Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 09 • 09. jan. 2009 og vita, at vit sluppu undan at fara í bátin morgunin eftir. Fiskiskapurin hetta árið var góður. Tað var væl av fiski at fáa, men sum nevnt vóru trupul­ leikarnir nógvir. Fyrst flytingin úr Ravnsoynni, so aftur at flyta úr tí skúrinum, sum vit fyrst komu til. Síðani ein vánalig strond, útgrunt sum tað var. Tað var ein tríkantur av eini brúgv framman fyri skúrin, men tað var so útgrunt, at báturin á fjøru stóð langt úti. Vit máttu so kasta fiskin fleiri ferðir, til hann at enda var komin uppá pláss. Men á háflóð kundi man kasta fiskin beint inn á brúnna. Tá fleyt báturin javnt við hana. Tá ið man so skuldi avskipað fiskin umborð í damparan, fór mest sum tað sama fram, bara í øvugtari raðfylgu. Men hóast tað, so dámdi mær hetta lívið. Tað var ikki bara sleip, sum tað kann ljóða. Tað vóru nógvar góðar og skemtiligar løtur eisini. Royndu fyri Grønlandsfelagið Í Føroyingahavnini róðu vit út fyri Grønlandsfelagið, sum var føroyski parturin av Norda­ far, sum var felagið, ið kom at taka sær av rakstrinum í Føroyingahavnini. Hinir partarnir vóru danir og norðmenn, og navnið Nordafar er júst sett saman við forbókstøvunum í hesum londum. Seinni fóru fyrst danir og síðan norðmenn burturúr felagnum, so føroyingar komu at standa einsamallir eftir, men tað er ein onnur og longri søga. Teir, sum áttu Grønlandsfelagið, vóru fyrst og fremst løgtingið og sjóvinnufeløgini. Tað bleiv lagt um til ferskfisk eitt skifti. Landað varð umborð á eitt frystiskip, sum kallaðist Caribia, sum frysti fiskin umborð. Nú bleiv knossið minni, og man slapp frá at standa ein stóran part av náttini og gera reint. Men hetta vardi stutt, og farið var aftur til knossið at virka fiskin sjálvir. Fyri ikki at tala um tað ótrúliga knossið, tað var at avskipa fiskin um heystarnar. At taka fiskin út úr skúrinum, umborð á bátin og so at sigla inn til damparan. Nøkur ár seinni komu vit aftur at avreiða fiskin feskan og sluppu tá undan hesum knossinum. Hetta heystið tá ið útróðurin var av, fóru vit at smíða nýggjan skúr. Hann var settur upp á norður­ síðuni á Dagmarsvík. Vit høvdu fingist við tað illveðursdagar í gjøgnum summarið. Skúrurin bleiv innilokaður um heystið. Tað var verri pláss har. Tá lágætt var, lá vindurin beint inn á, men inni í sjálvari víkini var einki annað pláss enn fyri teimum skúrum, sum vóru. Tá ið vit róðu út í Føroyinga­ havnini, og saltfiskurin skuldi avskipast, lá damparin sum oftast inni á fjørðinum til Nordafar. So at hiva fiskin úr bátinum umborð á damparan. Til tað brúktu vit sokallaðar segldúkskoyggir. Sjálvur mátti man platta fiskin út í lastini. Tað vil siga, at man skuldi leggja hvønn einkultan fisk slættan út í lastini. Hetta gekk alt fyri seg síðst í oktober mánað. Tá var ofta kalt og ótespuligt veður við vindi og vátaslettingi. Hetta summarið komu vit sum nevnt yvir í tveimum holdum. Tríggir komu við Skarvanes, pápi mín, Fredrik Hansen (Dengse), og Mikal Tausen. Heim aftur fóru Dengse og Tór­ olv heim við einum norskum báti. Hann hevði so fingið hesum báðum pláss við. Hinir fimm, eg sjálvur, Høgni, Oliver og pápi mín komu heim við trolaranum Rádna úr Vági, sum Dánial Jákup á Breyt í Hvalba førdi. Vit komu so á Vág. Tá var vegurin upp á Tvøroyri ikki gjørdur. So vit fingu ein 30 tonsara, Fagriklettur, at føra okkum upp á Tvøroyri. Hesir menn vóru við hetta summarið: Jens Kristian Petersen, Anthon Petersen, Magnus Petersen, Olivur Petersen, Fredrik (Dengse) Hansen, Tórolv Niclasen, Høgni Niclasen, allir Froðba og Mikael Tausen, Sand. Aftur í Føroyinga­ havnini í 1954 Hetta árið eru vit eisini í Føroy­ ingahavnini. Vit komu eisini yvir við Skarvanes hetta árið, men mótsatt árinum fyri, blivu vit verð­ andi umborð í línutíðini. Hetta summarið var Evald Hentze av Sandi eisini skipari. Vit komu tíðliga, fyrst í mai hevur tað so verið. Fyrst í juni byrjaði snøristíðin. At vit vóru við, var nokk ein avtala við reiðaríið fyri at sleppa yvir við skipinum. Teir hava nokk verið ov fáir til línufiskiskapin. Vit vóru so við alla línutíðina, fiskiskapurin var bara góður. Tá ið vit so fóru í land, var tað fyrsta, vit gjørdu, at fara at inn­ rætta skúrin. Vit høvdu innilokað hann heystið fyri. Meðan vit gjørdi hetta arbeiðið, búðu vit í sama skúri, sum vit búðu í summarið fyri. Saltingarskúrin bygdu vit hetta sama várið, so tað var eitt ógvuliga stórt arbeiði, vit gjørdu, áðrenn vit kundu byrja útróður. Hjá teimum sum róðu út fyri Nordafar var klárt hjá teimum at reiða upp í koyggjunum, tá ið teir komu yvir. Tað var munur á. Hetta summarið bleiv eisini nógv­ ur ísur, og tað gingu nógvir dagar, áðrenn vit sluppu til útróðrar. Fyrsta dagin vit byrjaðu, fóru vit suður á Sandgrynnuna, eitt mið sunnan fyri Føroyingahavnina. Vit máttu sigla millum ísin og land, og so út á fiskileið. Vit fingu nakað av fiski henda dagin. Ísurin lá eina viku í hvussu so er, Og tá ið hann fór, var bara væl av fiski at fáa. Hetta árið eins og undanfarin ár, vóru vit við tveimum bátum, Nýpuni og Boga. Hans Mikkelsen var har eisini við báti sínum Múlafossi. Har vóru fleiri bátar hetta summarið. Lars Davidsen var har eisini. Tey fyrru árini høvdu tey eitt seksmannafar, ein hvítur grønborðaður bátur. Seinni keypti hann ein stóran seksæring frá Johan í Hoyvík. Tað var ein bátur, sum Kjartan Mohr hevði bygt. Hesin bátur fekk navnið Ina D. eftir konu Lars. Tá ið Lars ikki orkaði at hava hann longur, seldi hann bátin til Fredrik Hansen í Froðba (Dengsa), sum róði út við okkum í 1953. Har vóru fleiri sørvingar eisini, Hans Niklái og Sigurd. Hann var maðurin, sum tók í móti okkum á sinni og segði, at teir skuldi brúka skúrin. Teir vóru vist við sama báti. Poul Hans var við einum deksbáti, sum æt Bosurin. Hann bleiv drigin upp á land um heystarnar inni í víkini. Um várarnar bleiv hann so taljaður aftur á sjógv. Tað kundi ofta vera torført, tá ið nógvur ísur var, tá mátti hann taljast út eftir ísinum. Soleiðis vóru deksbátar torførir at fáast við. Seinni bygdi hann sær ein seksæring, sum fekk navnið Cemary eftir konu hansara. Inni í Dagmarsvík á heysti 1953. Nú er ísur komin á víkina, og Nýpan og Bogi liggja fortoyaðir síð um síð. Ovast til høgru sæst skúrurin, sum er innilokaður Við Skarvanes komu vit av og á fram á portugisarar. Her eru tveir, sum liggja og draga línu. Tað var ofta sagt, at tað var bara ein maður á báti, men tað var so ikki altíð. Her eru so tveir Inni í Dagmarsvík ein sunnudag. Bátarnir liggja fortoyaðir í víkini. Longst til høgru sæst saltingarskúrurin hjá pápa mínum. Hinumegin eru skúrarnir hjá vágamonnum Saltingarskúrurin hjá pápa mínum í Dagmarsvík. Her hava vit hongt eina rúgvu av smáfiski upp at turka Komandi partur Komandi partur av Miðvikuni verður um ein 100 ára føðingardag. Anton kemur aftur um 14 dagar, har hann fer millum annað at greiða frá, tá ið útróðrarmenninir í bestu meining fingu sápu til døgurða!