Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 9 - 14. januar 2009 Insignia er navnið á nýggja Opel, sum avloysir núverandi Opel Vectra. Insignia er longri og breiðari enn forgangarin og er harvið ein størri og rúmligari bilur. Insignia er kosin Ársins bilur í Evropa 2009 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Heðin Weihe Opel eru komnir á markn­ aðin við einum heilt nýggj­ um bili, Insignia, sum av­ loysir núverandi Opel Vectra. Insignia hevur heilt skift stíl í mun til forgang­ arin. Talan er um ein super­ modernaðan bil við sport­ ligum designi og kvaliteti á sera høgum støði. Við hesum nýggja In­ signia hava Opel sera góð kort á hondum í hørðu kapp­ ingini um kundarnar í hes­ um klassanum. Insignia er ein framkomin bilur við nýggjastu motortøknini, aktivari trygd og um­ hvørvisvernd. Bilurin er stórur og rúmligur í allar mátar. Gott pláss til fimm ferðandi og teirra viðføri. Viðførisrúmið er 520 litrar. Hesin nýggi Insignia er 4,83 m langur og er sostatt umleið 20 cm longri enn núverandi Vectra. Eins og forgangarin verður Insignia gjørdur sum sedan, hatch­ back og stationcar. Station­ car útgávan, Insignia Sports Tourer, sum kemur í apríl, er ein rættuliga stórur bilur, hann er 4,91 m langur, 8 cm longri enn hatchback og sedan útgávurnar. Essentia, Edition og Cosmo Insignia fæst í trimum út­ gávum hvat útgerð viðvíkur: Essentia, Edition og Cosmo, sum er tann best útgjørdi. Insignia fáast við hesum bensinmotorum: 1,8 litra við 140, 1,6 litra turbo við 180 hk, 2,0 litra turbo við 220 hk og 2,8 litra V6 turbo við 260 hk, og við 2,0 CDTI dieselmotorum við ávika­ vist 110, 130 og 160 hk. Insignia verður gjørdur í Týsklandi á Opel verksmiðj­ uni í Rüsselsheim, sum er ein av mest modernaðu og framkomnu bilverksmiðj­ um í heiminum. Opel Insignia kann síggj­ ast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 290.000 krónum. SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdagin kl. 16.05, fríggjadagin kl. 8.00 og leygardagin kl. 13.00. Insignia – ársins bilur í Evropa 2009 Motorurin 1,8i bensin við 140 hk Snúningsmoment 175 Nm við 3.800 snún/min CO2 útlát 184 g/km 0-100 km/t 11,5 sek Bensinnýtsla 12,8 km/l (blandað koyring) Stødd og vekt: Longd 483,0 cm Breidd 186,0 cm Hædd 150,0 cm Eginvekt 1650 kg Viðførisrúm 520 litrar Prísur kr. 320.000,- (Insignia 1,8i Cosmo) Søluumboð P/F Auto Service Við Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 345400 www.autoservice.fo Opel Insignia 1,8i Cosmo Opel Insignia er ein supermodernaðar bilur viðkvaliteti á sera høgum støði. Insignia er kosin Ársins bilur í Evropa 2009 Insignia verður gjørdur sum sedan og hatchback. Stationcar útgávan kemur í apríl Opel Insignia Cosmo innan. Bilurin er sera væl útgjørdur við fleiri funktiónum á rattinum