Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2009 Íslendska arbeiðsloysið vaks 45 prosent Í síðsta mánað vóru í meðal 7.902 íslendingar arbeiðsleysir. Tað vil siga, at arbeiðsloysið var 4,8 prosent, og vaks tað heili 45 prosent samanborið við mánaðin frammanundan, sigur Vinnumálastovnurin í Reykjavík. Stovnurin sigur eisini, at arbeiðsloysið í desember var tað størsta síðani januar í 1997. Til samanberingar kann nevnast, at í desember í 2007 vóru 1.357 íslendingar arbeiðsleysir. Tað var 0,8 prosent, og Vinnumálastovnurin roknar við, at talið verður millum 6,4 og 6,9 prosent seinni í ár. Seldi dóttur sína Í USA hevur løgreglan tikið ein mann, sum royndi at selja 14 ára gomlu dóttur sína. Keypari var ein 18 ára gamal unglingi. Fyri gentuna vildi pápin hava 16.000 dollarar, 100 kassar av øli og nakrar kassar av kjøti, skrivar AP. Tað vísti seg kortini, at unglingurin hevði ikki pening til at rinda allan kostnaðin, og tað fekk pápan at fara til løgregluna við málinum. Har bleiv hann skuldsettur fyri mannahandil. Tann ungi keyparin bleiv eisini tikin, og hann er skuldsettur fyri kynsliga samveru við børnum. Gentan er farin til skyldfólk at vera. at borðreiða við grind upp í grindini í Hvanna­ sundi, var ein seðil til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hvussu hevur so gransk­ arin tað við, at fólk sjálvt innan føroyska heilsuverkið ikki taka ávaringarnar hjá heilsumyndugleikanum serliga álvarsliga. Tað eru væl sjúklingarnir, sum fáa gleði av hesi grindini? ­ Eg haldi, at tær almennu Føroyar – tær, sum eru skip­ aðar undir Føroya løgtingi og Føroya landsstýri – av­ gjørt ikki eiga at borðreiða við grind og spiki, tá heilsu­ myndugleikarnir í landinum hava sagt, at hetta ikki er ráðiligt. Um slíkt kortini verður gjørt, hongur tað jú ikki saman. Pál Veihe heldur, at neyð­ ugt er hjá almennu Føroyum at finna sær ein annan heilsumyndugleika, sum vil geva onnur ráð, um til­ mælini, sum í hesum føri eru løgd fyri dagin, ikki verða fylgd. Hann ikki, at tað soleiðis eigur at “leka” millum tað, sum heilsumyndugleikin sigur og tað, sum sjúkra­ húsini í slíkum føri fyritaka sær. ­ Øðrvísi er, tá talan er um privat fólk, tí her kunnu vit ikki áleggja teimum ikki at eta grind, leggur hann aftrat. Pál Veihe hevur sjálvur verið læknastjóri, og vit spurdu hann tí, um sjúkra­ húsini høvdu sloppið at lagt grind inn undir seg, um hann framvegis sat í hesum sessi? ­ Nei, tað høvdu tey ikki. Eg hevði sagt, at nú hava vit gjørt eina niðurstøðu, sum er svár at gera, og av­ leiðingin er, at vit ikki borð­ reiða grind fyri sjúklingum. Vit býta jú heldur ikki sigarir ella sigarettir út til fólk á sjúkrahúsunum, legg­ ur granskarin aftrat. Fleiri spurningar Hvussu langt eru tit komin í at granska í grind – og í vandanum av at eta grind? ­ Nú hava vit granskað í hesum í meira enn 20 ár, og vit eru komin langt á leið. Men tað vísir seg soleiðis, at jú longri vit koma, jú fleiri spurningar taka seg upp. Eitt veldugt øki, sum eg haldi vera relevant at hyggja nógv meira at hjá okkum, er, hvørjir eginleikar í havføðini ávirka fiskin. At eta fisk hevur víst seg at virka minkandi uppá tey eitrandi evni, sum eru í kik­ silvurinum. So vítt vit kunnu síggja, er tað ikki selen, sum ger hetta. Ein stórur møguleiki er, at tað eru tær fitisýrur, sum eru í havinum, men hetta er ikki vist. Granskarin heldur, at tað er hendanvegin, vit eiga at fara. ­ Vit eiga at vísa umheim­ inum, at okkara spísikamar – okkara útflutningsvøra – er heilsugóð. Pál sigur, at fólk mangan halda, at tað er onkur annar úti í heimi, sum ger gransk­ ingararbeiði. ­ Men soleiðis er tað ikki altíð. Vit eru í eini góðari støðu at gera hetta, og eg vóni, at vit fáa umstøður og møguleikar at gera tað í árunum sum koma, og at hetta verður ein varandi granskingaraktivitetur í Før­ oyum. Pál Veihe heldur tað vera umráðandi at granska í, hvussu tilfeingið í havinum virkar upp á fólkaheilsuna hjá fólki í síni heild. ­ Føroysk gransking hev­ ur nógvar uppgávur fyri framman, leggur hann aftrat. Gravgangur var eftir grindini, sum legði beinini í Hvannasundi. Djóralæknin, Jústinus Olsen, sigur, at hann fer ikki at gevast at eta grind og spik