Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 09 • 09. jan. 2009 vaks alla tíðina, meðan vit sigldu norðureftir. Tað var út í móti tveimum tímum at sigla, so tá ið vit komu í Grátufjørðin, var stormur. Vit vóru so á landi har og tosaðu við nakrar grønlendingar úr bygdini, helst at frætta um fisk. So var farið av stað aftur. Tað bleiv kastað eina ferð niður, men tað var ikki hugsingur um at royna. Loddið kom ikki í botn fyri stormi. So var farið at royna at sigla suður aftur, men tað var ikki sum at siga tað. Nú var vindurin sjálvandi beint ímóti, so tað gekk ikki tvey fyri eitt. Báturin var eisini tómur, so hann bresti so illa, at tað var næstan ikki siglandi. Vit vóru inni á siglingini, tað vil siga innan fyri skerini. Men har er langt strekki, har tað nærmast er opið hav. So har var eingin lívd at fáa. Mitt í tí heila brendi tangin tómur. Báturin fall so tvørur beinanvegin. So varð farið at royna at fáa bensin á tangan, men tað var ikki sum at siga tað. Báturin rullaði so illa, at hann hevði hug at fara runt. Tað gjørdi tað ikki lættari, at áfyllingin til tangan sat omaná motorhúsinum. Vit fingu tó so mikið upp í tangan, at vit fingu í gongd aftur. So var lagt uppí, meðan vit fyltu tangan. Nú var farið at sigla aftur, men tað var ein øgilig brestan, til vit at endan komu upp undir eitt høgt land, eitt nokkso fitt fjall. Uppi undir har var avlandsvindur. Har var ein lítil vík, sum vit løgdu inn í fyri náttina. Tá var farið at skýma, og hópin langt var eftir til skipið. Tað var hampuligt at liggja har, og vit fingu eisini allir skjól í maskinhúsinum. Har var ein øgligur vindur alla náttina, men um morgunin minkaði hann vindin, og tað bleiv betri veður. Vit vóru komnir um helvtina av leiðini til skipið. Men vit fóru so avstað, og tað gekk alt í øllum góðum. Men umborð vóru teir bangnir um okkum. Mikal, mammubeiggi mín, var eisini við Marité. Hann mundi hava haft eina ringa nátt. Komu í feigdaródnarveður Tað var komið út í oktober mán­ aði, táið vit fóru at sigla heim úr Ravns Stóroy. Tvørtur av Íslandi komu vit í eitt satt ódnarveður. Tað var í hesum sama veðri, at 30 tonsarin snurrivodsbáturin Alvi av Sandi fórst, og 5 mans druknaðu. Tað var eitt øgiligt veður. Tað bleiv lensað, siglt undan, at byrja við, men tað kom at vera ov langt frá tí røttu kósini. So bleiv lagt til, og vit lógu í eini tvey samdøgur, áðrenn vit fóru at sigla aftur. Marité var eitt hendinga gott sjóskip. Tað var stuttligt at síggja, hvussu væl hon fór við sær. Men vit komu so heim aftur á Tvøroyri í øllum góðum bæði skip og fólk. Goymdu sild í kavafonn Í 1952 eru vit aftur í Ravnsoynni. Hetta summarið komu vit yvir í trimum holdum við Skarvanes, Marité og Tinganes. Vit vóru hesir menn: Jens Kristian Petersen, Anton Petersen, Oliver Petersen, Magnus Petersen, Tummas Nicla­ sen, Vermund Niclasen, Tórolv Hammerfoss, Steintór Djurhus, allir úr Froðba, Oluf Niclasen, Hvalba, Mikal Tausen, Sandur, og Jóan Hendrik Madsen, Kvívík. Hetta summarið brúktu vit eins og í 1950 línu ta fyrstu tíðina. Teir, sum komu yvir við Skarvanes, høvdu sild yvir við, og hon bleiv brúkt sum agn til línuna. Vit goymdu sildina í einari stórari kavafonn, sum var nakað niðan frá skúrinum. Sildin mundi halda sær í einar tríggjar vikur. Tríggir memm komu yvir við skonnartini Tinganes: Tummas, Tórolvur og Vermund. Vit fingu eisini tað mesta av útgerðini yvir við Tinganes sum salt, bensin og annað. Skipið var yvirlastað, bæði við fólki og útgerð. Tað vóru nógvir mans við. Tað vóru koyggir gjørdar í lastini. Nakað av fólkin­ um hevur so verið í lugarinum, tí skipið hevði verið til fiskiskap fyrr við nógvum monnum. Á veg yvir fekk skipið sjask­ veður, so koyggjurnar, sum vóru gjørdar í lastini, skramblaðu niður. So har hevur helst verið eitt vánaligt skil. Tá hugsaði man ikki so nógv um tílíkt, tað var bara so. Men hevði tað verið nú, hevði nokk bæði skipasýnið og aðrir myndugleikar komið upp í. Eg sjálvur og Mikal mammu­ beiggi komu við Marité, sum vit høvdu verið við árið fyri. Hinir komu yvir við Skarvanesi. Ein sandvíkingur, Jørgen, førdi hana. Tað tók langa tíð at ferðast við tílíkum skipum. Tey vóru smá og høvdu lítla maskinorku. Men fingu tey góðan vind og fingu brúkt seglini, gekk hampuliga skjótt. Ísurin kom sum eitt skot Tað sýntist, at tað bar betur til við línuni enn við snørinum at byrja við. Tað var væl av fiski at fáa fyrstu tíðina. Men hetta árið bleiv eitt so herviligt ísár. Vit høvdu nokk ikki róð út meira enn einar 14 dagar til tríggjar vikur, tá ið ísurin eftir einum degi kom norður við landinum og fylti hvørja vík. Vit vóru til útróðrar hendan dagin sunnan fyri Ravnsoynna. Ísurin gekk so hart norðureftir, at tað stóð á at draga línuna undan. Sjálvt í teirri lítlu og trongu víkini, sum vit vóru í, troðkaði ísurin inn, og vit máttu draga bátarnar upp fyri ikki at missa teir. Ein danskur dampari, sum var komin inn, Hugo Nielsen, slapp ikki út aftur, fyrr enn ísurin var farin. Ísurin lá minst í einar tríggjar vikur. Hann lá beint norðan fyri kontrolørvíkina. Har var skrá hella alla staðir. Um tað hevði blivið illveður, var ísurin trokaður langt uppá land. Men tað var fínasta veður alla tíðina. Í víkini hjá okkum vóru fýra bátar. Vit høvdu tveir bátar. Eitt áttamannafar var úr Kvívík. Formaðurin kallaðist Jóanes. So var eisini ein toftabátur. Marius Højgård, og synirnir hjá honum mannaðu hann. Ein sumbingur, Olivar við Kvíggjar, var kokkur. Meðan ísurin lá, máttu vit draga bátarnar upp á land fyri ikki at missa teir. Meðan ísurin lá, royndu vit at bøta um strondina. Har var nakað útgrunt, har saltingarskúrurin stóð. Av tí sama kom báturin at standa nakað uttalaga, tá ið bátarnir komu at og høvdu fiskað nakað. Vit fóru so í holt við at gera eina brúgv. Har var nakað av gróti. Ein tjørn var har tætt við, sum vit fingu vatn úr at vaska fiskin í. Í hesi tjørn var eisini nokk so væl av gróti, sum vit fingu til brúnna. Og eisini økti tað um vatnmongdina, at grótið kom burtur úr. Men hetta var einki lætt arbeiði. Vit máttu bera og rulla grótið hópin langan veg. Soleiðis gekk tíðin við ymiskum tiltøkum, so man keddi seg ikki. Vit ungu gingu eisini túrar har á oynni, og eisini høvdu vit ein gamlan árabát, sum vit lógu og róðu í inn ímillum ísstykkini við. Eg skilji nú, at tað ikki var heilt vandaleyst, men tað hugsaðu vit ikki um tá. Men umsíðir fór ísurin burtur, og tað gekk skjótt fyri seg. Tað vísti seg, at tá ið ísurin fyrst byrjaði at fara, fór hann mest sum í einum. Men tað mundi ganga ein vika, áðrenn fiskur fekst aftur. Men so fór at bragda, og tá bleiv tað bara góður fiskiskapur. Men nú høvdu vit mist so nógva tíð, at fiskiskapurin bleiv ikki tað stóra, 610 – 615 skippund. Skutu ísbjørn Aksel Thorsteinson úr Vági var við einum ella tveimum bátum í Ravnsoynni hetta árið. Johan Petersen úr Nordepli var við einum báti, Føringurin, sum var av Sandi. Við honum var ímillum aðrar Klæmint hjá Sámali. Tá ið ísurin var farin, og útróður var byrjaður aftur, var Johan til útróðrar sunnan fyri Ravnsoynna ein dagin. Tá bera teir eyga við eina ísbjørn uppi á einari oyggj. Hon var komin rekandi við stórísinum eystani frá. Tað var so farið uppá oynna, byrsa var í bátinum. Klæmint var maðurin, sum skuldi binda ann við bjørnina. Helst hevur hann verið tann kringasti við byrsuni. At byrja við rann bjørnin undan. Men tá ið hon sá, at tað ikki batti, kom øði í hana, og hon vendi við aftur. Men tá stóð á gomlum nøglum. Endin var so, at bjørnin mátti lúta. Ein annar bátur var Vesturfarið av Sandi. Við honum var Evald Hentze sum formaður, ein íslend­ ingur Gvødjón, Evald á Breiðateigi og Oskar á Oggarð. Kosturin køkur og spik Í 1953 flyta vit útróðurin úr Ravns Stóroy í Føroyingahavnini. Pápi var saman við øðrum farin undan okkum til Grønlands, og vit sum komu seinni, roknaðu við, at hitta teir í Føroyingahavnina. Vit komu so yvir í Føroyingahavn­ ina, men har vóru eingir menn. So var farið suður í Grátufjørðin. Roknað varð við, at teir vóru har, men har var heldur eingin. So var man noyddur at fara víðari, og ætlanin var ar fara heilt suður í Ravnsoynna. Tilsamans er hetta einir 12 tímar at sigla við báti frá Føroyingahavnina. Men komnir nakað suður ímóti Fiskanesi gekk motorurin fyri. So var einki annað at gera enn at royna at sigla við seglum. Ov langt var at fara í Ravnsoynna undir slíkum umstøðum, so vit royndu at koma í Fiskanes. Veðrið var gott, eitt lítið lot til vildar. Eisini var roynt at hjálpa til við árum. ➘ Her er Skarvanes sett uppá land tætt við smiðjuna í Føroyingahavnini. Helst hevur hann skrúvutrupuleikum. Tá vóru hyggiráðini at seta skipið uppá land við hægsta flóð. Táið fjaraði lá skipið uppi á turrum Umborð á Skarvanes í 1953. Vit vóru við skipinum línutíðina, og fóru í land, tá ið snøristíðin byrjaði. Fremst á myndini Magnus Magnusen, næsti maður haldi eg er Mikal, triði man vera Kristian á Túgvunum, aftast Jens Kristian Petersen