Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2009 Føroyska sjónvarps­ rásin Iktus er komin í rasshaft av KODA gjaldinum. Høga gjaldið spreingir fíggjarætlanina hjá andaligu rásini, sum noyðist at gjalda somu upphædd, sum rásir, ið hava eitt hyggjaratal á 6.000.000. Iktus eftirlýsir nú eina føroyska lóggávu, ið samsvarar við føroysk viðurskifti. Til nakað hendir, klippir Iktus nýggjari tónleik úr møtum á rásini upphavsrættur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað var í oktober í fjør, at Iktus fyrstu ferð fór í luftina. Í tí sambandi setti Iktus seg í samband við KODA, fyri at hoyra hvussu høgt gjaldið er fyri at senda tónleik á eini ókommer­ siellari rás í Føroyum. Svar­ ið var, at sami prísur er galdandi fyri allar rásir, líka mikið um rásin er komm­ ersiell ella lokal, og óansæð hyggjaratal. Eftir at Iktus hevði verið í luftini í ein mánaða, kundi rásin staðfesta, at hon tríggj­ ar tímar um vikuna sendir tónleik. Ein tíma long send­ ing við tónleiki, sum verður endursend tvær ferðir um vikuna. Ørandi upphæddin, sum Iktus skal gjalda KODA fyri hesar tríggjar tímarnar, ljóðar á 170.000 krónur um árið. ­ Tað er fullkomiliga úti av proportiónum. Iktus livir av gávum og stuðli, sum um mánaðin kemur uppá 25.000 krónur, og sum fer til løn og útreiðslur til sendinet og útgerð, greiðir Anja Hansen frá. Anja Hansen, sum er ábyrgdarpersónur Iktus, greiðir frá, at tað var ótrú­ liga torført at samskifta við KODA, sum er ein felags­ skapur mannaður við løg­ frøðingum og vinnulívs­ fólki. Bara tað at fáa ásett eitt gjald, tók teimum langa tíð at finna út av. Føroyska lóggávu, takk Tær 170.000 krónurnar, sum Iktus skal gjalda, fara til KODA, sum er felag teirra, ið skriva tekst og løg til sangir. Hin felagsskap­ urin, sum fær ein bít av køkuni, er Gramex, ið er felagið fyri tey, ið framføra løgini. ­ Men hví gjalda vit so nógv? Hví kunnu vit ikki gjalda pr húsarhald í staðin, líka sum Televarpið ger? Svarið eg fekk, var at Tele­ varpið einans sendir víðari tónleik, av øðrum rásum. Men eg fann so eisini út av, at Televarpið rindar 20 pro­ sent meir fyri God Channel enn donsku rásirnar gjalda, sigur Anja Hansen. Anja Hansen greiðir frá, at tað er ómetaliga tungt at fáast við KODA, tí tey kenna ikki til føroyskar umstøður. Harafturat er reglugerðin fyri lokalt útvarp og lokalt sjónvarp í Danmark sera ymisk. Fyri lokalt útvarp er minsti taksturin galdandi millum 0­50.000 lurtarar, og er minsti takstur galdandi millum 0­5.500.000 hyggj­ arar, samsvarandi íbúgvara­ tølum í Danmark. Tí eftirlýsir Iktus eina lóg á økinum, sum er fyri føroyskar rásir. Hon hevur kannað møguleikan fyri hesum, og tað vísir seg, at føroyskir tónleikarar eru áhugaðir tí. ­ Á leið 2,4 millónir krónur gjalda føroyingar í KODA pengum. Av hesum koma einans 10 prosent aftur til føroyskar tón­ leikarar. Men eg meti, at við eini føroyskari lóggávu, og eini skipan sum føroyingar sjálvir høvdu umsitið, kundi avlopið verið 70 prosent, sigur Anja Hansen. Klippa tónleik úr møtum Tað skal ikki skiljast soleið­ is, at Iktus ikki vil gjalda fyri tónleikin, tey gjalda, men tá tey skulu av við so stórar upphæddir, høvdu tey ynskt at ein partur kom aftur til føroyingar. Saman við Rás2, Lindini, R2 net og Televarpinum, hevur Iktus tískil sett saman eitt skriv, ið verður stílað menta­ málaráðnum, har tey eftir­ lýsa eini føroyskari lóggávu á hesum øki. Eisini ein fund við mentanarnevndina, kundu tey hugsað sær. ­ Vit kundu hugsað okk­ um at fortalt hvussu torført tað er at fáast við KODA, og í hvussu stóran mun gjøgnumskygni manglar á økinum, sum serliga kenur føroyingum til gagns. Fyri Iktus hevur nógvi KODA peningurin longu fingið avleiðingar. ­ Vit noyddust at steðga Gaither sendingunum, tí tónleikurin er ov nýggjur. Treytin fyri at sleppa undan KODA gjaldinum, er at tónleikurin skal vera eldri enn 50 ár. Í staðin noyðast vit at senda gamlar sendingar. Ikki nokk við tí. Sendir Iktus eitt aktuelt møti, mugu nýggju sangirnir klippast úr sendingini. Tí er ein av sanglimunum limur í KODA, noyðist Iktus at gjalda fyri sangin. Upp­ hæddin er kanska ikki so stór, men tá sendingin verður endursend tríggjar ferðir, loypir tað skjótt upp. Tað er spell, metir Anja Hansen, tí fólki sjónvarp og útvarp uttan tónleik er keðiligt. Iktus boykottar KODA Iktus hevur valt at boykotta KODA, tí gjaldið fyri at senda tónleik á sjónvarpsrásini, sprongir fíggjarætlanina hjá rásini. Ein avleiðing er, at Iktus noyðist at klippa tónleik úr sjónvarpsmøtunum Mynd: Jens Kristian Vang Halla forkvinna Sosiala nevndin í Tórshavnar býráð hevur á fundi týsdagin skipað seg við Hallu Samuelsen úr Javn­ aðarflokkinum sum forkvinnu og Boga andreassen úr Tjóðveldi sum næstformanni. Hinir nevndarlim­ irnir í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs hetta skeiðið eru Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum og Vagnur Johannesen úr Fólkaflokkinum. Pengar til gransking og menning Almennur fundur um altjóða stuðulsmøguleikar til gransking og menning verður í Miðlahúsinum hósdagin 22. januar klokkan 14. Kunningarfund­ urin er eitt høvi hjá øllum áhugaðum at fáa meiri at vita um, hvussu før­ oyskar fyritøkur og stovnar kunnu fáa stuðul frá trimum altjóða stuðuls­ skipanum: NORA (Norrønum Atlantssamstarvi), NPP (Northern Periphery Programme) og FP7 (Sjeyndu rammuskránni) hjá ES. Á fundinum verða framløgur um skipanirnar og eisini kunnu fólk fáa persónliga vegleiðing um stuðulsmøguleikar. Óvist við upphavsrættinum Á Mentamálaráðnum verður arbeitt við lógini um upphavsrætt. Enn er arbeiðið ikki komið nóg langt til at Mentamálaráðið kann lova Iktus nakað. ­ Tað verður arbeitt við tí, men tað er nógv, sum skal fáast uppá pláss. Í samgonguskjalinum stendur at lógin um upphavsrætt skal yvirtakast, men tað er nógv at taka støðu til, sigur Maria Húsgarð, løgfrøðingur hjá Mentamálaráðnum. Í næstum verður fundur millum landsstýrisfólk, har málið verður til viðgerðar, og verður meir at frætta um málið tá. Einasti møguleiki hjá føroyskum rásum, sum eru ónøgd við KODA gjaldið, er at kæra til Ophavsret­ licensnævnet, og er tað einasti møguleiki Menta­ málaráðið kann vísa á.