mikudagur 14. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 9 - 14. januar 2009 ]
Tjaldur
bakkaði
Tvær hálvfinalur
verða spældar í
Coca-Cola kapping-
ini í kvøld. Eisini
dysturin millum
StÍF og Tjaldur,
sum Tjaldur ætlaði
at boykotta
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað fekk ilt í Tjaldur, tá
Kappingarnevndin
hjá
HSF í gjár gjørdi av at
flyta hálvfinaluna hjá
kvinnunum móti StÍF frá
hós- til mikukvøldið. Or-
søkin til hetta var, at
Tjaldur kortini ikki hevði
spælt dyst mánakvøldið,
soleiðis sum tær skuldu
eftir skránni, men Tjaldur
vildi ikki finna seg í, at
dystarflyting varð gjørd
við
somikið
stuttum
varni.
- Okkara spælarar hava
fingið at vita, at dysturin
verður hóskvøldið, og
hava lagt sær arbeiði
eftir tí, og venjarin hevur
gjørt venjingarnar útfrá
tí, segði Niels Peter Bech
úr Tjaldri.
Kappingarnevndin hev-
ur tó at kalla óavmarkaða
heimild í slíkum spurn-
ingum, og í gjárkvøldið
kom fráboðan frá Tjaldri
um, at tær kortini fara
inn á Skála at spæla.
Hin
hálvfinalan
í
kvøld verður hjá monn-
um, har Neistin og KÍF
spæla í Havn.
Í morgin eru so aftur
tvær
hálvfinalur
á
skránni. Tá spæla Kyndil
og StÍF hjá monnum,
meðan Stjørnan og Neist-
in spæla hjá kvinnum.
Dystirnir
Menn
Dagur Kl.
Dystur
14.01 20.00 Neistin-KÍF
15.01 19.15 Kyndil-StÍF
Kvinnur
14.01 19.30 StÍF-Tjaldur
15.01 20.00 Stjørnan-
Neistin
Strikuspælarin á
danska hondbólts-
landsliðnum, Micha-
el V. Knudsen hevur
gjørt sær sínar
metingar um mót-
støðuliðini hjá Dan-
mark í innleiðandi
bólkaspælinum í
HM í Kroatia
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Fríggjadagin byrjar HM í
manshondbólti í Kroatia. Í
hvørjum innleiðandi bólki
eru 6 lið, og skulu øll liðini
spæla 5 dystir í innleiðandi
bólkaspælinum.
Danska
sjónvarpsstøðin, TV2 hevur
biðið
strikuspælaran
á
danska landsliðnum, Mich-
ael V. Knudsen um at meta
um tey 5 mótstøðuliðini hjá
Danmark
í
innleiðandi
bólkaspælinum. Metingar-
nar hjá Michael V. Knudsen
eru hesar:
Brasilia
Talan er um eitt spennandi
lið, og var nær við, at Brasil-
ia gjørdi tað óvæntaða á
olympisku
leikunum
í
summar. Talan er um eitt
lið, sum ein altíð kann fáa
trupulleikar við. Men sam-
stundis er talan um eitt lið,
sum vit eiga at vinna á. Vit
mugu bara syrgja fyri at
byrja dystin væl, og fáa lagt
sjógv millum liðini í fyrra
hálvleiki. Annars kan tað
gerast vandamikið fyri okk-
um.
Serbia
Serbia er eitt av teimum
sterkaru liðunum í okkara
bólki. Liðið stríðist ótrúliga
nógv, og teir eru harðligir. Í
dystinum
ímóti
teimum
mugu vit veruliga stríðast.
Spælarnir úr Serbia vita, at
teir skulu inn á vøllin fyri at
steðga mótstøðuliðnum. Og
eydnast hetta hjá teimum,
so kann tað gerast rættiliga
torført at sigra á teimum.
Teir fara at stríðast til tann
síðsta blóðsdropin. Men um
vit skulu hava vónir um eitt
gott
HM-endaspæl,
so
mugu vit bara vinna á teim-
um.
Saudi Arabia
Eg veit ikki nógv um Saudi
Arabia – annað enn tað, at
teir hava ongan møguleika í
HM-endaspælinum. Hóp-
urin hevur fingið rættiliga
góð úrslit í venjingardystun-
um
áðrenn
endaspælið,
men ein kann ikki døma
nógv út frá venjingardyst-
um.
Egyptaland
Vit hava ofta spælt ímóti
teimum, og vit hava nakað
at hevna frá OL, tá teir
tíverri sigraðu á okkum.
Eins og Serbia, so eru teir
eitt lið, sum stríðist nógv,
og teir verða 100% klárir,
tá teir fara inn til ein dyst.
Zaky er ein av teimum stóru
profilunum hjá teimum,
men teir hava eisini aðrar
spælarar,
sum
spæla
í
Evropa. Teir hava eina ógvu-
liga offensiva verju, og
spælustílurin er nógv øðr-
vísi, enn okkara.
Noreg
Noreg verður tað torførasta
mótstøðuliðið í bólkinum.
Vit hava tað altíð torført
ímóti teimum, og hvørja
ferð er talan um eina upp-
gerð millum arvafíggindar.
Teir hava eitt gott lið, ser-
liga í verjupartinum, og so
eru teir eisini kropsliga
sterkir.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Danmark er komið
í spennandi bólk
17/1 kl. 15.15: Noreg - Saudi Arabia
17/1 kl. 17.15: Egyptaland - Serbia
17/1 kl. 19.15: Danmark - Brasilia
18/1 kl. 15.15: Brasilia - Noreg
18/1 kl. 17.15: Saudi Arabia - Egyptaland
18/1 kl. 19.15: Serbia - Danmark
19/1 kl. 16.00: Brasilia - Serbia
19/1 kl. 18.10: Noreg - Egyptaland
19/1 kl. 20.15: Danmark - Saudi Arabia
21/1 kl. 16.00: Saudi Arabia - Brasilia
21/1 kl. 18.10: Noreg - Serbia
21/1 kl. 20.15: Egyptaland - Danmark
22/1 kl. 15.15: Serbia - Saudi Arabia
22/1 kl. 17.15: Egyptaland - Brasilia
22/1 kl. 19.15: Danmark - Noreg
Leikskráin í bólki D
Danir hava roynt at fyrireika seg væl til HM-
endaspælið. Her sæst Michael V. Knudsen í dysti
móti Rumenia í fyralandakapping herfyri
Mynd: Polfoto