Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2009 5 Komandi dagarnar verður Tony Antony at hoyra í ymsum kirkjum kring landið. Hann er úr Bretlandi, men sleit sínar barnaskógvar í Kina, har abbi hansara lærdi hann Kung-fu, sum hann seinni vann trý heimsmeistaraheiti í. Í arbeiði sum lívverji fyri rík, endaði hann við at drepa fleiri fólk Lívssøga Bergur Johannesen Komandi dagarnar verður gjørligt hjá føroyingum at hoyra víðagitna Tony Antony siga sína lívsøgu. Frá at hava verið kaldblóð­ ugur drápsmaður er hann í dag evangelistur og ferðast kring um í heiminum, har hann boðar gleðiboðskapin. Lívssøga hansara er ræðu­ lig, men kortini einastand­ andi. Hon er komin út í bók, kallað »Taming the Tiger«, ella á føroyskum »At temja tikaran«. Lívssøgan Tony Anthony er føddur í Bretlandi í 1969, men mamma hasara var av kinverskum uppruna og páp­ in úr Italia. Pápin gjørdist ógvuliga sjúkur, og for­ eldrini tóku avgerðina at senda fýra ára gamla sonin til Kina at búgva hjá abb­ anum. Abbi hasara var stór­ meistari í Kung­fu og ynskti at bera hendan familjuarvin víðari niður í abbasonin. Í talu sínari greiðir Tony Anthony frá, at lív hasara var eitt satt ,,helviti á jørð”. Í alt var hann átta ár í Kina, har abbin formaði hann til eitt ódjór, við harðari venj­ ing og nógvari revsing. Tá hann fylti 12 flutti hann aftur til Onglands, og í árunum 1987­89 gjørdist hann heimsmeistari í Kung­ fu, innan hansara felagskap og ávísu grein. Seinni gjørdist hann lív­ verji, hjá nøkrum av heim­ sins ríkastu fólkum. Eftir einaferð at hava fyribyrgt eini gíslatøku gjørdist hann lívverji hjá einum Saudi Arabiskum gamblara, ið nýtti hann til at fáa pening aftur frá skuldarum. Eftir hansara trúlovaða doyði, broyttist Tony Anthony frá at gera sítt vanliga arbeiði, til í staðin myrða fleiri fólk, ið vóru skuldarar hjá ar­ beiðsgevara hansara. Seinni bleiv hann tó hand­ tikin á oynni Kýpros, har hann kom at sita trý ár í fongsli. Tað var ein lokalur trúboðari, Michael Wright, ið kom í samband við hann, og eftir at hava vitjað Tony Anthony nakrar ferðir, broyttist hann og vendi til kristna trúgv. Tá Tony Anthony hevði sitið sína tíð vendi hann aftur til Onglands, fekk konu og børn og gjørdist virkin í kirkjulívinum har. Eftir eina tíð har kom hann út fyri eini vanlukku, ið hann taklaði á skeivan hátt og endaði aftur í fongsli, tó hesuferð í Bret­ landi. Her gav hann eitt lyfti um at liva sum tigandi kristin, men slepti tó ikki trúnni. Í taluni sigur hann, at hann metti seg vera eitt so ringt og óverdugt menn­ iskja. Men kortini kom hann í samband við fólk inni í fongslinum, sum broyttu hansara lyfti. Í dag Í dag er Tony Anthony ein víðagitin evangelistur, hann talar fyri meira enn 100.000 fólkum árliga. Bók hansara er komin út á 30 málum og seld í fleiri enn eini hálvari millión eintøkum, í næstum verður eisini ein filmur gjørdur um lívssøgu hans­ ara. Tað er Reimund Lang- gaard, ið setti seg í sambandi við Tony Anthony og hevur staðið fyri at fáa hann at koma til Føroya at tala TiLTak Bergur Johannesen Eftir at hava sæð taluna hjá Tony Anthony á filmi, setti Reimund Langgaard seg fyri at fáa hann til Føroya at tala. ­ Vanliga er tað ein bíðitíð á umleið 15 mánaðir, áðrenn Tony Anthony kann koma til eitt stað at tala, men eitt avboð var í ætlan hansara, tí bar so væl til at fáa hann hendan vegin. Afturat tí, so plagar kravið hjá honum at vera, at umleið 4.000 fólk hoyra hann, fyri at náa flest møguligt, men hann vildi gera eitt undantak í hesum føri, greiðir Rei­ mund Langgaard frá. Er tað rætt? Spurnartekin hevur verið sett við, um tað er rætt av kirkjuni at taka móti einum slíkum manni, við opnum ørmum, ­ Tað er rætt, tí Bíblian umtalar fleiri dømi um hetta, tildømis Manasse og Paulus, ið báðir fyrr høvdu myrt, men seinni vendu um. Eisini umtalar Bíblian fleiri, ið fullu eftir at hava vent sær til trúgv, til dømis Dánj­ al og Pætur, her báðir seinni skrivaðu og gjørdu stórgerð­ ir. Tí er tað rætt at taka ímóti, sjálvt teimum ring­ astu, sigur Reimund Lang­ gaard. Afturat hesum leggur hann, at boðskapurin hjá Tony Anthony er, at vón er fyri øllum, sjálvt teimum ringastu. Er DU vores nye erhvervskunderådgiver? Til GrønlandsBANKENs erhvervsafdeling i hovedkontoret i Nuuk, der består af et team på 8 medarbejdere, søges en erhvervskunderådgiver. Du skal yde rådgivning på højt niveau, holde løbende kontakt med, behandle og bevilge lånesager for stadig flere og flere af bankens større erhvervskunder fra byerne udenfor Nuuk og af mindre og mellemstore erhvervskunder i Nuuk. Du får ansvar for aktivt at pleje din egen kundeportefølje. Du skal derfor være forberedt på en vis rejseaktivitet til kystbyerne. Din baggrund Du sidder i dag som erhvervskunderådgiver med nogle års erfaring og er parat til at prøve kræfter med erhvervskunder indenfor en række brancher med de faglige og personlige udviklingsmuligheder, dette giver. Dine kompetencer • Erfaring med behandling af erhvervskundeengagementer • Serviceminded og udadvendt – og med overskud til et smil, når det er mest hektisk • Alsidig bankuddannelse, herunder som minimum Finansdiplomstudiet • Stor selvstændighed og ansvarsbevidsthed Vi tilbyder • Et selvstændigt job i en travl hverdag som vi forventer, du selv kan og vil præge udviklingen af • Et spændende og dynamisk arbejdsmiljø præget af en uformel omgangstone • En mulighed for at udvikle dig personligt og fagligt i et miljø med stor aktivitet og mange nye udfordringer • Attraktiv lønaftale efter kompetencer og indsats • Et fritidsliv du kan fylde med smukke, stærke og uforglemmelige oplevelser For stillingen gælder Banken stiller bolig til rådighed, for hvilken der betales husleje efter de til enhver tid af Grønlands Hjemmestyre fastsatte regler for huslejebetaling. Ansættelsesvilkår i øvrigt, herunder rejse og bohaveflytning, efter gældende regler. Der tilstræbes en ansættelsesperiode på minimum 3 år. Yderligere oplysning om stillingen fås hos: Erhvervskundechef Bjartur Nolsøe, på telefon +299 347770 (bn@banken.gl) eller HR-Chef Thomas Nicolajsen, på telefon +299 347804 (tsn@banken.gl) Ansøgning bedes sendt via e-mail på: tsn@banken.gl Få tilsendt vores medarbejder DVD, der beskriver hvordan det er at arbejde i GrønlandsBANKEN og ikke mindst, bo i Grønland med sin familie – kontakt HR Chef Thomas Nicolajsen (tsn@banken.gl) GrønlandsBANKEN har hovedsæde i Nuuk og afdelinger i Qaqortoq, Maniitsoq, Sisimiut og Ilulissat, og vi er det førende grønlandske pengeinstitut. GrønlandsBANKEN er en ”full- service” bank med mange og store erhvervsengagementer og en betydelig privatkundekreds. Det er BANKENs politik at være teknologisk i front, hvilket sikres i samarbejde med Bankernes EDB Central, PBS etc.. GrønlandsBANKENs balance er på godt 4 mia. kr. og vi er 100 kompetente medarbejdere. GrønlandsBANKENs aktier er noteret på Københavns Fondsbørs. Læs mere om os på www.banken.gl Tony Anthony talar soleiðis: Hóskvøldið 15. jan kl. 20:00 í Vesturkirkjuni.* Fríggjakvøldið 16. jan kl. 20:00 í Fríðrikskirkjuni. Leygarkvøld 17. jan kl. 20:00 í Vesturkirkjuni. Sunnukvøld 18. jan kl. 18:00 í Christianskirkjuni. * tala uttan umseting. Hópdrápsmaður vitjar føroyskar kirkjur Reimund Langgaard: Ein tann mest grípandi talan eg havi hoyrt