkið Selma Ellingsgaard, for­ kvinna í Starvsmannafelag­ num sigur, at tað var neyð­ ugt at fáa tal á starvsfólkið í Kringvarpið at kunna tey um støðuna og at vita um tey høvdu spurningar. Ein partur av fundinum var, at ein kreppusálar­ frøðingur kom á gátt at greiða frá, hvussu álvarsligt inntriv tað er í tilveruna hjá fólki at missa sítt starv. Men skuldi hetta partú vera mitt í arbeiðstíð? Hetta vóru viðurskifti, sum hevði við arbeiðið hjá fólkinum at gera og tí halda vit, at tað er upp á sítt pláss at hava fundin í arbeiðstíð, sigur Selma Ellingsgaard. Løgdu Kringvarpið lamið Samstundis sum Kring­ varpið hevur sagt fólki upp, eru tvey nýggj fólk sett í starv hesa sein­ astu tíðina, men stjórin í Kringvarpinum staðfestir, at hesi bæði viðurskiftini hava púra onki við hvørt annað at gera Kringvarpið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú Kringvarpið ætlar at siga átta starvsfólkum upp, hevur tað brotið í bæði borð á stovnunum. Sjey av hesum fólkunum eru limir í Starvsmanna­ felagnum og kravið frá felagnum til Kringvarpið er, at ætlanin at siga sjey limum í Starvsmannafelag­ num upp, verður afturtikin. Men tað hevur eisini verið eitt krav, at setanin av einum journalisti, sum skal byrja í starvinum 1. februar, verður ógildað fyri at sleppa undan uppsagnum. Starvsmannafelagið vil ikki góðtaka, at journalistar verða sagdir upp, samstund­ is sum aðrir verða settir. Men so seint sum síðsta heyst var eisini ein annar journalistur settur í starv, ið somuleiðis skal byrja í Útvarpinum skjótt. Tað starvið var ongantíð lýst leyst! Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum, sigur, at áðrenn hon bleiv stjóri, var tað ikki óvanligt, at størv vórðu sett í Útvarp­ inum, uttan at tey vórðu lýst leys. Ein orsøk til hetta kann hava verið, at útboðið av jour­ nalistum var so avmarkað. ­ Tað fyrstu tíðina eg var stjóri og til eg hevði fingið fótin fastan, arbeiddu vit eftir somu mannagongdum, sum høvdu verið galdandi áður. Tí var hetta starvið ikki lýst leyst, sigur hon Stjórin í Kringvarpinum minnist ikki akkurát, nær starvið varð sett, men tað var einaferð í heyst. Síðani hevur hon so innført ta mannagongd, at øll størv verða lýst leys. Men hon staðfestir, at heldur ikki hendan starvsset­ anin hevur nakað við ætlaðu uppsagnirnar at gera. ­ Tað er av berari tilvild, at hesar báðar starvssetanirnar at kalla fella saman við ætl­ anini at siga fólki upp, sigur Annika Mittún Jacobsen. Kanna nærri Selma Ellingsgaard, for­ kvinna í Starvsmanna­ felagnum, sigur, at tað er spildurnýtt fyri sær, at enn ein journalistur skal byrja í útvarpinum í næstum. ­ Eg standi spyrjandi og hetta er avgjørt nakað, sum vit mugu kanna út í æsir, sigur hon. Men fyrrenn hon hevur kannað tað gjølligari, hevur hon onga viðmerking. Siga fólki upp og seta fólk Leiðarin á lønardeild­ ini í Fíggjarmálaráð­ num staðfestir, at tað, sum starvsfólkið í Kringvarpinum gjørdi í gjár, var ólógligt Kringvarpið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vónandi er hetta ikki nakað, sum hendir aftur. Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmála­ ráðnum, staðfestir, at tað var ólóglig, tá ið starvsfólkið í Kringvarpinum løgdi ar­ beiðið niður í allan gjár fyri at fara á fakligan fund í Starvsmannafelagnum. ­ Tað er greitt brot á frið­ arskylduna, tí tá ið sáttmáli er á økinum, skulu fólk vera til arbeiðis í arbeiðstíðini, sigur hann. Støðan kom tó skjótt í rættlag aftur, so fyribils fær hetta ikki avleiðingar. Men hann staðfestir, at hetta skal ikki henda aftur. ­ Hendir hetta einaferð afturat, verða vit noydd at taka neyðug stig í málinum, staðfestir hann. Tað, hann sipar til, er, at so verður málið lagt fyri fasta Gerðarrættin, sum er ein stovnur, ið kann taka eina skjóta avgerð í einum føri, sum hesum. Hinvegin heldur, at tað er lítið sannlíkt, at talan verður um eitt endurgjaldskrav ímóti Starvsmannafelagnum. ­ Skal talan vera um endurgjaldskrav, skulu vit prógva, at Kringvarpið hevur mist pening og tað kann vera tórført, so tað er ikki sannlíkt, sigur Snorri Fjallsbak. Vónandi hendir hetta ikki aftur Fara í hægsta stað við Kringvarpinum Starvsmannafelagið hevur gjørt greitt, at tað kann koma upp á tal at stevna Kringvarpinum ella at kæra leiðsluna fyri Løgtingsins Umboðsmanni Kringvarpið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ì síðsta enda kann tað koma upp á tal at stevna Kringvarpinum, ella at klaga leiðsluna fyri Løgtingsins Umboðsmanni. Tað hevur Starvsmannafelagið gjørt Kringvarpinum púra greitt. Í sambandi við ætlanina at siga átta fólkum upp, er hoyringsfreistin hjá starvsfólkunum úti í dag. Sjey av teimum eru limir í Starvsmannafelagnum og í gjár góvu tey Kringvarpinum sítt svar upp á ætlanarskrivið um uppsøgn. Og kravið er framvegis, at uppsagnirnar verða tiknar aftur, tí mett verður, at tær eru ógrundaðar og at Kringvarpið hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at kanna aðrar møguleikar, eitt nú at bjóða teimum at arbeiða parttíð, ella at brúka møguleikarnar í eldrapolitikkinum í sáttmálanum. Í síðsta enda tilskila vit okkum rætt til at stevna Kringvarpinum ella at leggja málið fyri Løgtingsins Um­ boðsmann, sigu Selma Ellingsgaard. Í allan gjár sat starvsfólkið í kringvarpinum á fakligum fundi í Starvsmannafelagnum og tí var okkara almenni tíðindastovnur lagdur at kalla lamin allan dagin. Mynd: Jens Kristian Vang Prísvøksturin minkaður Prísvøksturin seinastu árini er nú minkaður munandi. Tað eru bíligari brennievni og matvørur, sum hála brúkaraprístalið niður, sigur Hagstovan. Brúkaraprístalið lækkaði 1,2 prosent frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing í 2008 úr 119,0 til 117,5. Árligi prísvøksturin er nú 4,7 prosent í mun til 7,9 prosent triðja ársfjórðing. Prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður við 18,3 prosentum, og brennievni til bilar við 13,0 prosentum. Matvørurprísirnir eru lækkaðir 1,1 prosent seinasta ársfjórðingin. Serliga er prísurin á kjøti minkaður nógv. Meðan lægri brennioljuprísurin hevur verið orsøk til minkaðu býlisút­ reiðslurnar seinasta ársfjórðingin, so støðan øvut í mun til rentuna á íbúðarlánum. Hendan er hækkað við 5,6 prosentum. Samanlagt er prístalið minkað 4,1 prosent.