Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2009 At føroysku oljufeløg­ ini eru farin frá einki at skylda til at skylda millum 130 og 150 milliónir krónur, tá tey skiftu eigarar, hevur ikki ávirkað kappingarførið hjá oljufeløgunum stór­ vegis. Tað heldur Niels Juul Nattestad, stjóri í Statoil, sum metir fyrimunirnar størri enn vansarnar við at vera á føroysk­ um hondum Oljuprísir Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyri 14 mánaðum síðani, tann 11. november í 2007, keyptu føroyskir íleggjarar Statoil Føroyar frá norska felagnum Statoil ASA gjøg­ num ognarfelagið Megd. Síðan keypið er prísurin á ráolju lopin frá 94 dollarum fyri tunnuna, upp á 145 doll­ arar fyri tunnuna, fyri síðan at kollapsa heilt niður á um­ leið 40 dollarar fyri tunn­ una, sum prísurin hevur verið seinasta mánaðin. ­ Hesin túrurin, har olju­ prísirnir fyrst eru farnir á flog, og síðan eru kollaps­ aðir fullkomiliga, hevur ver­ ið ein rættilig stressroynd, sum eg tó haldi at vit hava staðið, sigur Niels Juul Nattestad. Stóri spurningurin sein­ astu tíðina hevur verið, hvørt føroysku oljufeløgini hava megnað at fylgt prís­ inum á brennievni nóg væl niðureftir eisini. Meðan prísurin á ráolju stóð í støðugum vøsktri, vuksu prísirnir á brennievni til bilar eisini, tó ikki í heilt sama lutfalli. Síðan juli mánað, og serliga síðan sep­ tember, er prísurin á ráolju kollapsaður, og samstundis eru prísirnir á brennievni til bilar eisini falnir, tó heldur ikki í heilt sama lutfalli prís­ urin á ráolju. Tað er júst hetta seinasta, ið veruliga hevur fingið fólk upp úr stólinum. Tað at vit kunnu síggja prísin á ráolju kollapsa, meðan prís­ irnir á brennievni til bilin lutfalsliga spakuliga kvink­ ar seg niðureftir. Eftir standa vit, sum gjalda, uttan at hava nakra logiska frágreiðing til, hví so er. Skuldin ávirkar ikki Áðrenn føroyskir eigarar fingu ræðið á Statoil í Før­ oyum, var felagið undir norska Statoil ASA. Hetta merkti fyri føroyska dóttur­ felagið, at teir helst skuldu keypa sína olju frá Statoil, og at tá árið var liðugt, skuldu teir avrokna til móð­ urfelagið. ­ Tað kundi vera ein fyri­ munur, men tað kundi eisini vera ein vansi, at vit gjarna skuldu keypa okkara olju frá Statoil. Tað kundi jú ver­ ið, at vit fingu oljuna bílig­ ari frá onkrum øðrum olju­ reinsiverki, greiðir Niels Juul Nattestad frá. Sosialurin hevur frá góð­ um keldum fingið at vita, at keypsprísurin á Shell liggur millum 130 til 150 millión­ ir, og at prísurin á Statoil var umleið tann sami. Hetta merkir, at frá ongar pengar at skylda, skulu bæði olju­ feløgini nú forrenta keyps­ prísin aftur. Men hetta ávirk­ ar ikki kappingarførið sam­ bært Niels Juul Nattestad. ­ Um tú so er einar 20 milliónir viðsíðunaav, so eru tað stadigvekk nógvir pengar, og tað skal sjálvandi gjaldast aftur. Men henda skuldin setir okkum ikki undir trýst, nú tá prísirnir eru dalaðir. Men ein munur er eisini, at tá felagið nú er á føroyskum hondum, so verður avkastið eisini ver­ andi í Føroyum, har tað í staðin skuldi avroknast til móðurfelagið, vísir Niels Juul Nattestad á. Hann heldur eisini at fyri­ munirnir eru stórir við at vera á føroyskum hondum. ­ Fyri tað fyrsta, so verður avkastið verandi í Føroyum. Harnæst vóru vit áðrenn partur av næstan øllum, ið var felags í Statoil­samtak­ inum, eitt nú KT­loysnir, skeiðir, starvsfólkamenning og ymiskt annað. Hesar tæn­ astur keypa vit nú í Føroy­ um, og tað kastar eisini pen­ ing av sær til samfelagið, greiðir Niels Juul Nattestad frá. Mannagongdirnar óbroyttar Mannagongdin tá føroysku oljufeløgini skulu keypa olju er ikki øðrvísi nú, enn tá tey vóru undir móður­ feløgunum í Danmark og Noregi. ­ Vit fingu ikki lagaligari prísir frá móðurfelagnum, bara tí at vit vóru partur av samtakinum eisini. Mann má keypa oljuna fyri tann rætta prísin, og eingin fær serligar treytir. Tað kundi komið undir skattaspeku­ lasjón, um teir lótu okkum oljuna bíligari. Tað eru somu treytir nú, sum tað vóru tá, staðfestir Niels Juul Nattestad. Tá føroysku oljufeløgini skulu keypa olju frá olju­ reinsiverkunum, mugu teir kunna vísa á stabilitet, at teir vinna pening, og at teir eru førir fyri at gjalda sínar rokningar. Tað hevur fremstu raðfesting, meðan kravið til nøgdir hevur næstu raðfesting ­ Kravið til stabilan akti­ vitet er ekstremt stórt. Men eisini nøgdirnar hava sera nógv at siga. Um vit keypa ov lítið, tíma teir ikki at fáast við okkum, og keypa vit ov nógv, verður prísflek­ sibiliteturin sera avmark­ aður. Tað ræður um at finna eina balansu í miðjuni, sig­ ur Niels Juul Nattestad. Aðrar mekanismur ávirka Um vit hyggja nærri at gongdini á prísinum á brennievni, og samanbera hann við gongdini á prísin­ um á ráolju, síggja vit at lutfallið á prísvøsktrinum ikki er tað sama. Tann 22. september í 2006 kostaði ein oljutunna 353,61 krónur, svarandi til 60,55 dollarar. Sama dag kostaðu bensin og diesel ávikavist 7,63 krónur og 6,09 krónur fyri liturin. Tann 3. juli í 2008, tá prís­ urin á ráolju var hægstur, kostaði ein oljutunna 690,13 krónur, og er tað ein vøkstur á 95,2 prosent. Sama dag kostaðu bensin og diesel ávikavist 10,44 krónur og 9,66 krónur, og er tað ein vøkstur á ávikavist 37 prosent og 58,6 prosent. Tann 9. januar í 2009 kostaði ein oljutunna 222,36 krónur, svarandi til 40,83 dollarar og eitt fall á 67,8 prosent frá 3 juli. Sama dag kostaðu bensin og diesel ávikavist 7,25 krónur og 6,14 krónur fyri liturin, svarandi til eina minking á ávikavist 30,6 prosent og 36,4 prosent. Útfrá hasum tølunum síggja vit at prísurin á brennievni til bilar fylgir trendinum, men ikki veksur ella minkar líka skjótt sum prísurin á ráolju. ­ Tað eru eisini nakrar aðr­ ar mekanismur sum spæla inn, tá vit tosa um diesel og bensin. Um vit hyggja aftur til eitt nú 2002, so kostaðu bensin og diesel ávikavist 4,60 krónur og 7,43 krónur fyri liturin. Men síðan er eftirspurningurin eftir diesel eksploderaður, og tí er prísurin á diesel eisini munandi hægri í dag, enn hann var tá, sjálvt um prísurin á bensin er umleið tann sami. Men við dagsins prísum, so haldi eg at vit enn eru kappingarførir, stað­ festir Niels Juul Nattestad. 16 ára gamal 15 mánaðir í varðhaldi Mannarættindadómstólurin í Strasbourg skal nú taka støðu til, um tað er í lagi, at ein ungur grønlendingur hevur sitið 15 mánaðir í varðhaldi, skuldsettur fyri at hava myrt eina 85 ára gamla kvinnu í Aalborg. Maðurin var bara 16 ár, tá hann bleiv settur í varðhaldið, og fleiri halda, at hann hevur sitið alt ov leingi har og hava tí sent málið til Strasbourg. Tann ungi maðurin hevur játtað, at hann drap ta 85 ára gomlu Gerdu Møller, og drápsmálið kemur fyri rættin tann 27. januar. Oljan er ov bílig Skal tað loysa seg at leita eftir nýggjum oljuleiðum, má prísurin á ráolju hækka heili 100 prosent. Tað heldur í hvussu er stjórin í A.P. Møller­Mærk, Nils Smedegaard Andersen. Á einum tíðindafundi í Singapore í gjár segði hann, at verandi oljukeldur eru í ferð við at torna upp, men at oljuprísurin má upp á 70 ella 80 dollarar fyriu tunnuna, skal tað loysa seg at vinna olju úr stórum havdýpi. Í gjár var oljuprísurin um 37 dollarar fyri tunnuna. A.P.Møller­Mærsk útvinnur í løtuni meiri enn eina millión tunnur um dagin í Norðsjónum, Algeria, Kasakhstan og í Qatar. Skuldin ávirkar ikki kappingarførið Prísirnir á brennievni eru hvørki vaksnir ella minkaðir líka skjótt sum prísurin á ráolju. Tó hava teir fylgt trendini, men lutfalsligi vøksturin er ikki tann sami Frá at ongum skylda nakað, skylda føroysku oljufeløgini nú allan keypsprísin – millum 130 til 150 milliónir vilja góðar keldur vera við. - Henda skuldin setir okkum ikki undir trýst, nú tá prísirnir eru dalaðir, sigur Niels Juul Nattestad, stjóri í Statoil Mynd: Jens Kr. Vang