Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 09 • 09. jan. 2009 MIÐvIkaN 23 Vit komu so í Fiskanes í øllum góðum. Har vóru vit sera væl móttíknir. Men svangligt var annars. Vit høvdu onga útgerð við okkum, tað var alt farið yvir við hinum monnunum. Tað einasta etandi var í onkrum kakukassa, sum vit høvdu við, og so nakað av turrum spiki. Synd er at siga, at spik og hesar søtu kleynirnar riggaðu væl saman. Tá ið vit høvdu bíðað í einar tveir dagar í Fiskanesi eftir, at hinir menninir skuldu koma norður aftur, og eingin kom, sendu vit eitt fjarrit suður í Ravnoynna at siga frá støðuni hjá okkum. Og nú var ikki leingi til teir komu. Teir høvdu fingist við at rigga av har suðuri ymiskt, sum vit skuldi brúka. Øll útgerðin, sum kom heimani frá, var eisini komin í land har í Ravnsoynni. Loyvið sum ikki kom fram Ætlanin var annars at fara í Grátufjørðin at rógva út. Pápi mín hevði um veturin søkt Grønlands­ málaráðið um at fáa loyvi at seta ein skúr upp í Grátufjørðinum. Hann hevur nokk sæð ljóst upp á tað at fáa loyvi. Vit fóru nú at føra ymiskt tilfar úr Ravnsoynni norður í Grátufjørðin. Hann væntaði nokk, at loyvið skuldi liggja fyri okkum, tá ið vit komu yvir, men so var ikki. Vit bíðaðu í fleiri dagar í Grátu­ fjørðinum, og loyvið kom ikki. Nú mátti nakað gerast. Vit fóru so upp í Føroyingahavnina. Vit vistu, at har vóru nógvir skúrar frá 1939. Men hvør ið átti, og um teir vóru í brúk, tað vistu vit einki um. Vit komu so norður í Føroyingahavnina, men øll útgerð og tilfar lá eftir í Grátu­ fjørðinum. Vit komu inn í eina vík har, ið fleiri skúrar vóru. At tað var Dagmarsvík, sum var í Føroyingahavnini, vistu vit ikki fyrr enn seinni. Vit fóru so í ein skúr har og hava hildið, at skúrarnir ikki hava verið í brúk. Vit róðu so út í einar tvær vikur og hildu alt standa væl til. Vit fingu eisini væl av fiski. Men eitt kvøldi vit komu aftur av útróðri, standa koyggiklæði uppstungin í túninum. Ein maður kemur oman og sigur, at teir eru komnir inn í dag við Grønlandsfarinum, sum var ein stór skonnart, og at teir skuldu brúka skúrin, sum var teirra. Hetta vóru tvey bátaløg, sum vóru yvir komin. Tá var lagið ringt. Hetta var seint á kvøldi. Vit vóru júst komnir av útróðri við fullum báti av fiski eftir langan og strævnan dag. Neyðhavn á sjómansheiminum Men okkurt var at gera. Tað bleiv farið inn á sjómansheimið í gomlu Føroyingahavnini. Pápi mín er nokk farin niðan á sjómansheimið og hevur greitt frá tí vánaligu støðu, sum vit eru komnir í. Eg minnist at Agda, kona missioner Beck, kom oman til okkara, sum lógu á bátinum, og bjóðaði okkum niðan. Har fingu vit so mat og drekka og ávíst eitt kamar til at sova í um náttina. Hon var sera blíð, og tann blíðskapur kom sera væl við tá, og tøkk fái hon fyri tað. Men allar súður vóru ikki syftar enn. Vit høvdu nógvan fisk í bátinum, og hesin fiskur mátti fáast til høldar. So var farið aftur í bátarnar og inn í Lektaravíkina. Soleiðis varð hon kallað, av tí at ein gamal lektari lá har. Uttast í munnanum stóð ein saltingaskúr­ ur. Har blakaðu vit fiskin upp, og síðani var farið at gera reint. Tá ið liðugt var at flekja, var farið aftur á Sjómansheimið, har vit fingu okkum at eta og ein lítlan blund. So var farið aftur í Dagmarsvík. Har stóð ein skúrur, sum eg haldi var bygdur í 1939. Hann var bygdur sum flestir skúrar tá. Saltingarrúm í niðara enda og manningarrúm í ovara enda, men skilarúmið var tikið niður, og eisini koyggjurnar fyri at fáa bátin inn, sum vanligt var tá.. Pápi mín orðnaði so fyri, at Mikal skuldi vera eftir og smíða skilarúmið upp aftur og seta niðurtiknu koyggjurnar upp. Var tað rætt atborið, var man ongan veg farin, fyrr enn man hevði fingið øll viðurskifti í lagi, men so var ikki. Nú var so farið til útróðrar, og tá ið vit komu aftur um kvøldið, var so frægt liðugt, at man kundi reiða upp í koyggjunum. Ein gamal kolovnur var har framman­ undan, so tá ið fýrur var komin uppá, føldu vit okkum bara heilt væl. Men tað var ógvuliga smáligt. Øll útgerðin sum kol, proviantur, sjálvt komfýrurin lá eftir suðuri í Grátufjørðinum. Vit vóru komnir norður í Føroy­ ingahavnina, mest sum fyri at kanna viðurskiftini har. Tað bleiv so róð út í nakrar dagar. Ein dag­ in, tá ið vit mettu, at líkindini vóru til tess, var farið aftur í Grátu­ fjørðin eftir útgerðini. Tað gingu tveir dagar til hendan túrin. Vit fóru suður ein dag og fyltu bátin og so norður dagin eftir. Á leiðini norður aftur bleiv snøri kastað niður av og til. Tann stóra royndin bleiv tað ikki, bátur­ in var jú fullur av útgerð. Meðan vit sigldu norður eftir, byrjaði hann at gera seg til við illveðrið av lágætt. Tá ið tað var ligið nakað út á dagin, fór hann at vaksa vindin, og tá ið vit komu norður ímóti Føroyingahavnini, var ódnarveður. Nú var eisini blivið myrkt, so tað sá meira ótespuligt út. Men vit komu so í øllum góðum inn aftur í víkina. Men eg haldi, at vit vóru allir glaðir at hoyra illveðrið uttanfyri, ➘ Vit draga línu við Skarvanes. Hans Marius Joensen í Skopum stendur við spælið. Aftanfyri í stýriborð sæst eina portugisisk doria við tveimum monnum 1953. Her kemur Nýpan lastað við salti av Nordafar til Dagmarsvík, har sum vit høvdu skúrin. Tórolv Hammerfoss liggur niður á maskinhúsi, og Magnus, pápabeiggi mín stendur aftan fyri og stýrir Vit eru við at avskipa saltfisk í Dagmarsvík til damparan. Á myndini síggja vit f.v. Tórolv Hammerfos, Magnus Petersen, pápabeiggi mín og Fredrik Hansen, (Dengse). Fiskurin verður skipaður inn í Boga, sum liggur við helluna Inni í Grátufjørðinum. Bogi liggur fortoyaður Á heysti 1953. Vit eru farnir at gera ein skúr til at búgva í árið eftir. Hann bleiv innilokaður og nakað innrættaður. Eg liggi sjálvur her uppi á syllini og smíði