Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2009 Smyril line Árni Joensen arni@sosialurin.fo Smyril Line hevur leingi havt trupulleikar við stabili­ tetinum. Herfyri kom tað almenna upp í felagið sum fíggjarligur stabilisatorur. Góðar 30 milliónir krónur í hvørt borðið skuldu tryggja reiðarínum fíggjarligan sta­ bilitet frameftir. Felagið hevur eisini havt trupulleikar við stabilitetin­ um á sjónum, og stundum hevur Norrøna siglt í mán­ aðir við svikaligum stabili­ satori. Men nú verður sta­ biliteturin eisini tryggjaður á sjónum. Smár 10 milliónir krónur í hvørt borðið skulu tryggja skipinum stabilitet. Síðani 4. januar hevur Norrøna staðið í dokkini hjá Buhm & Voss í Ham­ burg. Høvuðsørindini eru at skifta stabilisatorarnar út. Ístaðin fyri teir gomlu 12 fermetrar stórur stabili­ satorarnar eru tveir 15 fer­ metrar stórir settir í skipið, og hóast munurin ikki ljóð­ ar av nógvum, gera teir tríggir fermetrarnir góðan mun, sigur Pauli Joensen, sum sjálvur annar er farin úr Jónas Broncksgøtu til Hamburg at fylgja við arbeiðinum har. Sama sum Mærsk Teir upprunaligu stabili­ satorarnir á Norrønu vístu seg ikki at halda. Men vit kundu sagt hesa somu søg­ una um fleiri onnur stór skip, sum hava havt sama trupulleika. Tvær ferðir hevur Norrøna verið í dokk fyri at umvæla stabilisatorarnar, men báðar ferðirnar eru teir farnir aftur. Seinast var tann tiltikna illveðurstúrin úr Bergen til Føroya tann 11. november í 2007, tá skipið brádliga kom í rættiliga ringan sjógv. Tá stóð ov nógv á stabili­ satorunum, og endin varð, at tann í stýriborðssíðu fór. Í februar í fjør var skipið í dokk og fekk stabilisatorar­ nar umvældar, og síðani hava báðir verið virknir. Men nú hevur reiðaríið valt at binda um heilan fing­ ur og at seta nýggjar stabili­ satorar í skipið. Hesir eru av slagnum Sperry Marine og eru gjørdir í Japan, og á Smyril Line halda tey seg hava funnið ta røttu loysn­ ina. – Fleiri stór skip hjá eitt nú Mærsk brúka hesar stabilisatorarnar, og teir hava víst seg at rigga væl, sigur Pauli Joensen. Men góðska kostar peng­ Húsin við stabilisatorinum vigar 85 tons Nú fær Norröna eisini stabilitet Smyril Line hev­ur leingi hav­t trupul­ leikar v­ið stabilitetinum. Herfyri bleiv­ tann fíggjarligi stabiliteturin fingin upp á pláss, og nú v­erður Norrøna eisini stabiliserað Arbeiðsloysið veksur í OECD-londunum Í novembur var arbeiðsloysið 6,56 prosent, sum var 0,8 prosentstig meiri enn í sama mánaði í 2007. Í evrulondunum vaks arbeiðsloysið í sama tíðarskeiði 0,6 prosentstig og var 7,8 prosent í november. Í USA var tað 7,2 prosent, men her var vøksturin nógv størri enn í evrulondunum ella 2,3 prosentstig. Frægastu tølini eru úr Japan. Har var arbeiðsloysið 4,0 prosent í november, sum var 0,3 prosentstig meiri enn árið frammanundan, skrivar NTB. Íslendska skrædlið rakti víða Fíggjarkreppan í Íslandi vísti, hvussu samantvinnaður altjóða fíggjarheimurin er, tí hóast teir íslendsku bankarnir vóru smáir í altjóða høpi, ávirkaði kreppa teirra allan heimin. Sjálvt í Taiwan kostaði íslendska bankafallið pengar, skrivar Morgunblaðið. Sagt verður, at taiwanski fíggingarstovnurin Mega Financial misti 47 milliónir dollarar, tá íslendsku bankarnir hoknaðu. Hetta er tó lítið samanborið við tað, sum Mega Financial hevur mist av amerikonsku bankakreppuni. Tann missurin er níggju milliardir dollarar, skrivar Reuters.