Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 9 - 14. januar 2009 ] Partarnir eru samdir um tíðarmálið og lønina Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Líkt er til, at Liverpool fer at leingja sáttmálan við tann spanska venj­ aran, Rafael Benitez. Partarnir hava fingið lønina og tíðarmálið fyri næsta sáttmála­ skeiðið uppá pláss. Væl umtókti venjarin hjá Liverpool hevur 18 mánaðir eftir av sínum núverandi sáttmála. Men longu í november fóru partarnir í gongd við samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála. Benitez ynskti, at sáttmálin skal verða undirskrivaður í januar, og alt talar fyri, at tað fer at eydnast. ­ Umboðsmaðurin hjá mær hevur móttikið eitt útkast til sáttmálan vit sótu við ígjár. Vit eru samdir um tíðarmál­ ið og lønina. Nú skulu vit tjakast um mín leiklut og mítt ábyrgda­ røkið, sum høvuðsvenj­ ari hjá felagnum. Sigur Benitez við blaðið, Liverpool Echo. Sambært enskum fjølmiðlum, so hevur Benitez kravt fullan ræðisrætt, tá tað snýr seg um keyp og sølu av spælarum. Men hesum vísir Benitez aftur. Liverpool er oddalið í Premier League við 45 stigum. Kvinnurnar hjá Fleyr skulu fyri fyrstu ferð royna seg í stóru steypafinaluni í flogbólti Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eiðisfólk fingu høvið at síggja toppin av føroyskum flogbólti, tá eyka hálvfinala í gjárkvøldið varð spæld millum kvinnuliðini hjá Drátti og Fleyr. Neyðugt gjørdist við eyka dysti, tí liðini høvdu hvør í sínum lagi vunnið ávikavist Fleyr­ og Mjølnirkappingina, og tá SÍ umvegis lands­ kappingina hevði hevði vissað sær hin finalusessin. Og tað eydnaðist altso Fleyr at vinna hendan dystin 3­1. Við hesum eru kvinn­ urnar hjá Fleyr til reiðar at spæla sína fyrstu steypa­ finalu, síðani kappingin fyri átta árum síðani varð umskipað til verandi leistin. Finalan verður spæld í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 14. februar. Eftir 21 ár í fremstu røð hevur Harley Bertholdsen nú gjørt av, at hann ikki longur er partur av besta KÍ-liðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verur uttan royndasta spælaran, at KÍ nú ger seg til reiðar at spæla Formula­ fótbólt. Harley Bertholdsen hevur fleiri ferðir áður umhugsað, um hann skuldi halda á fram við fótbólti í fremstu røð, men nú er endaliga avgerðin tikin. Við Norðlýsið sigur KÍ­ veteranurin, at hann sjálv­ andi fer at sakna tað at fara til venjing hvønn dag, og hann útilokar ikki heilt, at hann kann vera tøkur, um tað onkursvegna skuldi verið tørvur á tí til onkran dyst. Og í øllum førum ætl­ ar hann sær ikki at gevast fullkomuliga við fótbóltin­ um, sum helst heldur fram á nakað meira hugnaligum og minni álvarsligum støði. Hinvegin hevur KÍ­hóp­ urin eisini merkt nakað av tilgongd. Millum teirra, sum hava verið á vøllinum fyrstu venjingarnar í ár, er nevnliga eisini 33 ára gamli Arnold Joensen, skrivar Norðlýsið. Dráttur-Fleyr 1-3 (21-25, 21-25, 25-14, 15-25): Fleyr er í finaluni Síðani steypakappingin í flogbólti varð skipað av nýggjum í 2008, hevur Fleyr ongan tíð átt umboð í kvinnufinaluni. Men tað hevur havnarfelagið hesaferð Liverpool leingir við Benitez Harley setir gaggurnar Harley Bertholdsen hevur síðani 1988 verið fastur partur av besta mansliðnum hjá KÍ. 21 ár í fremstu røð er tó nóg mikið, sigur veteranurin, sum nú fer at taka sær meira av løttum, hvat fótbólti viðvíkur Mynd: Norðlýsið David Nielsen fekk treytaðan dóm Danski fótbóltsspælarin, David Nielsen hevur fingið dóm fyri at sláa fyrrver­ andi liðfelagan, Allan Gaarde niður. David Nielsen varð dømdur 20 daga treyt­ aða fongsulsrevsing. Tað merkir, at David Nielsen sleppur undan at sita dómin í fyrsta umfari. Verjin hjá David Nielsen, Axel Pallesen royndi at fáa David Nielsen fríkendan. Grundgevingin hjá Axel Pallesen var, at tað sum David Nielsen hevði skrivað í bókini ”Sorte svin”, var ikki heilt í samsvari við veru­ leikan. Talan var heldur um eitt slagsmál, enn eina valdsgerð. Tann frágreiðing­ in bleiv tó pettað sundur, tá Thomas Augustinussen og Allan Olesen vitnaðu í málinum. Teir staðfestu, at frágreiðingin hjá Allan Gaarde var tann rætta. Og tað legði Dómarin í býarrættinum í Ålborg herðslu á, tá dómurin var avsagdur. Heðin skal hjálpa HB Tað er nú greitt, at tað verður Heðin Joensen, sum saman við Sámal Erik Hentze skal standa á odda fyri Formula­ liðnum hjá HB í ár. Sámal Erik, sum annars hevur virkað sum hjálparvenjari hjá EB/Streymi, kom til HB í fjør, tá broytingar vórðu gjørdar í venjaratoyminum, og í ár verður tað við honum sum høvuðsvenjara, at HB skal royna seg. Tað hevur fram til nú verið ógreitt, hvør hjálparvenjarin skuldi verða, men við setanini av Heðini Joensen er greitt, at tað verða tveir fyrrverandi spælarar hjá felagnum, sum skulu royna at fáa liðið upp aftur á ovastu rók í føroyskum fótbólti.