mikudagur 14. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 09 • 09. jan. 2009
2. partur
Ferð til Grønlands við
forðingum
Í 1951 er pápi mín sjúkur, og
eg fari við Marité, sum liggur
og manglar fólk. Eg havi bátin
Boga við. Hetta summarið var
ikki farið í Ravnsoynna at rógva
út frá landi. Tað var Arbejdernes
Travlerdrift (A.T.) á Tvøroyri,
sum átti Marité. Hon var bygd
í Frankaríki og var trýmastrað
skonnart. Hon var eitt vakurt skip
og eitt framúr gott sjóskip. Marité
bleiv fyri nøkrum árum síðan seld
til Svøríki og sett í upprunastand
og er í dag eitt av teim vakrastu
skipum, sum eru til.
Vit fóru seint avstað. Tað bleiv
so trupult at fáa fólk. Vit mynstr
aðu á Tvøroyri 29 juni. So var
farið norður til Havnar at taka
útgerð og at fáa nakrar manns
afturat. Har fingu vit so tríggjar
menn, tveir úr Kollafirði og ein úr
Húsavík.
Síðani var farið til Grønlands,
men á veg yvir varð lagt inn í
Íslandi, tí enn tørvaði fólk. Ferðin
yvir tók fýra samdøgur. Skipið
hevði lítla maskinorku. Tað sigldi
ikki meira enn einar fimm míl í
góðum líkindum. Men var vind
urin til vildar, og vit fingu seglini
fyri, kundi hon hava reiðuliga
góða ferð.
Í Íslandi var so eisini roynt
eftir fólki, og har fingu vit níggju
manns.Tað var óvant fólk, fleiri av
teimum høvdu ikki verið á sjónum
fyrr. Farið varð av Reykjavík,
men tá ið vit høvdu siglt um leið
eitt samdøgur, smeltaði annað
krumtapsleiðið. Tað eydnaðist
maskinmonnunum at skekla
tað stemplið frá, hvørs leiði
var smeltað, so vit fingu brúkt
motorin. So varð siglt við seglum
og hálvari motorkraft aftur til
Reykjavíkar.
Har lógu vit í eina heila viku,
áðrenn vit sluppu avstað aftur.
Tað var langligt at liggja har so
leingi, men hjá okkum, sum ungir
vóru, gekk tíðin á ymiskan hátt.
Vit vóru nógv í landi, so vit komu
at kenna ein part av býnum.
So var farið avstað aftur. Veðrið
var hampuliga gott. Vit vóru so í
Ravnsoynni um Ólavsøkuna.
Vit róðu út frá Ravnsoynni eina
tíð, og tað var brúkiligt fiskarí.
Har mistu vit eisini tveir bátar
av teimum fimm, sum hoyrdu
til skipið. Tað kom ein stormur
av útsynningi. Bátarnir hingu
aftur úr skipinum. Endin slitnaði,
og bátarnir róku inn á land og
brotnaðu illa. Annar báturin bleiv
afturgjørdur. Bátarnir vóru smáir,
fimmmannafør ella so.
Túrurin, har alt
mundi enda galið
Eitt skifti vóru vit norðuri í
Hellefiskaoyggjunum. Skipið lá
uppankrað, og so royndu bátarnir
har um leiðir. Fyrsti bestimaður,
sum var formaður á bátinum hjá
okkum Boga, finnur so uppá, at
vit skuldu fara norður í Grátu
fjørðin at royna. Lítið var at fáa,
har sum vit lógu. Men henda
morgunin stóð hann
og hótti við illveðri
av lágætt. Vindurin
Anton Petersen:
Sjómansheimið í
Føroyingahavnini var hent
Anton og pápi hansara Jens Kristian fara at rógva út í Grønlandi í 1949. Viðurskiftini vóru ikki
altíð so væl skipað. Hetta kom aftur um brekku, tá ið teir eina ferð eru heimleysir í oyðimørk
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Manningin á Marité
frá 1952. Aftast til
vinstru, Tummas
Niclasen, Magnus
Petersen, Oluf
Niclasen, Tórolv
Hammerfoss, Oliver
Petersen. Næst
aftasta rað Steintór
Djurhus,Vermund
Niclasen, Mikal
Tausen. Fremst
frá vinstru Jóan
Hendrik Madsen,
Jens Kristian
Petersen og Anton
Petersen
Her liggja vit við Marité inni í Ravnsoynni, har vit fiskaðu fyri tað mesta. Her
liggur ein bátur hjá Marité uppá síðuna
Hetta er í 1952. Ísurin hevur troðkað inn í fjørðin í Ravnsoynni, og fylgt alt
upp. Her standa Steintór og eg á einum ísflaka