mikudagur 14. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2009
Tony Blair heiðraður
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, varð
í gjár í Washington, har amerikanski forsetin, George
W. Bush, handaði honum amerikanska
Frælsisheiðursmerkið fyri munagott arbeiði fyri friði
og vælverui í heiminum. Í sambandi við handanina
segði Bush, at hann metti Blair sum ein vinmann, ið
ein kundi líta á, og hann nevndi bretska stuðulin til
amerikanska bardagan ímóti yvirgangi. Umframt Blair
heiðraði Bush fyrrverandi avstralska forsætisráðharran
John Howard og forsetan í Kolombia, Alvaro Uribe.
Løgreglumaður smuglaði
Ein fyrrverandi svenskur løgreglumaður er dømdur hálvt triðja
ára fongsul, tí hann smuglaði 1,2 milliónir litrar av brenniolju úr
Danmark til Svøríkis. Tað skrivar Aftonbladet. Sambært blaðnum
smuglaði maðurin oljuna við einum skipi, sum er smíðað í 1913,
men sum ikki hevur siglingarloyvi. Løgreglan í Halmstad
avdúkaði smuglingina í september í fjør. Tá løgreglumenninir
fóru umborð á skipið, vóru 144.000 litrar av danskari brenniolju
umborð.
– Eg havi ongan hoyrt
enn, sum er komin
við nøkrum fakligum
atfinningum móti
okkara tilmæli um
ikki at eta grind,
tí grind og spik er
heilsuskaðilig fyri
menniskju. Hinvegin
havi eg hoyrt fólk
siga, at hetta trúgva
tey ikki ordiliga upp
á. Men trúgv er ikki
tað sama sum vitan,
sigur granskarin, Pál
Veihe
Grind
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tíðin fer at vísa, hvussu
nógv føroyingar fara at
lurta eftir ráðunum hjá Pál
Veihe, granskara og lands
læknanum, Høgna Debes
Joensen, sum herfyri mæltu
føroyingum frá at eta grind
og spik, tí gransking gjøg
num mong ár vísir, at grind
er heilsuskaðilig og óegnað
sum mannaføði.
Tá grind fyrr í hesum
mánaðinum legði beinini í
Hvannasundi eftir, at eingin
grind var deyð í Føroyum
seinasta hálvt annað árið,
var einki, sum bendi á, at
føroyingar sum heild ætla
sær at fylgja heilsuráðun
um.
Danskir fjølmiðlar gjørdu
nógv burtur úr hesi grindini
og vístu á, at hóast ávaring
arnar hjá okkara heilsu
myndugleikum, drepa – og
eta føroyingar framvegis
grind.
Eitt nú Ekstra Bladet og
Se & Hør skivaðu um
grindadrápið og vístu til
granskingarúrslitini hjá Pál
Veihe um, at grindin er
dálkað við kikssilvuri og
PCB, og at hon tí ikki er
egnað sum mannaføði.
Ein av teimum, sum altíð
er við í grind, er Jústinus
Olsen, djóralækni. Upp
gávan hjá honum er at gera
ymiskar uppmátingar og
kanningar, tá grind verður
hildin til.
Við Norðlýsið segði djóra
læknin, at grindin, sum
legði beinini í Hvannasundi,
var sera væl fyri. Teir stóru
hvalirnir sóu út til at vera
væl í holdum, og hetta er
eisini tann tíðin, tá grindin
er upp á tað besta.
Blaðið spurdi eisini djóra
læknan, um hann framhald
andi etur grind, tó at ávar
ingar eru um, at hon er
heilsuskaðilig.
Jú, tað geri eg. Eg haldi,
at niðurstøðan, sum lands
læknin hevur gjørt, er eitt
alt ov langt lop frá úrslit
unum frá vísindaligu kann
ingunum. Sjálvur dámar
mær væl at eta grind, og eg
fari at halda fram við hes
um, segði Jústinus Olsen
við Norðlýsið.
Einki fakligt
Herfyri tosaði Rás 2 við Pál
Veihe, granskara, og spurdi
hann, hvat hann heldur um
tær atfinningar, sum hava
verið ímóti tilmælinum um
ikki at eta grind.
Eg havi ongan hoyrt
enn, sum er komin við nøkr
um fakligum atfinningum
móti okkara tilmæli. Hin
vegin havi eg hoyrt fólk
siga, at hetta trúgva tey ikki
ordiliga upp á. Men trúgv
er ikki tað sama sum vitan,
leggur granskarin dent á.
Granskingarúrslitini, sum
deildin hjá Pál Veihe er
komin fram til, eru kunn
gjørd í altjóða tíðarritum.
Vit hava tó ikki kunn
gjørt, at grindin er so illa
dálkað, at fólk ikki eiga at
eta grind meira. Tað er held
ur ikki vanligt at kunngera
slíkt í vísindaligum tíðar
ritum, tí tað er eitt mál, sum
fólkaheilsumyndugleikar
nir í teimum einstøku lond
unum taka upp.
Pál Veihe vísir á, at í USA
hevur man bæði nógv og
leingi umrøtt markið fyri
kiksilvuri í eitt nú svørfiski
og tunfiski, tó at kiksilvur í
hesum fiski er nógv minni
enn í grindahvali.
Í USA høvdu vørur við
so nógvum kiksilvuri sum í
grind als ikki verið seldar.
Granskarin sigur, at tey
meira enn 20 árini, hann
hevur arbeitt við hesum
kanningum, hevur hann
samskift við ein hóp av før
oyingum.
Fleiri túsund føroyingar
hava verið inni á deildini
hjá mær til kanningar. Úr
slitið av hesum er, at ein
nógv meira nágreinilig frá
greiðing er komin út til
fólk, enn um kanningarnar
bara snúðu seg um eitt ávíst
markvirði,
sum
verður
kunngjørt av einum mynd
ugleika – uttan frágreiðing.
Nýtslan minkar
Pál Veihe heldur, at tað hev
ur eydnast teimum at kunna
væl og virðiliga um vand
arnar við at eta grind, og
hann ásannar, at nýtslu
mynstrið hjá føroyingum,
tá ið ræður um at eta grind,
er rættiliga nógv broytt
seinnu árini.
Hann vísir á, at eitt nú
kvinnur, sum hava ætlanir
um at gerast við barn – eru
við barn ella sum geva bróst
– stórt sæð allar siga, at tær
halda seg frá at eta grind og
spik.
Tá hesar ikki eta grind,
kemur tað heilt vist at
breiða seg runt í samfelag
num, leggur hann aftrat.
Granskarin undrar seg
ikki yvir, at fólk kortini í
stórum tali fóru avstað at
fáa sær grind, nú eingin
grind hevði lagt beinini í so
langa tíð.
Nei, tað sigur mær ikki
so nógv. Eg trúgvi, at grund
leggjandi er føroyingurin,
tá hann hugsar seg um,
rationelllur, sum Pál tekur
til.
Og hann heldur fram:
Vit kunnu spyrja okkum
sjálvi, hvussu trupult tað
ikki hevur verið at borið
boðskapin um, at tubbak er
skaðiligt – og drepir. At
roykja er óivað nógv skaði
ligari enn at eta grind.
Kortini er tað ein fjórðingur
av føroyingum, sum roykja
hvønn dag. So, hví skulu
landslæknin og eg fáa eina
slíka succes við einum
boðskapi – at fólk skulu
leggja knív og gaffil frá sær
beinanvegin, tá ræður um
grind og spik? spyr hann.
Pál Veihe vísir á, at kunn
ingin um tað heilsuskaðiliga
í at eta grind heilt vist fer at
bera tann vegin, at nýtslan
fer at fána burtur.
Tá so nýtslan er minkað
burtur í einki, verður grind
ikki hildin til meira, tí før
oyingar fara ikki at halda
grind til bara til stuttleikar,
leggur hann aftrat.
Tað tekur tíð
At døma eftir fólkinum,
sum møtti upp í Hvanna
sundi – og sum meldaði seg
til at fáa grind, er ikki nógv
sum bendir, at tey taka
ávaringina
hjá
tær
og
landslæknanum
serliga
álvarsliga?
Jú, tað haldi eg kortini.
Eg tosi við so nógv fólk, og
eg síggi millum yngra ættar
liðið, at stórar broytingar
eru á veg. Eg hevði hildið
tað verið undarligt, um fólk
ikki flokkaðust í grindini í
Hvannasundi.
Granskarin sigur, at broyt
ingar sum hesar, ganga ikki
í stórum lopum. Tær ganga
í staðin spakuliga fyri seg.
Ein av teimum fyrstu
seðlunum, sum vórðu róptir
Skeivt av sjúkrahúsunum
- Hevði eg verið læknastjóri í dag, hevði eg ikki latið sjúkrahúsini borðreitt við grind og spiki,
sigur Pál Veihe, granskari