mikudagur 14. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 14. januar 2009
17
tíðindi
ar, og tað kostar millum 15
og 20 milliónir krónur at
seta teir nýggju stabilisator
arnar í skipið.
Esbjerg fyri
Hanstholm
Nú Norrøna er í dokkini í
Hamburg, hevur reiðaríið
nýtt høvi til at hava fimm
ára sýn við skrúvunum. Har
afturat eru botnurin mál
aður, og bildekkið er eisini
málað.
Hinvegin er einki plátu
arbeiði at gera, tí botnurin
hevði ongan skaða fingið
av nøkrum slagi.
Norøna fer aftur í sigling
úr Hanstholm tann 24. jan
uar, og vikuna eftir byrjar
siglingin til og úr Esbjerg,
og hagar fer skipið at sigla,
til summarsiglingin byrjar.
Størsta skipið í føroyska flotanum fyllir ikki nógv í dokkini hjá Bluhm & Voss
Teir nýggju stabilisatorarnir sita heldur niðari á skipssíðuni enn teir gomlu
Alfa Laval sendir
1000 fólkum til hús
Stóra, svenska fyritøkan Alfa Laval kunngjørdi
fyrradagin, at hon fer at siga 1.000 starvsfólkum úr
starvi komandi vikurnar. Alfa Laval hevur umleið
12.000 fólk í arbeiði í 26 londum, og 300 av teimum,
sum fáa uppsagnarbræv í næstum, arbeiða hjá deildini
í Svøríki. Við uppsagnunum sparir fyritøkan einar
400 milliónir svenskar krónur árliga. Leiðslan í Alfa
Laval sigur, at virksemið er minkað nógv orsakað av
fíggjarkreppuni, serliga í Eysturevropa og Asia.
Herurin skal tryggja
Meksiko bý
Harðskapurin og lógloysið í Meksiko versna støðugt, og
støðan hevur ongantíð verið so ring sum nú, hóast
myndugleikarnir hava sett bæði løgregluna og herin inn í
bardagan ímóti lógloysinum. Í gjár bleiv kunngjørt, at
næstan 5.400 meksikanskir løgreglumenn lótu lív í tænastu í
fjør, og at tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum í 2007.
Felipe Calderon, forseti, sigur, at í framtíðini skulu hermenn
standa á varðhaldi í øllum teimum stóru býunum og fram
við høvuðsvegunum.