Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2009 Má biðja um umbering fyri svik Tveir landstinglimir hjá grønlendska flokkinum Siumut vilja hava Ruth Heilmann, tingformann, at biðja grønlendska fólkið um umbering fyri, at nakrir tinglimir svikaðu við at atkvøða fyri aðrar tinglimir, sum vóru burturstaddir. Ruth Heilmann boðaði fyri trimum vikum síðani frá, at hon gjørdi ikki meiri við atkvøðusvikið. Men floksfelagarnir Otto Jeremiassen og Isak Davidsen halda, at tingformaðurin eigur at geva fólkinum eina almenna umbering tingsins vegna. Volvo sigur túsund úr starvi Lastbiladeildin hjá svensku bilaverksmiðjuni Volvo kunngjørdi í gjár, at hon fer at geva 1.020 starvsfólkum uppsagnarbræv í næstum. Meinast rakt verður verksmiðjan í Umeå í Miðsvøríki, tí har missa 610 fólk arbeiðið, skrivar TT. Hetta er av sonnum steinur oman á byrðu har, tí fyri stuttum mistu 500 onnur arbeiðið á deildini í Umeå. Hinar uppsagnirnar raka deildirnar í Gøteborg og Køping, har ávikavist 350 og 200 missa arbeiðið. Hetta er aðru ferð í tríggjar mánaðir, at Volvo boðað frá uppsagnum, og fíggjarkreppan er orsøkin. Talan skal vera um »sexuella akt« í myndunum av børnum, fyri tað skal vera ólógligt at taka tær niður av internetinum. Í Danmark varð lógin herd longu í 2003, men enn halta vit aftaná. Tó eru broyt­ ingar á trappuni BARNAPORNO Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fútin hevur reist ákæru móti einum manni fyri at hava tikið myndir av nakn­ um børnum niður av inter­ netinum. Málið hevur tikið ómetaliga langa tíð at kan­ na, og tað kemst millum annað av, at tað er ógvuliga ivasamt, nær talan er um eina ólógliga gerð, og nær tað er púra lógligt at taka myndir av naknum børnum niður av internetinum. Karen Marie Olesen, fúti, sigur, at tað altíð er rætturin, ið avgerð, nær talan er um ólógligt barnaporno, men tað er ikki ólógligt at taka niður myndir av naknum børnum, heldur ikki í prin­ sippinum, um altso talan ikki er um »utugtige« ella myndir við »sexuellari akt«. Nú má viðgangast, at barnaporno á internetinum er eitt lutfalsliga nýtt fyri­ brigdi. Hinvegin hevur tað ment seg til ein hin størsta trupulleikan tá tað kemur til at verja børn móti barna­ lokkarum – teimum sonevn­ du pedofilu. Nógvar stórar kanningar eru gjørdar, har í hundraðtali av persónum eru avdúkaðir fyri at hava tikið myndir av naknum børnum niður av internetinum, og tað var ein slík kanning sum førdi til, at ein maður úr Vágunum nú er ákærdur fyri at hava tikið barnaporno niður av internetinum. Hetta er ein stórur trupul­ leiki, og løgreglurnar í ymsu londunum hava verið noyddar at seta á stovn ser­ stakar deildir at taka sær av hesum trupulleikanum. Lógin herd niðri Kapitel 24 umrøður »For­ brydelser mod kønssædelig­ heden«, og umfatar revsi­ lógirnar, §§ 216­236. Fleiri av hesum lógarparagraffum eru broyttar í donsku lógini, men ikki í føroysku lógu­ num. § 216 umrøður neyðtøku, og har er revsiramman í donsku lógini herd við tveimum árum upp í 8 ára fongsul. Í føroyum er hon 6 ár. Stk. 2 sigur, at »Straffen kan stige til fængsel í 12 ár, hvis voldtægten har haft en særlig farlig karakter...«. Í Føroyum er ramman 10 ár. Størsta broytingin er tó at finna í § 235, sum umrøður barnaporno. Lógin, sum er galdandi í Føroyum í dag til­ skilar, at »sexuell akt« skal vera til staðar í myndunum, áðrenn tær eru ólógligar. § 235, stk. 2 ljóðar: »Den, som besidder eller mod vederlag gør sig bekendt med fotografier, film eller lignende af børn, der har samleje eller anden kønslig omgængelse end samleje 2) har kønslig omgang med dyr eller 3) anvender genstande på groft utugtig måde, straffes med bøde eller under skærp­ ende omstændigheder med hæfte eller fængsel indtil 6 måneder« Tað merkir við øðrum orðum, at tað er næstan skorið út í papp, hvat er lóg­ ligt – og tað er væl alt ann­ að, enn tað, sum er positivt nevnt – og hvat er ólógligt í sambandi við at taka niður myndir av internetinum. Broytingar á veg Annika Olsen er landsstýris­ kvinna í innlendismálum og umsitur eisini lógarmál. Hon er varug við hesa óhep­ nu støðu, men sigur, at broytingar í revsilógunum eru á veg. Hon sigur, at støðan er ógvuliga óheppin, og at hon tekur fult undir við teimum broytingum, sum nú eru á veg. ­ Revsilógirnar hava ikki verið dagførdar í longri tíð, men nú hevur so verið arbeitt við málinum eitt drúgt tíðarskeið. Eg dugi ikki at siga upp á dato, nær dagføringin verður løgd fyri Løgtingið, men tað verður í hesi tingsetuni, allarhelst í februar, sigur Annika Olsen. Hon heldur, at tað er mest sum skelkandi, at revsingin fyri at taka niður barnaporno í Føroyum í mesta lagi kann verða upp í seks mánaða fongsul, og tí fegnast hon um, at sovæl kriteriini fyri definatión av barnaporno verða herd, eins og revsingin kann geva fongsul heilt upp í 6 ár. § 235, sum er hin mest relevanta, tá tað snýr seg um barnapono, ljóðar nú so í Danmark, og fer at verða einsljóðandi, tá hon verður sett í gildi í Føroyum: »Den, som udbreder utugtige foto­ grafier eller film, andre utugtige visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år eller under særligt skærp­ ende omstændigheder med fængsel indtil 6 år«. Dagføringin merkir, at ákæruvaldið stendur nógv sterkari, tá tað ræður um barnaporno, serliga tá tað ræður um at taka myndir av børnum niður av internet­ inum. Sum nevnt vónar Annika Olsen, at broytingarnar kun­ nu leggjast fyri Løgtingið í komandi mánaði. Barnaporno fríar teymar í Føroyum Annika Olsen varðar av lógarsmíði, og hon vónar, at dagføringarnar kunnu staðfestast av Løgtinginum longu í næsta mánaða Lógin um at taka niður myndir av børnum á internetinum er í dag ógvuliga liberal, og alt, sum ikki positivt verður nevnt í lógini, er pr. definitión lógligt Modellmynd